Tað er rættiliga stór ósemja ímillum fíggjarmálastýrið um, hvussu lønarviðurskiftini hjá yvirmonnunum á nýggja vaktarskipinum skulu vera.
Tummas Magnussen, leiðari á lønardeildini í fíggjarmálastýrinum, sigur, at enn eru samráðingarnar ongan veg komnar.
Og hetta kemur púra óvart á hann, tí hann hevði væntað, at hetta fór at verða ein løtt uppgáva.
Men ístaðin er støðan tann, at partarnir eru ikki so frægt sum samdir um, hvat teir skulu samráðast um.
- Vit hava nokk ymiska uppfatan av, hvat hesar samráðingarnar skuldu vera um, sigur Tummas Magnussen.
Hava kravt 30-40%
Hann sigur, at í Fíggjarmálastýrinum høvdu tey væntað, at samráðingarnar skuldu snúgva seg um, at finna ein hóskandi bólk í sáttmálanum, sum er, at seta manningin á nýggja skipinum í.
? Vit hævdu væntað, at tað skuldi ikki meiri enn ein stuttur fundur til at semjast um tað.
? Hinvegin hava manningarfeløgini lagt krøv fram, sum onki hava við nýggja skipið at gera.
? Teirra krøv byggja á, at lønin sum heild er ov lág.
Tummas Magnussen sigur, at Skipara- og Navigatørfelagið tískil hava lagt krøv fyri Fíggjarmálastýrið um lønarhækkingar upp á millum 30-40%.
Men hetta vil fíggjarmálastýrið ikki samráðast um.
? Slík krøv hoyra heima í teimum vanligu sáttmálasamráðingunum. Men tað eru ikki vanligar sáttmálasamráðingar, vit eru í holt við nú.
? Tað, sum vit skulu samráðast um nú, er at finna ein hóskandi lønarbólk í sáttmálanum sum er, at seta yvirmennirnar á nýggja skipinum í, sigur Tummas Magnussen.
Vit spurdu hann eisini, sum hann heldur, at tað er langt ímillum partarnar.
? Tað mugu vit siga, at tað er. Nú hava vit havt tríggjar fundir, uttan at verða komnir nakran veg, so nakað er ímillum okkum, sigur hann.