in og vísir vegin til loysingina, meðan Fólkaflokkurin stendur á tí seinna og peikar á vegin til eitt nýliberalistiskt samfelag, har felags virði og felags skyldur verða skift út við egoismuna, og har [...] er kanska bert tað eina vegamótið, sum førir til fullveldi og nýberalismu, og ferðaleiðararnir eru teir báðir Finnbogi Arge og Høgni Hoydal. Og á hesum vegamóti standa hesir báðir altráðu ferðaleiðararnir [...] fíggjarnevndarformaður og sambandsmaður helt hina minniligu takkarøðuna fyri ríkisstuðulin. Við bivandi og næstan grátandi rødd og við at hyggja hvønn einstaka tingmann í eyguni, takkaði og lovprísaði hann
apoteki, og við vanligum handilsloyvi stovnaði hann ein sonevndan “medisin- og materialehandel”, sum hann nevndi Tjaldurs Apothek. Finsen vendi sær bæði til myndugleikar í Havn og Keypmannahavn og mótmælti [...] Djurhuus og Onna Elisabeth f. Kjelnes, bæði ættað úr Havn. Johannes gekk í realskúla í Havn og fór í august 1877 til Danmarkar at læra apotekarayrkið. Hann gjørdist næmingur á Gl. Torvs Apoteki, og tók h [...] Egil hevur skrivað, og sum vísir, at hann var ein stak skilagóður drongur. Men hann var ógvuliga sjúkur og var nógv seingjaliggandi, til hann doyði í 1919. Hesa tíðina tóku Johs og systir hansara Magdalena
løst fingið. Brot og skursl grógva og lekjast við tíðini, meðan skaðar á høvur ofta hava við sær drúgvan ella varandi skaða. Ólavur fekk gips frá báðum hondunum og uppundir herðarnar, og var tí púra óhjálpin [...] Ólavur og vinmenn hansara súkkla næstan hvønn dag, tá tað viðrar. - Tað er stuttligt at súkkla í Hvalvík og Streymnesi, tí her er slætt og ikki nógvir bilar. Vit sleppa skjótt hagar vit vilja, og fara ofta [...] ára gamal. Tá vóru hann og ein vinmaður súkklutúr, og Ólavur súkklaði útav vegnum. - Ta ferðina var eg ikki í hjálmi, tí eg tímdi ikki heim eftir honum. Eg fekk hol á høvdið og pentur. Síðani tá havi eg
hvat tit siga og halda og kanna og gera og ætla. Tit hava ikki skilt, hvat tað veruliga valdið er, tit eru reinir amatørar, naiv, bláoygd og láturlig.? Bara tað at hugsa um fullan avgerðarætt og fulla ábyrgd [...] leiðir og heilt aðrar leiðir enn tær, sum Microsoft og Pentagon hava ætlað. Leiðir, sum fara at bróta reglur og vald niður og skapa sambond í heilt smáum og virknum eindum, frá hond til hond og frá hjarta [...] eru naiv og bláoygd, tey hava einki skilt. So takið undir við Rip, Rap og Nyrup og veljið tað professionella valdið. Ella takið undir við tí, sum er innast inni, og veljið frælsi, samband og brøðralag
limir og stuðlar um ymisk viðurskifti. Og øðrvísi enn tað meti eg ikki Dagblaðið. ? Men tann skrivingn er litað av hondini, sum førir pennin. Og har kemur so bara tann eina meining fram, og. Og greinin [...] upp við blaðstjóran og politikaran? ? Ja, vit kenna tónan aftur. Men vit búgva í einum frælsum landi, og pennurin er frælsur. ? Og at gera inntriv í tað, hevði verið tað reina hasard og hevði bara givið slíkari [...] ? Hetta er »óalmindiliga« gott. Og eg seti stórt álit á, at hetta verður framt. Poul Michelsen, fyrrverandi løgtingsmaður og býráðsformaður í Havn fyri Fólkaflokkin, tekur fult undir við ætlanunum í nýggja
