Ein segði við meg henda dagin: Eru tað tríggir, sum standa saman í føroyskum politikki, so eru tað Rip, Rap og Nyrup. Onkur mundi vera bilsin tann søguliga dagin, 17. mars í fjør, tá ið Nyrup fór av fundi, sum hevði verið avtalaður og fyrireikaður í tvey ár og vendi sær einsamallur til fjølmiðlarnar. Tá avdúkaði hann fyri okkum, hvørja virðing hann hevði fyri føroyska landsstýrinum, føroyska løgtinginum og føroyingum yvirhøvur. Men hann var ikki einsamallur, tí aftan fyri seg hevði hann Rip og Rap, sum klappaðu hart, og sum síðani ikki hava forsømt ein einasta kjans at syngja í sama kóri, sum hann. Teir taka fult og heilt undir, og viðhvørt kann tað minna um hesa gomlu teknirøðina, sum tá æt Anders And: Rup segði fyrsta partin av einum setningi, Rip segði tann næsta, og Rap gjørdi setningin lidnan.
Nú hevur hann gjørt tað aftur: At siga við okkum einaferð enn, at vit kunnu gera akkurát, sum vit vilja. Vit kunnu semjast um hetta ella hatta, atkvøða so ella so, men tað eru teir, sum seta treytirnar. Og fagnaðurin hjá teimum, sum vilja hava stikið at standa, hetta heilaga stikið, sum teir kalla sína ?smertugrensu?, hevur verið hareftir hesa seinastu vikuna, síðani Nyrup segði 4 ár: ?Skilja tit tað nú?? siga teir. ?Tað nyttar einki, hvat tit siga og halda og kanna og gera og ætla. Tit hava ikki skilt, hvat tað veruliga valdið er, tit eru reinir amatørar, naiv, bláoygd og láturlig.? Bara tað at hugsa um fullan avgerðarætt og fulla ábyrgd skal revsast líka hart og vera líka so dýrt sum at taka henda rættin, segði Nyrup. Og meiningarkanningin, mitt í skelkinum, tyktist at vísa, at valdið fær altíð rætt. Í fyrsta umfari í øllum førum.
So nú er stundin komin hjá øllum amatørum og øllum blá- og reyðoygdum droymarum at rannsaka seg sjálvar. Tað er ikki lætt, og eg má viðganga fyri mær sjálvum, at eg eri ein av teimum, sum nú í nøkur ár havi sæð nýtt áræði, nýtt treysti og eitt heilt øðrvísi og miðvíst arbeiði í føroyskum politikki aftan á øll árini við svansi oman á svans. Eitt arbeiði fyri at lýsa fyritreytir og møguleikar, eitt arbeiði, aftan á eina hálva øld við tómum tosi, at skapa eitt eftirfarandi støði at standa á, eitt støði at tosa útfrá og eitt støði at vera ósamd útfrá. Ella havi eg bara droymt tað?
At rannsaka seg sjálvan er serliga ringt beint nú hjá einum amatøri, sum samstundis er bæði javnaðarfólk og sambandsfólk. Ein sovorðin amatørur eri eg.
Eg eri javnaðarmaður. Tann stóra kollveltingin, sum fór um Europa í farnu øld er ikki endað. Frælsi, javnaður og brøðralag, øll tann rørslan, sum lyfti tey fátæku og tey kúgaðu upp úr djúpari neyð og gjørdu tey til fullar, javnsettar borgarar í ein opnum, fólkaræðiligum samfelagi, tann rørslan endar ikki í Bryssel ella á børsunum í New York, London og Tokyo. Hon er ikki endað í tí floyminum av ríkidømi, sum hevur gjørt fólkið í vesturheiminum til heimsins gribbar. Tí einaferð, um ikki so langa tíð, fara eisini vit at síggja, at okkara ríkidømi kemur úr neyðini hjá øðrum. Neyðin í ídnaðarlondunum tá, henda neyðin, sum skapaði javnaðarrørsluna, stendur nú í øllum heimsins fátæku londum, størri, ræðuligari og meira umfatandi enn nakrantíð. Fæloysingarnir eru nú so nógvir í tali og neyðin so djúp, at hvørki olmussur ella verjugarðarnir hjá EU ella rakettskjøldurin hjá amerikanarum muna nakað afturímóti. Tey fara at krevja sín rætt, tey fara at krevja, at eyðræningin hjá teimum ríku og sterku heldur uppat, og at allur heimurin fær frælsi, fær javnaða og brøðralag. Eingin kann longur vera javnaðarmaður bara í sínum egna landi.
