Johannes Olaus Vang Djurhuus: »Skapti« Tjaldurs Apotek

Hetta er fjórða greinin um tey hjá Faktorinum. Hesa ferð umrøða vit Johs, sum hann varð kallaður, og sum fekk apoteksverkið á føroyskar hendur

Johs var føddur 8. Juli 1861 í Klaksvík. Hann var triðelsta barn hjá Johan Christian Djurhuus og Onna Elisabeth f. Kjelnes, bæði ættað úr Havn.

Johannes gekk í real­skúla í Havn og fór í august 1877 til Danmarkar at læra apotekarayrkið. Hann gjørdist næmingur á Gl. Torvs Apoteki, og tók hjálparaprógv har í januar 1881. Embætisprógv tók hann í juli 1882.

Frammanundan hevði Olaf Finsen sett Svane apoteket á stovn í Havn. Johs var í starvi i Havn fyrsta summarið apotekið var opið í 1883. Hann og Olaf Finsen kend­ust frá lestrartíðini niðri.

Tá ið Johannes í sep­temb­er 1883 fór aftur úr Føroy­um, fekk hann starv á ymiskum donskum apotek­um. Hann var millum ann­að á Svane Apoteket í Keyp­mannahavn frá febr­uar 1885 til november 1887.

 

Íðin í Føroyingafelag

Nú keypir hann part í ein­um vínhandli, sum fær heitið Olsen og Djurhuus og fer at starvast við vín­sølu. Hesi árini var hann íðin limur í Føroyingafelag í Keypmannahavn. Til dømis var hann nevndar­limur árini 1891-97, men annars var hann millum teir fyrstu, sum gjørdust limir í felagnum, tá ið tað var stovnað í 1881. Og kaga vit í fyrstu song­bók­ina, prentað á føroyskum í 1892, “Føriskar vysir,” finna vit frá hansara hond fýra yrkingar. Nr. 34 “Minnir úr Førjun,” nr. 35 “Fyri Førjun” nr. 36 “Fyri Førjafølkje” og nr. 38 “Ain Førjafer.”

Í januar 1899 fór Johs aftur í starv á Svaneapotek­inum í Keypmannahavn, og her starvast hann á sumri 1909, tá ið hann fekk áheitan um at vera vikarur kom fyri Olaf Finsen, sum skuldi av landinum eina tíð.

 

Vildi gerast apotekari

í Havn

Tað er greitt, at Johannes Djurhuus hevði lagt eina ætlan, nú hann fer heim aftur til Føroyar, og tað var sjálvur at reka apotek.

Áðrenn hann leggur frá landi í Keypmannahavn, sendir hann umsókn til løgmálaráðið dagfest 3. mars 1909 um loyvi til stovna og reka eitt apotek í Havn. Longu 11. januar sama ár hevur hann skrivað umsókn til Tórshavnar Býráð um tað sama. Her vísir hann á, at síðan apoteksdeikd varð sett á stovn í 1883 er fólkatalið nærum tvífaldað. Nú búgva um 18.000 fólk í Føroyum, og læknatalið er eisini nærum tvífaldað. Teir eru nú seks í tali. Um tilsvarandi viðurskifti í Danmørk sigur hann, at har krevst fólkagrundarlag uppá okkurt um 8.000 fólk við tveimum, trimum læknum til hvørt apotekið. Hann vísir eisini á, at sjúkra­hús er í Havn, og harumframt er komið eitt bróstsjúkrahús uttan fyri Havnina og tvey sjúkrahús vóru úti á bygd. Hann nevnir eisini, at um 150 fiskiskip á hvørjum ári skulu hava medisinkistu við ymiskum heilivági.

Tórshavnar kommuma tekur undir við umsóknini út frá tí sjónarmiði, at kapp­ing er gagnlig. Heit­astur at taka undir við umsóknini var amtslæknin Jastrau. Hansara fremsta grundgev­ing er, at apotekið sum tá var, lá stak illa fyri “i bunden af en snæver mørk smøge” uttast í Tinganesi.

Amtmaðurin skilir ikki hesa grundgeving, tí ætl­aða apotekið hjá Johs lá bert 250 alin frá hinum. Kanska lá okkurt annað aftanfyri.

