Eiga at síggja Føroyar sum part av størri oljuøki


Ikki bert føroyska økið men alt Atlantsmótið millum Føroyar og Hetland verður í hesum døgum eygleitt av altjóða oljufeløgum og myndugleikum. Eitt nýtt fund í hesum økinum kann skunda undir menningina av hesum nýggja oljulandslutinum

 

Oljuleiting á Atlantsmótinum



Á altjóða oljumáli, sum er enskt, verður tað nevnt The Atlantic Margin. Norðmenn kalla tað fyri Atlanterhavsmarginen. Og í Føroyum hevur navnframi málfrøðingurin í Kirkjubø givið tí heitið Atlantsmótið. Statoil, Mobil og Enterprise, sum vórðu millum tey fyrstu oljufeløgini at vísa føroyska landgrunninum ans, gjørdu tí eisini av at kalla samtakið fyri Atlantic Margin Group ella stytt til AMG-bólkurin.


Atlantsmótið er skráin, sum gongur frá endanum av landgrunninum og út móti djúpri vatni. Henda finna vit vestan fyri Írland, vit finna hann millum Føroyar og Hetland, hann heldur fram út fyri Miðnoreg og heilt norður til Lofoten og hann hevur eftir øllum at døma eisini samband við Jan Mayen Ryggin.


Um so er at olja verður funnin við Føroyar, so kunnu vit beint tað sama venja okkum við orðið Atlantsmótið - men tá mugu vit eisini gera okkum greitt, at vit her tosa um alt tað stóra økið millum Føroyar og Hetland. Tá tosað verður um eina nýggja oljuprovins í Norðuratlantshavi, so er tað alt hetta stóra økið sipað verður til.


Tað er tí rætt alt fyri eitt at gera sær greitt, at leiting og oljufund ella turrir brunnar, hvar vit enn eru stødd í økinum hava týdning fyri alt økið sum so og ikki antin bara fyri bretska partin av økinum ella tann føroyska. At vit tosa um ein føroyska part og ein bretskan kemur jú av, at vit politiskt hava ásett eitt mark, sum er miðlinjan millum bæði londini. Men tá jarðfrøði ikki setir nakað mark, so er her í veruleikanum talan um ein og sama oljulandslut. Enn eru so bert tvey framleiðandi oljufelt á Atlantsmótinum, og tey eru Foinaven og Schiehallion.


Tað er tí skeivt bara at síggja uppá framtíðar møguleikarnar at finna olju við Føroyar isolerað. Heldur eiga vit at síggja tað sum part av eini heild, einum samanhangi við fyrst og fremst grannalagið te. bretski parturin av marginuni ella kanska betri definerað sum bretski parturin av fyrrverandi Hvítu sonuni. Tvs. serliga tann parturin, sum er umfataður av 19. rundu á UKCS, United Kingdom Continental Shelf men eisini 17. rundu hyggja vit aftur eftir til loyvi, sum eru givin fyrr men har tað enn ikki er borað og hyggja vit uppaftur longur frameftir, so er ikki óhugsandi, at komandi 20. útbjóðingarumfarið í UKCS, sum nærkast, eisini lutvíst fer at fevna um hetta økið.


Nýggi bretski oljumálaráðharrin Brian Wilson hevur boðað frá, at teir vilja skunda undir 20. útbjóðing umframt at seta nýggj krøv til tey feløg, sum longu hava fingið lisensir, um at bora. Eisini eigur man her at hava í huganum eina komandi norska rundu, sum eftir øllum at døma eisini fer at leggja størri dent á djúpvatnsøkini á ?marginuni? út fyri Miðnoreg, har m.a. Ormen Lange gassfundið er gjørt. Vit síggja, at stóru fundini, og her ikki minst gassfund, verða gjørd nærri og nærri Atlantmótinum. At tey sum so nærkast norðasta horninum av marki okkara við Noreg. Tað eru so eisini jarðfrøðingar, sum halda, at 24 karat gullhorn føroyinga er at finna heilt norður móti norska markinum.


Í staðin fyri bara at líta at boringunum á okkara egna landgrunni eiga vit at spyrja, hvussu kunnu boringar í fyrstu atløgu í brestkum øki tætt uppat føroysku loyvunum ávirka leiting og vónir á okkara egna landgrunni - og í øðrum lagi leiting í øðrum pørtum av Atlantsmótinum.


Tað er eingin ivi um, at bretskir myndugleikar fylgja sera væl við gongdini føroysku megin miðlinjuna. Teir síggja fegnir, at olja verður funnin báðumegin markið, soleiðis at økið kann byggjast út sum skjótast. Tess fleiri fund báðumegin miðlinjuna, tess skjótari og bíligari verður at fara undir eina útbygging, sum peningaliga ber einum infrastrukturi so sum rørleiðingsskipanum.


Bretland, sum í dag er sjálvbjargið við olju og gassi, fer um ikki so nógv ár at vera innflytari av olju og gassi, um ikki nýggj fund verða gjørd. Og hetta er ein orsøk til, at leitingin á Atlantsmótinum hevur so stóran prioritet fyri ikki minst bretskar myndugleikar.


