karmarnar, fær teir neyvan, og sum menningin á undirvísingarøkinum er í løtuni, so er neyðugt at Føroyar hevur eitt vælvirkandi og kappingarført umhvørvi, sum liggur savnað á einum stað, og liggur tað best í h [...] høvuðsstaðnum, so hevur menningin rakt miðbýin og gongugøtuna eins meint og nógvar aðrastaðni í størru býunum á fastlandinum, har okkara gongugøta stórt sæð er burtur og miðbýurin er deyður sum býrúm. Handilssentrini [...] Trondheim var millum best umtóktu býir, og komst hetta m.a. av einum góðum lestrarumhvørvi. Men eins og í Esbjerg kunnu vit spyrja: Hevur Kambsdalur, Vestmanna og Hov eina framtíð sum lestrarbýir? Hevur
Uppreisturin, kærleikin og frælsið, tey trý heilagu orðini, vásaklødd, lukta av sliti og erligheit. Soleiðis vil eg liva, doyggja kann man altíð. Soleiðis sigur skaldið, og tey sum í sínum stilla sinni [...] danskari fellu, sum tung verður at sprakla seg leysa úr aftur. Tað eru og verða ongar semjur við danir sum loysa Føroyar úr donskum hafti, og einasti skjøtulin sum settur er á, í so máta, var tá ið Tjóðveld [...] av sær sjálvum, - við tíðini. Og okkurt bendir á, at stýringin hesi fimm árini meira er eitt produkt av emotionellari dialektikk heldur enn av hygnum og køldum metingum og avgerðum í hvørjum einstøkum føri
er, sum fer fram, er kanska gagnligt at líta at, hvussu ber tað til, at ognarviðurskiftini til jørðina í Føroyum eru sum tey eru blivin. Føroyar eins og Amerika Í fyrstuni vóru Føroyar eins og Amerika [...] nýggjar leiðir og einskildu jørðina. Hetta var ein partur av tí umskiping, sum førdi við sær at Svøríki vann á Noreg/Danmark og tók stórar og virðismiklar partar av hesum ríkjum. Hjá norðmonnum og dønum var [...] endurgjald, og tað ger at virði á trøðni er minni enn tað annars hevði verið, og at kapitalur er lítil, sum kann reisast við veð í henni. Framstig eru tó hend Tann sum stendur uppi við Hotel Føroyar og hyggur
millum Congo og Belgia. Her kom hann fram á, at ikki alt ruggaði rætt. Skipini komu heim við dýrari last, fyrst og fremst fílabein og gummi, meðan vøran, sum fór avstað aftur, var mest vápn og marglætisvørur [...] Slave State”, og hann kom út í 1903. Hann telur 112 síður og her verður fyri hvønn landspart í Congo sær greitt frá støðuni. Eisini er eitt yvirlit yvir inn- og útflutning hjá Congo, og her eru tøl sum [...] í álvara, og nú kemur ein frásøgn frá fundi hjá Dollanum. Hetta man helst vera frá umrødda fundinum í Edinburgh. Greinin er í The Western Africa Mail tann 27. november, og er soljóðandi: Fer Europa at
minnist.” Aðrastaðni kemur tað fram, at minni kunnu verða varðveitt og koma fram við at skriva: “Og tey verða til aftur – minnini, eg gloymdi - tá eg velji at framseta tey hvít og snøgg”. Grundleggjandi [...] seg um at arbeiða, skriva og treiskast móti gloymskuni – hví? Tí okkara fatan av søguni hevur týdning. Søgan leggur afturat samtíð og framtíð okkara og gevur okkum ta víðskygni og klárskygni, sum okkum tørvar [...] ført við sær eina fakliga einsrættan, og klassiskar lærugreinar sum heimspeki, fornaldarfrøði og latín eru viknaðar, og eisini hástigini í lærugreinum sum alisfrøði og evnafrøði eru minkað saman við t.d.
