Í durinum hjá Ólavi og teimum sæst, at tað hevur verið stormur náttina fyri. Ymiskt liggur í durinum, tí fjølmiðlar í vikuni mæltu fólki til at taka inn leysar lutir og surra væl, tí í nátt fór at vera stormur. Millum lutirnar hava løðan og hálvgamli frensurin funnið sær eitt skot at hvíla seg, meðan húsfólkið situr í køkinum og hyggur at myndum frá í summar, tá yngsti familjulimurin, Ólavur, varð álvarsliga skaddur.
Hjálmur í knúsi
Ólavur minnist ikki, um høvdið tók í, tá hann datt omanav vegnum í summar. Men tað sæst týðiliga á súkkluhjálminum, har mestsum allur nakkaparturin er brotin av, umframt at hann er sprekkaður fleiri staðni allan vegin ígjøgnum. Hjálmurin hevur tikið ein dyggan stoyt, ein stoyt, sum skallin hevði tikið, um Ólavur ikki var í hjálmi hendan summardagin í juni.
- Eg svímaði ikki, men fekk øgiliga ilt í armarnar. Eisini bløddi eg illa í pannuni og bløddi nasablóð, men hevði ikki ilt í høvdinum. Vinmenninir vóru róligir og bóru seg rætt at. Annar ringdi beinanvegin eftir mammu, meðan hin rann inn til ein lækna, sum búði beint við síðuna av, har eg rendi útav. Hon tók meg inn til sín, legði ís á armarnar og ringdi eftir sjúkrabili beinanvegin.
Nú gekk tað skjótt fyri seg. Fyri at binda um heilan fingur, varð Ólavur lagdur á sonevnt ’spineboard’, har hann varð spentur fastur, fyri at verja høvur, nakka og mønu á ferðini til landssjúkrahúsið við fullari ferð, har pápin fór við honum. Mamman fór heim at greiða hinum børnunum frá støðuni, og fór síðani aftan á sjúkrabilinum.
Húskið, sum býr í Hvalvík telur umframt 9 ára gamla Ólav Trygvason trý eldri systkin, mammuna Marsonnu Eikholm, sum starvast sum námsfrøðingur í barnagarði og pápan, Trygva Kalsoy Joensen.
Ongan skaða í høvdið
Á landssjúkrahúsinum varð Ólavur skurðviðgjørdur í meiri enn fýra tímar, meðan foreldrini fjálturstungin bíðaðu. Støðan var hendan:
- Bæði handlið vóru illa brotin
- Vinstri albogi var í knúsi
- Eitt 8 cm langt sár tvørtur um pannuna
- Ein brotin tonn
- So hovin um alt andlitið, at hann ikki fekk hugt
Heilin hevði ongan løst fingið. Brot og skursl grógva og lekjast við tíðini, meðan skaðar á høvur ofta hava við sær drúgvan ella varandi skaða. Ólavur fekk gips frá báðum hondunum og uppundir herðarnar, og var tí púra óhjálpin tær fimm vikurnar, hann lá við gipsi. Sum frá leið fekk hann tó so smátt spælt okkurt telduspæl.
Dottin fyrr á súkklu
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ólavur er dottin á súkklu. Fyrru ferð var hann bert 6 ára gamal. Tá vóru hann og ein vinmaður súkklutúr, og Ólavur súkklaði útav vegnum.
- Ta ferðina var eg ikki í hjálmi, tí eg tímdi ikki heim eftir honum. Eg fekk hol á høvdið og pentur. Síðani tá havi eg altið brúkt hjálm.
Brúkið høvdið!
Ólavur og vinmenn hansara súkkla næstan hvønn dag, tá tað viðrar.