Tað er tí greitt, at mong eygu í altjóða oljuheiminum í løtuni eru vend móti Marjunbrunninum hjá Hess. Eitt fund her kann fáa ómetaliga týdning fyri komandi leiting á bretskum øki eisini. So eitt fund her og eitt fund hinumegin fer at fáa ein veksulvirkning, sum fer at bera í sær uppaftur fleiri boringar komandi árini.


Taka vit so seinastu útbjóðingina í bretskum øki ? í tí nógv umrøddu Hvíti zonuni - so hevur BP hevur játtað at bora 2 ella 3 brunnar í teiginum 204/18, sum er ?diamanturin? teir fingu tillutað saman við Shell í 19. rundu. Tað er ein av hesum brunnum teir fara at bora, tá teir eru lidnir í Svínoyarøkinum her hjá okkum. Tann boringin ? Assynt kallað (eftir fjalli í Skotlandi) byrjar í næstum ella er longu byrjað. Tvs. at úrslitið av tí boringini verður greitt um sama mundið sum tað hjá Hess her hjá okkum. Tann brunnurin er bert fáar fjórðingar frá markinum (tí politiska) men er tó í júst sama jarðfrøðiliga øki sum boringarnar okkara megin. Nettupp tí hevur tann boringin eisini áhuga/týdning fyri okkum á sama hátt sum brunnurin Hess nú borar hevur áhuga/týdning fyri bretskar myndugleikar, tí hann kann siga nakað um møguleikan at finna nakað hinumegin markið eisini.


Umframt BP/Shell fara eisini fleiri onnur oljufeløg at bora stutt frá markinum næsta ár, sum part av tillutan teirra í 19. rundu. Amerada Hess fer at bora tveir brunnar tætt upp at markinum við møguleika at bora enn ein. Agip fer at bora ein (umframt tann á føroyska økinum). Henda fingu teir tillutað í 17. rundu. Texaco fer so eisini at bora ein ella fleiri brunnar stutt frá markinum. Hartil kemur, at Phillips stendur til at bora ein brunn suður úr markinum. So tá tað verður tosað um, at ?bert? ein brunnur verður boraður á føroyska landgrnninum næsta ár, so er tað ikki allur sannleikin um Atlantmótið sum so. Tað verða nevniliga boraðir einir 6-8 brunnar júst hinumegin markið næsta ár, sum allir kunnu geva vitan um potentiali á okkara øki eisini. Her eigur tað kanska at hava serstakan áhuga fyri okkum, at Texaco og Amerada fara at bora longur norðuri tvs. norðan fyri Gullhornið. Boringar har kunnu fáa stóran týdning fyri komandi útbjóðing hjá okkum. Hetta vísir, hvussu nógv alt arbeiði og vitan báðumegin miðlinjuna hevur at siga fyri bæði føroyingar og bretar og øll oljufeløgini, sum eru virkin í økinum. Tí eiga føroyingar ikki bara at fokusera á og eygleiða boringarnar í okkara øki men heldur at síggja hesar eins og boringar á bretskum øki sum part av eini heild.


Fara vit so víðari, ber eisini til at seta spurningin um, hvat hendir á restini av marginuni frá Írlandi til Lofoten og nú eisini vestureftir eftir Jan Mayen Rygginum, har seismiskar kanningar verða gjørdar nú.



Tað er eisini vert at geva gætur, at Conoco fyrr í ár boraði við West Navion ein brunn (West Nave) stutt frá verandi oljufeltum bretsku megin markið. Ella stutt frá Suilven feltinum, sum varð funnið fyri nøkrum árum síðani og sum eftir øllum at døma bert verður mett áhugavert, um okkurt fund verður gjørt aftrat í grannalagnum. West Nave brunnurin hevur tight hole status í løtuni. Tvs. at vit vita ikki, um har er funnin olja. Tað kundi sæð lovandi út.


Tað, sum annars í løtuni hendur vestan fyri Hetland eigur eisini at hava okkara áhuga. Arbeiðið at leggja rørleiðing til at flyta gass frá Foinaven og Schiehallion til Sullom Voe og víðari til Magnus-feltið í Norðsjónum og ætlanin at fara undir framleiðslu frá Clair eru so sanniliga eisini áhugaverd fyri føroyingar. Tí tá samanum kemur kunnu projekt, ætlanir og vitan øðrumegin miðlinjuna hava alstóran týdning og harvið áhuga fyri tey hinumegin miðlinjuna.


Tí er tað rætt at tosa um alt økið millum Hetland og Føroyar undir einum, tá tosað verður um eina nýggja oljuprovins alla Norðsjógvin.


Aftrat øllum hesum eiga vit ikki at gloyma møguleikan hjá føroyingum at servisera boring hinumegin markið. Tað hava vit longu gjørt í sambandi við Assynt brunnin, sum West Navion skal bora fyri BP í næstum. Annars hevur ikki minst BP gjørt vart við, at teir kundu hugsað sær, at føroyingar eru við til at servisera teirra boringar og hvør veit framleiðslu beint hinumegin markið.