Eiga at sleppa til Kuba

Ein meiriluti í amerikanska Senatinum hevur samtykt, at amerikanarar eiga at sleppa til Kuba at ferðast. Tað hevur annars verið bannað í meiri enn 40 ár. 59 senatorar atkvøddu fyri uppskotinum og 36 ímóti.

Umboðsmannatingið hevur eisini samtykt, at amerikanarareiga at sleppa til Kuba at ferðast, hava teir hug til tess. Republikanski flokkurin hjá George W. Bush, forseta hevur meiriluta bæði í Senatinum og í Umboðsmannatinginum, og atkvøðugreiðslurnar vísa, at Bush og floksfelagarnir fraga ikki eina línu í hesum spurninginum. Tí forsetin hevur gjørt greitt, at hann fer at nýta sýtingarrættin ímóti samtyktini.

Bush hevur tvørturímóti givið myndugleikunum um at herða eftirlitið við ferðabanninum, og hann hevur lovað at revsa teir amerikanarar, sum fara til Kuba kortini. Sambært lógini kunnu fólk fáa upp í tvær milliónir krónur í bót og upp í tíggju ára fongsul, bróta tey bannið ímóti at fara til Kuba at ferðast. Men nógvir amerikanarar velja at fara til grannalondini Kanada ella Meksiko fyrst og haðani til Kuba.