- Tað er stuttligt at súkkla í Hvalvík og Streymnesi, tí her er slætt og ikki nógvir bilar. Vit sleppa skjótt hagar vit vilja, og fara ofta eisini bara ein súkklutúr. Eg brúki altíð hjálm, og tað gera vinmenninir eisini. Haldi, at vinmenninir eru vorðnir raskari at brúka hjálm aftan á mína vanlukku. Eg eri eisini meiri ansin nú enn áðrenn. Eg rokni ikki við, at eg hevði verið her í dag, um eg ikki brúkti hjálm hendan dagin í summar. Tí vil eg fegin siga við øll børn í Føroyum, at tað er umráðandi at brúka hjálm – hvørja ferð!
Takksom og eyðmjúk
Marsanna, mamma Ólav, er sannførd um, at Ólavur var ikki hjá teimum í dag, var hann ikki í hjálmi.
- Hjálmurin eigur lívið í Ólavi, og hann er komin ómetaliga væl fyri seg. Tað eru bert slakir tríggir mánaðir síðan vanlukkuna, og einasta hann hevur at dragast við er, at kensluevnini í trimum fingrum ikki eru sum tey eiga enn. Hann venur armar og fingrar í samráði við ergoterapeut, fyri at fáa hetta í rættlag. Hann hevur í dag einki mein í høvdinum.
- Eg eri fegin um at síggja, hvussu væl hann hevur megnað at koma til sættis við hesi støðuni.
Vit eru ómetaliga takksom, at hetta endaði so væl. Hann var so ússaligur og óhjálpin, at tað kravdi, at vit vóru um hann alla tíðina. Tí var tað ringt at sleppa honum aftur, tá hann varð frískur. Í dag havi eg eitt sindur av ampa, tá hann súkklar, og eri kanska meir á varðhaldi, men vit mugu trúgva uppá, at hann klárar seg – ið hvussu er veit eg, at hann ongantíð súkklar uttan hjálm.
………………………………………………………………………………………..
Uppskot um boxir:
Box 1:
15% brúka súkkluhjálm
Norðurlendska hugburðskanningin frá várinum 2010 vísir, at 64% av føroyingum ongantíð brúka súkkluhjálm, at 21% gera tað viðhvørt, meðan 15% altíð brúka súkkluhjálm. Samanborið við hini norðurlondini, eru parturin av teimum, sum ongantíð brúka hjálm størstur í Føroyum.
Her skal havast í huga, at føroyingar í mun til hini norðurlondini ikki súkkla nógv, men at ábendingar eru um, at áhugin fyri at súkkla er vaksandi.
Kelda: www.nordicroadsafety.org
Box 2:
Hjálmur bíligur lívbjargari
Hann forðar tær ikki í at detta av súkkluni ella at tú verður ákoyrd/ur, men hann verjir høvdið, so skaðin gerst minni álvarsamur.
Fólk á súkklu hava stóran vanda í ferðsluni í mun til onnur í ferðsluni. Súkklan gevur onga vernd móti vanlukkum, og vandin at fáa skaða á høvdið er stórur. Eitt vaksið fólk kann bróta skallan og fáa stóran heilaskaða, fær tað eitt slag móti skallanum við einari ferð á 20 km/t. Verður tú kastað/ur av súkkluni í samanstoyti, verður ferðin nógv hægri enn tað. Sjálvt lutfalsliga smáir skaðar á høvd kunnu hava við sær varandi trupulleikar, sum høvuðpínu, ørilsi, trupulleikar at hugsavna seg og ovurviðkvæmi fyri ljósi.
Kelda: www.tryggtrafikk.no
Box 3:
Soleiðis virkar hjálmurin
Hjálmur dempar stoytin, so at slagið móti høvdinum ikki verður so hart. Eisini javnar hann megina í stoytinum yvir eina størri flatu, so at allur løsturin ikki bert rakar høvdið í eitt punkt. Brúkar tú hjálm, minkar tú um vandan fyri løsti á høvdi við 60-80%.
Kelda: www.tryggtrafikk.no
Box 4:
Tá tú keypir hjálm
- Fyri at fáa góða vernd, má hjálmurin verja pannu, skalla, vanga og nakka.
- Hann má hava rætta stødd, og kunna stillast soleiðis at hann situr væl
- Tryggja tær, at hann lýkur almenn trygdarkrøv – merktur við CE 1078