Løgtingið tók ikki undir við umsóknini, hóast við­komndi løgtingsnevnd tók undir við henni. Men hetta fekk ikki tann stóra týdn­ing­in. Tá ið Finsen kom heim aftur av Danm­ark­ar­ferð síni, fór Johannes Djurhuus av Svane apoteki, og við vanligum handils­loyvi stovnaði hann ein sonevndan “medisin- og materialehandel”, sum hann nevndi Tjaldurs Apothek.

Finsen vendi sær bæði til myndugleikar í Havn og Keypmannahavn og mót­mælti. Men teir fingu ikki hjálpt honum, tí gamla apotekaralógin frá 1672 var ikki lýst at galda fyri Føroyar.

Finsen royndu at stevna Johannesi. Í fyrsta umfari fekk hann eina bót uppá 200 kr, men hann varð seinni, 2. November 1911, fríkendur í Hægstarætti.

Finsens dugdi skjótt at síggja, at hetta fór ikki at ganga hjá honum. Tað vísti seg eisini, at vørur, sum Finsen ikki helt seg hava loyvi at selja, kundu fáast frá Johs.

Hann flutti tískil niður til Vejle at reka apotek har.

Í 1913 verður nýggj apotekslóg samtykt í ríkis­degnum og síðan av løg­ting­inum. Fýra dagar seinni fær Johannes Djur­huus kongaliga útnevn­ing sum apotekari. Hann keyp­ir innbúgv og vøru­goymslu frá Finsen, sum nú riggar av í Føroyum.

Johs keypti Nólsoyar­stovu í 1910 og hevði apo­tekið har. Fyri at fáa meira pláss verður ein hædd bygd oman á í 1929. Nú vóru eisini krøv sett til eitt apotek. Apotekseftirlitið helt framvegis ikki viður­skiftini hjá Johs vera nøkt­andi, men tað vildu ikki streingja á broytingar fyrr enn við eigaraskifti.

Johs opnaði deild á Tvør­oyri í 1931, og í 1932 opn­ar hann deild í Klaksvík. Johs doyr 20. oktober 1933.

Keldan til hendan part av greinini er bókin “Er tað nakað grøðandi” eftir Árna Dahl.

Tá ið Johs doyr er hann tann seinasti av Djurhuus­ættini hjá Faktorinum. Tey sum arvaðu hann vóru systkinabørn í báðar ættir.

Her má hava verið nógv­ir lutir og skrivligt tilfar. Spurningurin er um nakað kann vera til av hesum.

Annars fekk Josh tað ummæli, tá ið hann varð konfirmeraður á Viðareiði 23. apríl 1876, at hansara "kundskab" var ug, tað hægsta, sum kundi fáast og "opførsel" var mg, sum var meira miðal.

 

Egil var ein skilamaður

Tað, sum kann skoytast uppí, er viðvíkjandi bróð­ursoni hansara Egil Henn­ing. Sum longu greitt frá fekk pápi Egil, doktor Sofus, ein syrgiligan deyða í 1906. Egil flutti við abban­unum og ommuni til Havnar í 1908, har tey eftir øllum at døma búðu inni hjá Johs. Í nevndu grein varð nevnt, at Egil ikki var andaliga fullførur.

Men hetta er ein mis­skiljing. Tað finst ein dag­bók, sum Egil hevur skriv­að, og sum vísir, at hann var ein stak skilagóður drongur. Men hann var ógvuliga sjúkur og var nógv seingjaliggandi, til hann doyði í 1919. Hesa tíðina tóku Johs og systir hansara Magdalena sær av Egili. Hann skrivar eisini í dagbókini, hvør ið vitjaði hann. Hetta var fyri ein stóran part kend fólk í Havn.

Tað kemur eisini fram, at Egil hevur havt samband við mammu sína, sum fór av landinum, tá ið hann var heilt lítil. Umframt hevði hann eisini samband við mammubeiggja og omm­una í Danmark.

Hansara áhugaverda dag­bók fer at vera grund­arlag fyri fleiri Miðvikum seinni.

 

 

Komandi partur

Komandi partur verður um Eliesar Arge, urmakara í Havn og virkin í Ebenezer