Eiga at styrkja sambondini við Týskland

- Føroyar eiga at styrkja sambondini við Týskland, sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen, sum í dag hevur verið á fundi við týska varakanslaran, Robert Habeck.

Føroya løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevur í dag verið á fundi við týska varakanslaran, Robert Habeck. Á fundinum umrøddu teir báðir, hvussu samstarvið millum londini kann styrkjast, og hvussu handilsviðurskiftini kunnu betrast. 

 

Á fleiri týðandi økjum er formliga samstarvið við Týskland skipað sambært avtalum millum Føroyar og ES. Løgmaður greiddi týska varakanslaranum frá arbeiðnum at gera ein yvirskipaðan samstarvskarm millum Føroyar og ES.

 

Á Løgmansskrivstovuni vita tey at siga, at Robert Habeck eisini er búskapar- og veðurlagsmálaráðharri. Tískil umrøddu teir báðir eisini tiltøk á veðurlagsøkinum og tørvin á grønari umlegging, bæði í Føroyum og Týsklandi.

 

##med2##

 

Løgmaður er í hesum døgum í Berlin og stuðlar føroyska hondbóltslandsliðnum.   

 

- Her nýtti hann eisini høvi at geva varakanslaranum eina føroyska landsliðstroyggju við undirskriftum hjá Hákuni West av Teigum og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, sum báðir spæla á høgum støði í týskum hondbólti, siga tey á Løgmansskrivstovuni.

 

 

 

Løgmaður bar varakanslaranum føroyska landsliðstroyggju og fekk ein EM-hondbólt aftur.