loysing úr Danmark og harvið úr Europa (og tengjast at Íslandi), fara tey ungu av álvara at rýma av landinum, meðan tíð er. Føroysk mentan og føroyskt mál fer tá so líðandi í skjala-og forngripagoymsluna [...] búleikað í Føroyum í 1000 ár. Og ”Havborgin fría” hjá Janusi fer framhaldandi at vera heimstaðurin hjá komandi ættarliðum. Kensluborið eins og veðurlagið við buldri, stormi og í logn. Men sekteriskar d [...] av tí mikla og sera ódámliga politiska stríði, sum tók seg upp um ein komandi undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Tórshavnar kommunu. So hvørt sum stríðið fløktist og harðnaði og varð avsporað
talar meir og setir seg fastari í sinni, sum hon er, enn um hon stóð fullbygd. Eins hugsan fer aftur í tíðina og fram kemur sjón: Henda forna miðaldarleivdin lyftist upp og stendur stór og prúð sum stásiligur [...] reiðari er fallin, og hansara virki stendur og ridlar. Símun keypir sær bát og leggur ætlanir um at byggja havn og kirkju í síni heimbygd. Tað eru m.a. framfýsnið hjá tí einstaka smámanninum, og møguliga eisini [...] tíðarskeið verið tætt tengd at politiskum flokkum - og av tí sama ofta verið trong og einoygd, smásint og brigslut. Frá fyrstu løtu víðkar Martin Joensen rásarúm og skoðan í sínum blað, skrivingin verður hóvligari
stovnurin fekk nýtt navn og nýggjan samleika við nýggjum búmerki. Navnið Fiskirannsóknarstovan fer við tíðini at fara í søguna, og nýggja navnið – Havstovan – verður tað, sum eftirtíðin fer at halda seg til. [...] Laboratorium í Tórshavn opið alt árið, og vit síggja, at fíggjarárið 1959/1960 fer játtanin munandi upp. Tað er hetta árið, at Jákup Sverri Joensen kemur úr Danmark, og vit siga, at stovnurin fór undir sítt [...] stuðul og samstarvsfelagi – og ikki mótpartur – hjá fiskimonnum. - Skyldan hjá báðum pørtum er stór, og ábyrgdin er ikki minni. Jacob Vestergaard helt, at samstarvið millum fiskifrøði, fiskimenn og politikarar
ellu kvinnurnar. - Tað skal sera nógv venjing til og sum er, venji eg millum 20 og 35 tímar um vikuna. So tað krevur bæði tíð og orku. Onkuntíð kemur tað tó fyri, at eg ikki tími út at venja, til dømis [...] ironman er 9 tímar 34 minuttir og 50 sekund * Styrkin er, at hon er góð til at kombinera svimjing, súkkling og renning, og ikki hevur nakra yndisgrein. * Saman við Joan Bláfoss og Súsannu Skylv er Karina Ottosen [...] ironman-kapping. - Eg varð bergtikin av tí beinanvegin, og eg byrjaði í smáum. Var við í onkrum smærri kappingum, eins og venjingin spakuliga gjørdist størri og størri partur av lívinum. - Tá eg fór undir at útbúgva
tað er so spennandi og gott at arbeiða við glasi! -Mær hevur altíð dámt at arbeiða bæði við málningalist og skulpturum, og glaslistin hevur hesi bæði í sær. Tú sær gjøgnum glasið, og av tí at tú formar [...] primitivum førum saman við írska rithøvundanum og ævintýraranum Tim Severin. Í fjør vórðu teir báðir á stórhvalaveiðu á leiðini millum Indonesia og Australia. Og eins og á undanfarnu ferðum sínum tvørtur um Kyrrahavið [...] Atlantshavið og inn í Svartahavið, hevur Tróndur gjørt sínar so eyðkendu og vøkru tekningar. Timmurin, sum Tróndur so vinsælt og fryntliga, umrøður henda írska ævintýraran, listamannin og fyri alt tað