Eiga at selja makrelin á uppboði

Uppboðssøla gevur rættvísari býti og loyvir fleiri fram at fiskinum, sigur norskur professari.

-Tað rætta er at selja makrelin á uppboði, tí á tann hátt ber til at fáa meiri fyri hann, samstundis sum nýggj og smærri feløg kunnu sleppa upp í part.

 

Tað sigur norðmaðurin Thorbjørn Trondsen, sum er professari í fiskivinnufrøði. Hann hevur kannað fiskivinnuna víða um heimin, og hvørja ávirkan tað hevur at selja fiskiveiðirættindi á uppboði. Hansara uppskot er at selja makrelin á uppboði, tí eftir hansara tykki hevði tað givið eitt rættvísari býti av kvotuni. Harafturat hevði tað givið ungum útgerðarmonnum við nýggjum hugskotum møguleika at koma inn í vinnuna.

 

Torbjørn Trondsen viðgongur, at ein vandi við uppboðssølu er, at stór reiðarí keypa alla kvotuna, og tí er neyðugt við reglum, sum skulu tryggja, at fleiri sleppa framat. Eitt hugskot hansara er, at reiðarí sleppa at keypa sær kvotu, men við møguleika at gjalda hana, tá fiskurin er seldur. Norski professarin sigur, at hetta er ein skipan, sum er roynd í Kili.

Torbjørn Trondsen er í Íslandi í hesum døgum, og í dag fer hann at halda fyrilestur har um at selja kvotur á uppboði.