Væntar lívligan fund

Føroyskir bóndir eru ørkymlaðir og stúra fyri hvat fer at henda, tá ES-avtalan um heilsufrøðilig viðurskifti, sum tekur burtur alt innflutningseftirlit við dýrum, kemur í gildi 1. februar. Hetta fer at síggjast aftur á kunnandi fundinum, sum Bóndafelagið skipar fyri í dag, væntar formaður Bóndafelagsins, Bjørn Patursson.


 

Í dag klokkan 12.00 hevur Bóndafelagið bjóðað limum sínum til fundar á Búnaðardeplinum, har ætlanin er at kunna um ES-avtaluna um heilsufrøðilig viðurskifti, og um hvørjar avleiðingar hendan fer at hava fyri landbúnaðin, nú hon verður sett í gildi 1. februar.

Bjørn Harlou, landsdjóralækni, og Ásmundur Guðjónsson frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fara at luttaka á fundinum og svara spurningum frá limunum í Bóndafelagnum.

Og at hesir verða nógvir, ivast formaðurin í Bóndafelagnum, Bjørn Patursson, onga løtu í.

? Føroyskir bóndir eru nokkso ørkymlaðir um avleiðingarnar, sum hendan avtalan fer at fáa fyri vinnugrein teirra, og eg merki ein ótta millum fólk fyri, hvat fer at henda. Men tað eru eisini tey, ið siga, at hesin ótti er ógrundaður, og eitt av endamálunum við hesum fundinum er júst at fáa møguligan ógrundaðan ótta burtur.


Hvussu skal verjast

Heilt fitt av kjaki hevur verið um ES-avtaluna í fjølmiðlunum farnu vikuna, og her hava myndugleikarnir millum annað ført fram, at vinnan sjálv kann skipa fyri einum eftirliti av øllum innfluttum dýrum, nú almenna innflutningseftirlitið fellur burtur við ES-avtaluni.

? Hetta er nakað sum Bóndafelagið hevur arbeitt við, men vit duga ikki at síggja, hvussu eitt slíkt eftirlit kann tryggja okkum at sjúkur ikki koma inn í landið. Fyri okkum at síggja ber tað ikki til hjá Bóndafelagnum at krevja, at djór, ið verða innflutt uttan fyri vinnuna, verða kannað. Vónandi gerst støðan hesum viðvíkjandi eitt sindur greiðari eftir fundin, sigur Bjørn Patursson.

? Ein ætlan við fundinum er, at hann skal hjálpa felagnum við at koma víðari i hesum málinum. Vit ætla at hoyra hvat limirnir halda um hetta og annars fáa nakrar mytur annaðhvørt staðfestar ella avsannaðar, so vit hava eitt betri grundarlag at arbeiða víðari frá, sigur formaður Bóndafelagsins.