við, men vit duga ikki at síggja, hvussu eitt slíkt eftirlit kann tryggja okkum at sjúkur ikki koma inn í landið. Fyri okkum at síggja ber tað ikki til hjá Bóndafelagnum at krevja, at djór, ið verða innflutt [...] avleiðingarnar, sum hendan avtalan fer at fáa fyri vinnugrein teirra, og eg merki ein ótta millum fólk fyri, hvat fer at henda. Men tað eru eisini tey, ið siga, at hesin ótti er ógrundaður, og eitt av [...] eftir fundin, sigur Bjørn Patursson. ? Ein ætlan við fundinum er, at hann skal hjálpa felagnum við at koma víðari i hesum málinum. Vit ætla at hoyra hvat limirnir halda um hetta og annars fáa nakrar mytur
Einki at ivast í, at vit øll fegin vildu livað við einum lægri skattatrýsti. Tað sigur seg sjálvt. Men eg fari at loyva mær at siga, at vit hava nakrar sera átrokandi skyldur at liva upp til, áðrenn vit [...] Tað vóru ikki nógv onnur, sum fingu endarnar at røkka saman við slíkari inntøku. Hesin samfelagsbólkur eigur at takast fram um aðrar, tá ið mett verður, at landskassin kann klára seg við færri inntøkum [...] aldurdóm, skulu vit syrgja fyri, at tey sum undan okkum gingu, og skaptu virðini her á landi, at tey fáa eina betri fólkapensjón. Tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at vit ikki geva fólkapensjonistunum
sigur, at í Fíggjarmálastýrinum høvdu tey væntað, at samráðingarnar skuldu snúgva seg um, at finna ein hóskandi bólk í sáttmálanum, sum er, at seta manningin á nýggja skipinum í. ? Vit hævdu væntað, at tað [...] ýrinum, sigur, at enn eru samráðingarnar ongan veg komnar. Og hetta kemur púra óvart á hann, tí hann hevði væntað, at hetta fór at verða ein løtt uppgáva. Men ístaðin er støðan tann, at partarnir eru ikki [...] fundur til at semjast um tað. ? Hinvegin hava manningarfeløgini lagt krøv fram, sum onki hava við nýggja skipið at gera. ? Teirra krøv byggja á, at lønin sum heild er ov lág. Tummas Magnussen sigur, at Skipara-
arbeitt verður við einum samráðingaruppleggi, ið inniber, at arbeitt verður stig fyri stig fram móti fullveldinum. Landsstýrið fer at arbeiða við at fáa evsta vald til løgtingið eftir eini mannagongd, ið líkist [...] fundinum eydnaðist tað ikki endaliga samgonguni at semjast um ætlanina, men Sosialurin skilir tó, at landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, ásannar, at neyðugt er við eini líknandi ætlan, um landsstýrið [...] málið Klokkan tvey í gjár, beint eftir at Sosialurin fór til prentingar, var samgongufundur í Tinganesi um uppleggið. Á hesum fundi varð roknað við, at stór ósemja fór at verða um uppleggið. Men keldurnar úr
løgreglan í býnum í Havn. Ikki tí at teir vóru í veitsluhýri, men tí at teir viðhvørt hyggja at umstøðunum í ølklubbunum og tá flestu fólk eru í dansi leygarkvøld, so er so líka til at kanna umstøðurnar júst hesa [...] fólk eru inni á teimum ymsu støðunum, men heldur ikki her var nakað at finnast at. ? Tað sær út til, at ølklubbarnir ansa væl eftir ikki at fylla ov nógv fólk inn í hølini, tí tað kann koma afturum brekku [...] sigur, at tað er ikki loyvt at selja til drukkin fólk, og tað sær út til at barrvørðarnir í stórum halda seg til tað, sigur støðleiðarin. ? Fólkið sum var í býnum leygarkvøldið var ikki so drukkið at tað
