Frælsir fyrimunir

Tað sýnist eins og allir miðlarnir, Oyggjatíðindi íroknað, draga eina línu í fullveldisspurninginum. Felags línan er at vera sera atfinningarsamur ímóti øllum tí sum ber móti frælsi, men leppa í seg uttan kritiskar spurningar alt tað danski valdsharrarnir koma fram við

Tað sýnist eins og allir miðlarnir, Oyggjatíðindi íroknað, draga eina línu í fullveldisspurninginum. Felags línan er at vera sera atfinningarsamur ímóti øllum tí sum ber móti frælsi, men leppa í seg uttan kritiskar spurningar alt tað danski valdsharrarnir koma fram við.

Sjálvt um sannleikin, sum løgmaður so skilagott segði tað, enn ikki er komin fram, tí samráðingarnar ikki so frægt sum eru komnar í spargament enn.

Sjálvt um miðlar okkara ikki tykjast at vita av tí, so eru fyrimunir í frælsinum. Og fyri framtíðar trúvirðis skuld, so áttu miðlarnir at kannað og lýst teir møguligu fyrimunirnar:


1) í altjóða handilssamskifti

2)við at gerast eitt framkomið KT-samfelag um ljóskaðal fyri aðrar smátjóðir

3) við at hýsa fíggjardeplum hjá altjóða fyritøkum

4)við at gerast miðdepil í loftferðsluvirksemi

5)við at gerast miðdepil í loftferðsluvirksemi

6)við at fáa endurgjald fyri herstøðir

7)við at fáa ognarrætt til olju o.s.fr.


Einasti glottin í seinastuni eru tær deiligu greinirnar sum hava verið at sæð í Dimmalætting, skrivaðar av Barry Barton frá Prince Edwards oynni í St. Lawrence flógvanum, har mangir føroyingar hava tovað fisk.

Vónandi fara Anfinn og Høgni framhaldandi at roynast rættir menn í hesi søguligu og avgerandi tíð fyri okkara kæra land og framtíðar ættarlið.

Ofta má tað tykjast teimum hugstoytt at fylgja við í miðlunum.

Og ikki um at tala tá ið prestamaðurin, sum hevur gloymt at telja upp í tíggju, kemur við sínum svørtu fótonglum.

Men minnast skal til, at sjálvt í svartasta sambandshjarta býr eisini ein frælsisvón, og tíðin hevur leingi arbeitt fyri frælsi til smátjóðir.

Kemur allur sannleikin á borðið áðrenn avgerandi fólkaatkvøðuna, so er iki heilt ómøguligt, at vit, at tá ið avtornar, fara at fáa nakað ið líkist íslendskum tølum.

Gleðilig jól og frælst nýggjár!