Hann man vera ein av okkara kendastu listamonnum, ja kanska hann í útheiminum er kendasti núlivandi føroyingur í dag. Navnið er Tróndur Patursson og skuldi verið óneyðugt við nærri umrøðu. Nú um dagarnar varð filmur um listamannin í Kirkjubø vístur í donskum sjónvarpi.
Hóast Tróndur er sera virkin og arbeiðssamur við sínum gerandis listauppgávum, so er hann eisini noyddur at brúka ein part av tíð síni til at vísa fram listaverkini. Og nettup í hesum døgum hevur Tróndur úr at gera í so máta. Hann skal komandi tíðina vera við á ikki færri enn fýra listaframsýningum í útlandinum, trimum í Danmark og eini í París.
Í løtuni luttekur Tróndur saman við nógvum øðrum føroyskum listafólkum á stóru framsýningini í Den Frie á Sælandi. Henda framsýningin endar 18. apríl.
Eftir hetta gongur leiðin til Cristianshavn í hjartanum á Keypmannhavn. Har skal Tróndur vera við á framsýning í ?Kastellerne? saman við einum svia, einum norðmanni, einum finna, einum íslendingi og einum grønlendingi.
Triðja framsýningin í Danmark verður í ?Kasternerne? undir jørð á Fredriksborg slotti. Hetta er eitt sera serstakt framsýningarstað í eini gamlari vatngoymslu og minnir ikki sørt um katakombur. Tað er ?Glasverkstaðurin? sum stendur fyri framsýningini. Tað vera umleið 5-6 listamenn við, ið allir fara at vísa fram listaverk úr glasi. Henda framsýningin verður í juni-juli.
Danmark lopfjøl út í stóru verð
Tróndur sigur við Sosialin, at tað hevur týdning at kunna vísa fram listaverk í Danmark, men hann metir hesar framsýningar sum eina lopfjøl víðari út í heim, og hann dylur ikki fyri, at tað hevur nógv at siga at kunna luttaka á listaframsýningum í eitt nú París.
Hann hevur verið við á framsýning har áður, men bara saman við nógvum øðrum. Nú er so ætlanin, at hann einsamallur skal hava eina framsýning við málningum og nøkrum av glaslistaverkunum.
Framsýningin í París verður í mai og er hetta besta tíðin til framsýningar. Hon verður í einum sera spennandi høli, ið liggur í Látínarbýarpartinum við síðuna av Picassomuseum.
Ætlanin er at hava eini 20 málningar og 7 glasverk við á hesi framsýning, herímillum fuglaframsýningina, sum hevur verið í Listaskálanum tó verður hon nakað broytt.
Glasið dregur
Tróndur Patursson er ein sera fjølbroyttur listamaður og hevur roynt seg við á nógvum økjum. Í dag viðgongur hann, at glasið er tað, sum dregur mest. Ikki tí - hann byrjaði longu at arbeiða við glasi fyri 17 árum síðani. Eitt tað fyrsta listaverkið úr glasi var gosvatnið í SMS.
Síðani eru nýggj listaverk úr glasi vorðin til hvørt eftir annað, og í dag standa mong av hesum listaverkum á ymsum plássum í Føroyum og í Danmark. Her kunnu nevnast glasið í Gøtu kirkju, sum má roknast sum eitt av høvuðsverkunum í glaslitini hjá Tróndi. Har eru so eisini steinarnir uttan fyri Norðurlandahúsið, relieffið á flogvøllinum og tað á Eysturskúlanum osfr.
Fyri tey, sum sóu óvanliga vøkru og sjáldsomu framsýningina við glasfuglunum hjá Tróndi í Listaskálanum herfyri, er tað neyvan nakar fremmandur tanki, at glaslist hansara uttan iva fer at vekja bæði ans og áhuga í útheiminum, bæði í Danmark og Fraklandi.
