Sum støðan er í dag við sitandi samgongu verða tey gomlu, veiku og óhjálpnu heilt skúgvað til viks í fullveldisprátinum. Longu nú merkist at samgongan ikki evnar at loysa átroðkandi tørv á hesum øki. Samstundis sum greitt er, at tørvurin verður veksandi. Tey eldru verða fleiri, umsorganartørvurin fer at økjast, men tað má aldrin blíva so at tað skal kennast sum ein byrða at gjalda til eina skipan, sum skal veita teimum veiku og gomlu mannsømulig kor at liva undir.
Ein tørvsmeting eigur at verða gjørd viðvíkjandi bústøðum til eldri og um hvussu nógv røktarheimspláss vit mangla. ð samráð við tey eldru skulu vit finna eina skipan, sum tey gomlu eru nøgd við. Tað eru hesu somu, sum hava lagt rygg til at byggja hetta vælferðarsamfelagið, og hava tey krav uppá eitt virðiligt lív.
Heimarøktin hevur nú tvey ár á bakið, og hevur enn ikki nokk av fólki og peningi til at nøkta tørvin á røkt til tey sjúku og óhjálpnu. Tað er harðliga neyðugt at henda skipan verður endurskoðað sum skjótast.
Tað eru fleiri, ið ikki kunnu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum ella noyðast at leggja arbeiðið frá sær, fyri at ansa avvarandi gomlum og óhjálpnum heima. Tey verða tí fyri einum stórum lønarmissi. Familjurnar sum noyðast at átaka sær hesa ábyrgdina, verða undir órimiliga stórum trýsti. Eingin av hesum gomlu vilja verða ein byrða hjá sínum kæru, og tí mugu fleiri røktar- og umlættingarpláss finnast.
Flokkurin vil halda fast um at eldrarøktin er ein landsuppgáva, og tí skal eldrarøktin ikki privatiserast ella ábyrgdin leggjast út á familjurnar ella kommunurnar.
Menningartarnað eiga at fáa møguleikan at flyta heimanífrá, um tey ynskja tað. Hetta vil flokkurin bøta um, við at útvega fleiri sambýli ella stovnar til hesi fólk.