Luksus og eitt stórt pengaforbrúk vil altíð elva til vanlukkur og tað er tað, ið vinnumálaráðharrin leggur upp til. Ruinin í Leynum, sum okkara politikarir vóru pápar til, tá Føroyar fóru á húsagang, sigst [...] 50 milliónir. So kann forstandi siga einum og hvørjum, hvussu nógv restin, sum vinnumálaráðharrin borðreiðir við, vil koma at kosta. Vóru kommunurnar í Vágum og Klaksvík fíggjarliga sterkar, við einum f [...] undir 20.000 hvør kommunan, so kundu tær verði við til at fíggja ein part av undirsjóvartunlinum, men so er ikki. Tær allarflestu kommunurnar í Føroyum, eru skuldarbundnar, eisini tær í Vágum og Klaksvík
Line og í Vága- og Norðuroyartunlinum, nevndarlimur í Stórutjørn, Vinafelagið Føroyar-Ísrael, Hinum Føroyska Bíbliugrunninum og Kristnastovunevndini eins og í Evangelisku Røddini (EVR) í mong ár - og í øðrum [...] viðmerkingum og floygdum hugskotum. Teimum trimum so líkt. Lias (1949-1996), sum kønur tekniskur ráðgevi, Hanus (1917-1999), umboðsráðsformaður el- og orkufelagsins í mong ár, og Klæmint, stjóri og dagligur [...] sigursgongd kommunala el- og orkufelagsins hevur mangan verið stríggin - og tó fyrimyndarlig. Teim djørvu kommunalu undangongumonnum og leiðsluni fyri at takka. So umgirt, sum SEV var - og er - av fótonglum frá
okkara útisetum at ferðast millum Danmark og onnur lond á meginlandinum? Og hevur tað ikki alstóran týdning at skapa møguleikar fyri vinnuna at ferðast bíliga og smidliga, umframt at borgarar eisini kunnu [...] kuvøsutilveru á høvuðsfarleiðini millum Føroyar og Danmark. Uppskot hava verið frammi um kostnað fyri tur/retur ferðaseðil millum FO og DK fyri einastaðni millum 1000 og 1500 kr. Tað almenna skal so gjalda munin [...] hava snúð seg um kostnaðin at flúgva til og úr landinum. Heilt nátúrliga hevur Atlantic Airways verið partur av umrøðuni. Felagið er í eini reellari monopolstøðu, og avger Atlantsflog tí suverent, hvat rindast
irðið, og tað er uttan grundstykki er 1,8 mió., og tí má virðið av húsunum metast at verða 2,0 mió. Húsið treingir til ábøtur, men minnist til, at landið letur 50.000 pr. búfólk sum stuðul, og tí má roknast [...] Kommuna søkti við telefax 3.2.99. um loyvi at bjóða upp á og keypa húsini. Men vit fingu ikki svar. Vit ringdu til Søren Pram fyri at fáa svar, og hann lovaði okkum svar beinan vegin. Men einki svar kom [...] alagi 4 ferðir, eins og sakførari okkara eisini hevur rykt eftir svari. Men einki var vit fingu. Hósdag sendi eg fundarboð til týsdagin 23.2.99. Á skránni er Læknahúsini á Skála. Mánadag og týsdag rykkja vit
kostar eini 20-30 oyru meiri á útoyggj, enn aðrastaðni í Føroyum. Og tað kostar fleiri krónur í frakt at fáa eitt krov av oynni. Eru fleiri kolli til sama fólk, kostar tað fyrsta 31 krónur, og tey næstu [...] frá okkum, og siga, at landið skal gera alt fyri okkum. Vit mugu sjálvi gera vart við okkum og royna at ávirka, har vit kunnu. Hann sigur, at hann nú ætlar at savna allar skúvoyingar, og kanska fólk [...] verður gjørdur beinleiðis mannamunur á fólkið á útoyggj, og á fólki á bygd Fólk á útoyggj eru fyri stóran part sjálvbjargin við kjøti, fiski og fugli og eplum. Tvs, at tey spara landinum ein hóp í innflutningi