Sjálvur heldur Tróndur, at glasið hevur fingið eina renesansu nú uppá tað seinasta, serstakliga tí, at teknikkurin í dag er vorðin so góður. Tað letur seg gera, uttan at taka hædd fyri stødd, at gera nógv ymisk listaverk úr glasi. Tróndur hevur sjálvur ovn í Kirkjubø, har allar skitsur og øll forarbeiði til glaslist hansara verða gjørd, men tað er serstakliga í stóra ovninum á Glasverkstaðnum í Danmark, at hann fær gjørt stór verk. Har nýtist man ikki longur at brúka blýggj, tí partarnir kunnu setast saman við silikone.
-Eg haldi eisini, at arkitektarnir eru farnir at fáa eyguni upp fyri glaslistini, og sum ikki einaferð eru teir í USA fremri á hesum øki. Har verða heilt stór gløs brúkt, men eisini í Fraklandi og í Italia vinnur glaslistin fram.
Tróndur heldur, at man eisini í Danmark nú er við at fáa eyguni upp fyri møguleikunum glasi gevur í listahøpi.
Breyt upp úr nýggjum við konteynaranum
Tað var annars nettup við einum heldur óvanligum glaslistarverki, at Tróndur fann sær eitt pláss í mongum donskum listahugaðum hjartað, tá Keypmannahavn fyri eini tíð síðani hátíðarhelt ein av stóru føðingardøgum sínum. Tá hevði Tróndur prýtt ein vanligan konteynara innan við littum glasverkum av ymsum slag. Ikki færri enn 93.000 danir vitjaðu konteynaran við glaslistini hjá Tróndi. Sjálvur heldur Tróndur, at hetta tiltakið var við til at fáa hansra glaslist kenda í Danmark. Í fjør var hann tí eisini biðin um at hava ein glasframsýning í Jútlandi. Tá var tað, at hann brúkti fuglamotivini. Hann hevði 8 fuglar við á framsýningini, og hesir blivu fleiri túsund í tali - ein heilan fuglaflokk - orsakað av speglvirkninginum.
Listamaðurin í Kirkjubø sigur annars, at tað er ómetaliga dýrt at arbeiða við glaslist. Tilfarið kostar nógv, og tí hevur hetta ikki givið nakað yvirskot, men sjálvur sær hann eina framtíð í glaslistini. Tað fer at muna betur, tá hann fær nakrar størri uppgávur.
Tað hava eisini verið boð eftir honum til størri uppgávur eitt nú til eina kirkju í Odense. Men har kom tíanverri speril í, arkitekturin og meinigheitsráðið ikki kundu semjast.
Hóast Tróndur eisini hevur gjørt størri arbeiði úr glasi í Føroyum, so er tað ringt at fáa størri uppgávur her. Tó vónar hann at fáa onkra uppgávu í onkrum nýggjum bygningi, og kanska longu samtíðis sum hann verður teknaður.
Tróndur var eisini við í eini ætlan at gera glasarbeiði til flogvøllin í Kastrup. Teir høvdu gjørt skitsur men vórðu so steðgaðir av trygdarorsøkum. -Hetta var eitt stórt vónbrot fyri meg, tí tað sýntist at vera ein lívsuppgáva, men leggur hann aftrat - seinasta orð er kanska ikki sagt í hesum máli enn.
Glaslistin hevur nógv í sær
Vit spurdu Trónd, hví tað er so spennandi og gott at arbeiða við glasi!
-Mær hevur altíð dámt at arbeiða bæði við málningalist og skulpturum, og glaslistin hevur hesi bæði í sær. Tú sær gjøgnum glasið, og av tí at tú formar tað, eru har bæði litir og skulpturur. Tað er tað, sum er so spennandi, og so passar tað so gott til eitt føroyskt temperament. Tað er so eisini hetta við ljósinum og tí glerutta, sum vit hava so nógv av um okkara leiðir.
Tróndur sigur víðari, at nú hann hevur fingist so mikið nógv við havmyndir, so er tað í veruleikanum einki, ið kann endurgeva havið og veðrið, eitt nú regnið - betur enn júst glasið kann tað.