3) við at hýsa fíggjardeplum hjá altjóða fyritøkum 4)við at gerast miðdepil í loftferðsluvirksemi 5)við at gerast miðdepil í loftferðsluvirksemi 6)við at fáa endurgjald fyri herstøðir 7)við at fáa ognarrætt [...] tykjast teimum hugstoytt at fylgja við í miðlunum. Og ikki um at tala tá ið prestamaðurin, sum hevur gloymt at telja upp í tíggju, kemur við sínum svørtu fótonglum. Men minnast skal til, at sjálvt í svartasta [...] ikki tykjast at vita av tí, so eru fyrimunir í frælsinum. Og fyri framtíðar trúvirðis skuld, so áttu miðlarnir at kannað og lýst teir møguligu fyrimunirnar: 1) í altjóða handilssamskifti 2)við at gerast eitt
borgan fyri. Tað er einki yvir at dylja, at norðanlondini eru fyrimyndin í øllum heiminum, tá tað um vælferðarsamfelagið ræður. Og tað er heldur einki yvir at dylja, at tað eru norðurlendsku Javnaðarflokkarnir [...] r tykjast vera á einum máli um, at orsøkin til afturgongdina hjá svenska Javnaðarflokkinum var, at flokkurin hevur »gloymt« vælferðina - og hevur lagt størri dent á at fremja sparingar - eisini sparingar [...] sjálvum sær. Men at vit sjálv ráða og sjálv eru før fyri at gjalda allar samfelagsútreiðslurnar er sjálvandi eitt endamál - og ein avleiðing av hesum kann vera fullveldi. Javnaðarflokkurin eigur at hava læruna
Longu nú merkist at samgongan ikki evnar at loysa átroðkandi tørv á hesum øki. Samstundis sum greitt er, at tørvurin verður veksandi. Tey eldru verða fleiri, umsorganartørvurin fer at økjast, men tað má [...] má aldrin blíva so at tað skal kennast sum ein byrða at gjalda til eina skipan, sum skal veita teimum veiku og gomlu mannsømulig kor at liva undir. Ein tørvsmeting eigur at verða gjørd viðvíkjandi bústøðum [...] er harðliga neyðugt at henda skipan verður endurskoðað sum skjótast. Tað eru fleiri, ið ikki kunnu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum ella noyðast at leggja arbeiðið frá sær, fyri at ansa avvarandi gomlum
løgregluni heilt greitt vístu, at skrellispannin ikki stóð har eldurin kyknaði, og kundi hon sostatt ikki vera orsøk til eldin. Rætturin helt, at grund var fyri at halda, at ákærdi hevði sett eld á Marco [...] gamli maðurin, sum Føroya Rættur fyrr í ár dømdi inn at sita í hálvtannað ár, fyri at hava sett eld á matstovuna á heysti í fjør, valdi beinanvegin at skjóta dómin inn fyri landsrættin. Málið kemur fyri [...] segði dómarin, at hann helt ongan iva vera um, at eldurin í matstovuni Marco Polo var ásettur. Verjin hevði tosað nógv um eina skrellispann, har eldurin kundi verið kyknaður, men dómarin helt, at frágreiðingarnar
Vit hava jú eina lóg, sum sigur at føroyingar ikki hava herskyldu! Hetta eiga vit at broyta soleiðis, at tað kann fara ein upplýsing fram í Føroyum, um møguleikarnir fyri at koma í danska hertænastu og teir [...] lósu Sosialin, at chefideologurin fyri Føroya bjarging (les undirgang?) oysti sína ónøgd yvir danskar ætlanir. Hesuferð var orsøkin tann, at onkur á Christiansborg hevði úttala seg um, at føroyingar og [...] og grønlendingar, áttu at gjørt herskyldu í Danmark. Í staðin fyri at fara fullkomiliga í baklás og síggja hin versta á vegginum, átti Høgni Hoydal at sett seg niður og umhugsa hesa donsku útmelding. Í dimmu