Tórshavnar kommuna verður alt ov sterk í mun til hinar, um landið verður skipað í sjey kommunur. Tí eigur landið at skipast í tvær kommunur, ein í Suðurstreymoy og ein fyri restina av landinum. Tað sigur Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur, nú tað viðgjørt at leggja kommunur saman við lóg. - Tað er sera løgið at eygleiða, at tann meiriluti av løgtingsmonnum, sum eru valdir uttan fyri Suðurstreym, ikki nýta høvið at samtykkja, at tað skulu vera tvær kommunur í Føroyum, soleiðis at onnur kommunan er Suðurstreymoyar kommuna, og hin er Oyggjakommunan.
Tað sigur Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur. Hann vísir á, at tað, sum er upp á tal, er nevniliga ikki lívført.
Hann vísir á, at nú skal Tórshavnar kommuna vera ein av okkurt um sjey kommunum. Hinar vera alt ov smáar til at fáa eina fyrisiting, sum kann kappast við ta í Havn. Hóast hetta, verður henda fyrisiting alt ov dýr. Eitt er løn til alt ov nógvar bygdaráðslimir, men hvør av hesum kommunum skal hava skrivstovustjóra, bókhaldara og nøkur starvsfólk afturat, sum gerast alt ov dýr hjá skattgjaldarunum at halda uppi.
- Hetta er oyðsl, tí tilfeingið verður ikki nýtt á skilagóðan hátt. Verður henda kommunuskipanin samtykt, fara bygdirnar hokna undir byrðini av hesum ovurhonds stóra og dýra yvirbygningi. Hetta skal jú gjaldast, og tað er bert vinnulívið, sum kann útvega tær inntøkur, sum skattur skal gjaldast av. Avleiðingin fer at vera, at fyritøkur ikki verða stovnaðar í hesum smáu kommununum, og tann illinirás, sum sýgur tær niður í skuldarfelluni, fer at halda fram til meirilutin av landsins íbúgvum eru í Suðurstreymi og løgtingið samtykkir, at landið gerst ein kommuna, sigur Zakarias Wang.
Víðari sigur hann, at hetta halda helst nøkur vera sera gott. Men hann sigur, at tað løgna er bert, at tingmenn, sum búgva úti um oyggjarnar, medvirka í hesi gongd við ikki at taka seg saman nú teir hava ein einasta kjans til at fáa tvær sterkar kommunalar eindir, sum kunnu gera allar Føroyar til eitt liviligt land.
- Vit skulu minnast til, at tann dag, ið allar høvuðsoyggjarnar eru bundnar í veganetið, fer tað at taka minni enn tveir tímar at koyra frá einum landodda til hin. Hetta svarar til tær vegalongdir, sum fólk aðrastaðni halda seg til at koyra millum heim og arbeiðspláss, og eru allar Føroyar tí at sammeta við eitt býarsamfelag. Men tað er ein styrki fyri okkara samfelag at fólk búgva í bygdum. Tí ræður um at fáa ein kommunubygnað, sum kann hjálpa okkum til at varðveita hendan fyrimun, og tvær kommunalar eindir høvdu bøtt um, sigur Zakarias Wang, stjórnmálafrøðingur.