Vit spurdu Trónda, hvat hann kundi hugsað sær øðrvísi í sambandi við list sína. Hann heldur sjálvur, at tað er stórt spell, at konteynaraverkið, sum kanska hevur tað tað mest hepna og mest nýskapandi innan list hansara, ikki hevur fingið eina betri lagnu. Við tí meinar hann, at konteynarin, sum í dag stendur ?einsamallur og kaldur? uttan fyri Listaskálan, hevði uppiborið at verið betri presenteraður, eitt nú kundi hann verið fastur partur av av skálanum, soleiðis at fólk, sum vitjað hava í Listaskálanum, skulu ganga út gjøgnum konteynaran aftur. Tað var hiti í honum, og hann fórst ikki.
Nú Tróndur Patursson hevur ikki færri enn tríggjar framsýningar í Danmark hevur hann roynt flestu øll tey mest týðandi framsýningarstøðini har. Og tí er tað eisini heilt náttúrligt at leita til onnur lond. Tað kemur so eisini av sær sjálvum, tí tær mongu framsýningarnar í Danmark eru sum so eitt atgongumerki til at vísa fram í øðrum londum eisini.
Tróndur hevur annars fingið tilboð at arbeiða á einum glasverkstaði í USA og síðani at hava eina framsýning har eisini. Eisini stendur honum í boði at fara til Estlands.
Fuglamotivið
Nú tað er vorðið so populert at arbeiða við glasi spurdu vit Trónd, hví hann hevur valt at brúka fuglamotivið so nógv!
-Tá eg var smádrongur og tað var ódnarveður, var tað besta eg visti at fara oman í fjøruna og har hyggja eftir fuglunum. Man droymdi seg burtur sum var man á flogi sjálvur. Og skal tú endurgeva fuglin, tað verið seg skúgvin, rituna ella havhestin, so er glasið tað besta til endamálið.
Ongantíð verið í Mykinesi - Skúvoy ella Dímun
Tróndur er ikki bert listamaður. Hann man uttan iva vera ein tann størsti ævintýrarin, ið livað hevur her á landi. Vit minnast øll djørvu ferðir hansara um fleiri av heimsins høvum í sera primitivum førum saman við írska rithøvundanum og ævintýraranum Tim Severin.
Í fjør vórðu teir báðir á stórhvalaveiðu á leiðini millum Indonesia og Australia. Og eins og á undanfarnu ferðum sínum tvørtur um Kyrrahavið, um Indiska havið, Atlantshavið og inn í Svartahavið, hevur Tróndur gjørt sínar so eyðkendu og vøkru tekningar.
Timmurin, sum Tróndur so vinsælt og fryntliga, umrøður henda írska ævintýraran, listamannin og fyri alt tað vinmannin, kemur aftur til Føroya í næstum. Hann er um at verða liðugur við bókina og filmin um stórhvalaveiðu saman við teimum innføddu frá primitivum bátum og við primitivum amboðum.
Tróndur hevur gjørt tekningar til hesa eins og fleiri av undanfarnu bókum Tim Severins. Ætlanin er at hava eina framsýning við tekningunum í Norðurlandahúsinum um somu tíð sum Tim Severin heldur fyrilestur um sjáldsomu ævintýrferð teirra.
Hóast Tróndur hevur brúkt stóran part av lívi sínum at ferðast í fremmandum londum og á fremmandum høvum, so hevur alskurin til Føroyar altíð verið stórur. Kortini kennir hann seg eitt sindur illa av ikki at hava verið á landi í fleiri av oyggjunum í Føroyum og viðgongur, at hann hevur ongantíð sett fótin á land í Mykinesi, í Skúvoy ella í Stóra Dímun. - Hetta kann tykjast løgið, men verða stundir til tess, so fer tað ikki at vara so leingi, at eg eisini hava vitjað hesi trý av okkara so vøkru og sjáldsomu plássum. Men Tróndur sigur seg vilja brúka vanligu farleiðina við báti ella skipi. Hann ætlar sær ikki at brúka tyrluna at vitja hesar útoyggjar.