Eg eri sambandsmaður. Eg eri heitur fyri øllum góðum sambandi við Danmark, við tað danska ríkið, við tað danska fólkið, við danska mentan, list, gransking, kunnleika og dugnaskap. Vit hava nógv at læra frá teimum og frá so mongum øðrum við. Eg eri heitur fyri sambandi við Norra, Svøríki, Finnland, Ísland, Grønland, Skotland, og eg eri heitur fyri sambandi út um allan heim. Sambandið er onnur stóra kollveltingin, og heldur ikki hon endar endar inni í verjuskansunum hjá teimum ríku ella í tykisheimunum, tí tóma virtuella rúminum, sum tað ljóðar at øll, ið eiga pengar, skulu sleppa at spæla sær í um stutta tíð. Tvørturímóti síggja vit byrjanina til sambond, sum fara egnar leiðir og heilt aðrar leiðir enn tær, sum Microsoft og Pentagon hava ætlað. Leiðir, sum fara at bróta reglur og vald niður og skapa sambond í heilt smáum og virknum eindum, frá hond til hond og frá hjarta til hjarta. Eingin kann longur vera sambandsmaður bara heima hjá sær sjálvum.
At hugsa sær eina øðrvísi verð, enn hana vit kenna, er naivt, fáa vit at vita. At hugsa sær aðrar treytir, enn tær, sum vit so leingi hava góðkent at onnur seta okkum, tað er bláoygt, sigur Rip. Tað er at skapa stríð og ótryggleika, sigur Rap. So latið okkum fáa amatørarnar burtur og teir professionellu aftur. Soleiðis siga teir, sum eru javnaðarmenn bara í sínum egna landi og sambandsmenn bara heima hjá sær sjálvum. Teir hugsa kanska um professionalismuna hjá tí fyrra landsstýrinum ella hjá teimum ráðandi upp gjøgnum alt svansið (?Tað er lætt at vera bakklókur?, var tað einasta oddamaðurin í meira enn 20 ár hevði fingið burtur úr løgtingsfrágreiðingini um 80-árini). Latið teir professionellu sleppa framat. Tá verður aftur trygt, siga teir, og tá verður aftur friður innan fyri tað stikið, sum tær mongu ríkisgávurnar seta uttan um okkum øll.
Jú, kanska kann hetta stikið haldast uppi enn eina tíð við harraboðum og hóttanum. Men tað fer av sær sjálvum, fyrr ella seinni, tí verðin er broytt. Og tað fer fyrst og fremst, tí at eitt nýtt treysti tók seg upp, ein nýggjur hugur og eitt virkið arbeiði at skapa eitt nýtt og trygt grundarlag í staðin fyri ta móruna, ta ógreiðuna og tann mjørkan, sum vit hava gingið í so leingi.
Tað nýggja stríðið fyri frælsi, javnaði og brøðralagi er byrjað. Borgirnar verða kringsettar, tað sameinda og veruliga heimsvaldið, WTO, IMF, Heimsbankin og hvat tað alt eitur, fær ikki hildið sínar fundir í friði, rópini standa í gøtunum. Kravið um, at spekulantarnir skulu skatta, hvørja ferð teir spekulera milliónirnar og milliardirnar úr einum gjaldskála í ein annan, veksur um øll lond, og kravið er, her sum har, rættindi og rættvísi heldur enn olmussur burtur av tí rænda avlopinum. Her eru milliardirnar av heimsins fólkum, tey vilja ikki vera trælir longur. Men valdið sigur, at tey eru naiv og bláoygd, tey hava einki skilt.
So takið undir við Rip, Rap og Nyrup og veljið tað professionella valdið.
Ella takið undir við tí, sum er innast inni, og veljið frælsi, samband og brøðralag.