Marco Polo málið avgjørt í morgin

Í morgin verður seinasta orðið sagt í Marco Polo málinum, ið fyrr í ár varð kært til Eystara Landsrætt.

Í morgin fellur helst endaligi dómurin í Marco Polo málinum. Tann 28 ára gamli maðurin, sum Føroya Rættur fyrr í ár dømdi inn at sita í hálvtannað ár, fyri at hava sett eld á matstovuna á heysti í fjør, valdi beinanvegin at skjóta dómin inn fyri landsrættin.

Málið kemur fyri í eystara Landsrætti í dag klokkan 9 og er somuleiðis fyri í Landsrættinum í morgin, tá dómur væntandi fellur.


Eldurin ásettur

Tá maðurin fyrr í ár varð dømdur í Føroya Rætti, segði dómarin, at hann helt ongan iva vera um, at eldurin í matstovuni Marco Polo var ásettur. Verjin hevði tosað nógv um eina skrellispann, har eldurin kundi verið kyknaður, men dómarin helt, at frágreiðingarnar hjá løgregluni heilt greitt vístu, at skrellispannin ikki stóð har eldurin kyknaði, og kundi hon sostatt ikki vera orsøk til eldin.

Rætturin helt, at grund var fyri at halda, at ákærdi hevði sett eld á Marco Polo, tí hann hevði fyrr fleiri ferðir hótt hinar partaeigararnar við, at hann nokk skuldi syrgja fyri, at okkurt hendi matstovuni. Tann 28 ára gamli var nevniliga sjálvur ein av partaeigarunum, og hevði hann eisini starvast har sum kokkur, til hann gjørdist ósamdur við hinar partaeigararnar.


Stolið pening

Eftir eldin í Marco Polo varð uppdagað, at peningur var stolin úr pengakassanum, ið varð goymdur í frystiboksini. Hetta varð tann ákærdi somuleiðis dømdur fyri í Føroya Rætti. Men maðurin bleiv fríkendur í einari triðju skuldseting. Hann var nevniliga eisini ákærdur fyri at hava rindað einum fyri at seta eld á Skáan í Havn, har hann eisini hevði starvast sum kokkur. Men dómarin helt ikki, at maðurin kundi dømast í hesum føri. Tað helt hann ikki vera grundarlag fyri.


Avger í morgin

Torført er at spáa um, hvønn úrskurð Eystari Landsrættur ger í málinum um Marco Polo eldin, men greitt er, at avgerðin verður tikin í morgin.