okkum eftir at fáa so nógv ferðafólk higar sum gjørligt. Heldur eiga vit at dyrgja eftir teimum, ið kunnu hugsast at hava áhuga í okkara náttúru og mentan - og sum vilja gjalda fyri at uppliva hesar partar [...] sum okkara fakkunnleiki metir eru hótt. Men, legði landsstýrismaðurin aftrat: - Eg sigi ikki við hesum, at vit skulu steðga allari menning og venda aftur til miðøldina fyri at gerast eitt áhugavert stað
makrelin á uppboði, tí á tann hátt ber til at fáa meiri fyri hann, samstundis sum nýggj og smærri feløg kunnu sleppa upp í part. Tað sigur norðmaðurin Thorbjørn Trondsen, sum er professari í fiskivinnufrøði [...] professarin sigur, at hetta er ein skipan, sum er roynd í Kili. Torbjørn Trondsen er í Íslandi í hesum døgum, og í dag fer hann at halda fyrilestur har um at selja kvotur á uppboði.
hetta, verður henda fyrisiting alt ov dýr. Eitt er løn til alt ov nógvar bygdaráðslimir, men hvør av hesum kommunum skal hava skrivstovustjóra, bókhaldara og nøkur starvsfólk afturat, sum gerast alt ov dýr [...] nýtt á skilagóðan hátt. Verður henda kommunuskipanin samtykt, fara bygdirnar hokna undir byrðini av hesum ovurhonds stóra og dýra yvirbygningi. Hetta skal jú gjaldast, og tað er bert vinnulívið, sum kann [...] inntøkur, sum skattur skal gjaldast av. Avleiðingin fer at vera, at fyritøkur ikki verða stovnaðar í hesum smáu kommununum, og tann illinirás, sum sýgur tær niður í skuldarfelluni, fer at halda fram til meirilutin
bryggjaríídnaðin. Ídnaðarfelagið arbeiðir við at fáa javnabjóðis treytir, so at føroyskar fyritøkur kunnu útflyta til Íslands undir somu treytum, sum íslendskar fyritøkur flyta til føroyar. Við eitt vegamót [...] yvirskriftini ?Einstøk mál? verða ymisk mál og viðurskifti, vinnuni viðvíkjandi, viðgjørd. Eitt av hesum er spurningurin um eitt útflutningsráð. Í samgonguskjalinum er ásett, at eitt slíkt skal setast á
Umboðsmannatinginum, og atkvøðugreiðslurnar vísa, at Bush og floksfelagarnir fraga ikki eina línu í hesum spurninginum. Tí forsetin hevur gjørt greitt, at hann fer at nýta sýtingarrættin ímóti samtyktini [...] ferðabanninum, og hann hevur lovað at revsa teir amerikanarar, sum fara til Kuba kortini. Sambært lógini kunnu fólk fáa upp í tvær milliónir krónur í bót og upp í tíggju ára fongsul, bróta tey bannið ímóti at
Vit kjakast um at strika halgidagar út frá einum fíggjarligum sjónarmiði burturav, og hvat vit so kunnu spara. Vit áttu heldur at kjakast um, at hvønn týdning tað fer at hava fyri onnur, at tey missa eitt [...] Dýra Biðidag, sigur Karsten Nissen við DR. Viborg-biskupur undrast á, at kirkjan als ikki er spurd í hesum sambandi, og sjálvur dugir hann als ikki at síggja, at spurningurin um halgidagar er ein spurningur [...] verður keðiligt, um Dýri Biðidagur hvørvur, men hann ásannar, at tað eru politikararnir, sum ráða í hesum máli, tí teir orða halgidagslógina.
umrøddu teir báðir, hvussu samstarvið millum londini kann styrkjast, og hvussu handilsviðurskiftini kunnu betrast. Á fleiri týðandi økjum er formliga samstarvið við Týskland skipað sambært avtalum millum [...] veðurlagsøkinum og tørvin á grønari umlegging, bæði í Føroyum og Týsklandi. ##med2## Løgmaður er í hesum døgum í Berlin og stuðlar føroyska hondbóltslandsliðnum. - Her nýtti hann eisini høvi at geva var
øllum at døma eisini samband við Jan Mayen Ryggin. Um so er at olja verður funnin við Føroyar, so kunnu vit beint tað sama venja okkum við orðið Atlantsmótið - men tá mugu vit eisini gera okkum greitt, [...] markinum. Í staðin fyri bara at líta at boringunum á okkara egna landgrunni eiga vit at spyrja, hvussu kunnu boringar í fyrstu atløgu í brestkum øki tætt uppat føroysku loyvunum ávirka leiting og vónir á okkara [...] teiginum 204/18, sum er ?diamanturin? teir fingu tillutað saman við Shell í 19. rundu. Tað er ein av hesum brunnum teir fara at bora, tá teir eru lidnir í Svínoyarøkinum her hjá okkum. Tann boringin ? Assynt
roynd at vinna á hesum trupulleikanum, er alt ov álvarsamur og áhugaverdur, til at hann kann verða kveistraður hann til viks, uttan at hann verður viðgjørdur bæði væl og virðiliga. Í hesum sambandi sipar [...] vist, at tað skal vera løgreglan einsamøll, sum hevur ábyrgdina av hesum. Hann kann eisini hugsað sær, at Náttarravnarnir taka lut í hesum arbeiðnum, ella kanska at tað kundi verðið gjørt upp á onkran heilt [...] fimm, seks tíðina um dagin og fara til húsar klokkan tvey. ? Tað er ongin ivi um at ung undir 18 ár kunnu hava tað líka stuttligt í býnum frá kl 21.00 til 01.00 sum frá 24.00 til 05.00. Tað krevur bara at
finna nakað. Eigur tú 5 ella 10% í hesum, so er greitt, at hetta kann gerast ein pínlig støða. -Trupulleikin er tann, at tað er avmarkað, hvussu nógvir brunnar kunnu borast við føroyskum pengum. Vit halda [...] íleggjarar við. -Eg haldi man eigur at vera rættiliga varin, hvussu man brúkar føroyskar pengar í hesum spælinum. Eitt er at gera íløgur í eina tænastuvinnu, men nakað annað er at gera íløgur í at bora [...] hjá Atlants Kolvetni, men hatta er ein risikostrategi. Eg hopi tó, at tað riggar hjá teimum. Við hesum sipar hann til, at tað er rætt eisini at hava váðafúsan útlendskan kapital í einum slíkum felag, tí