Tað lættasta er at gevast

- Tá man hevur svomið 4 km, hevur súkklað í 3 tímar, og man veit, at man framvegis hevur 2 tímar eftir á súkkluni, umframt eitt heilt maraton, tá kann man viðhvørt seta spurnaðartekin við, hvat tað er, man er farin í holt við. Tað sigur Karina Ottosen, sum í summar fekk silvur í altjóða Ironman-kapping og kvalifiseraði seg til HM

Ein nærum 4 km langur svimjitúrur. Síðani ein súkklutúrur á meiri enn 180 km. Og so eitt heilt marathon á 42,2 km. Alt skal gjøgnumførast út í eitt –og so skjótt sum gjørligt. Tað er eitt ironman.

Bara tankin man vera nóg mikið til, at tey flestu missa ondina, men Karina Ottosen úr Havn er púra bitin –og hon heldur tað enntá vera stuttligt.

- Eg havi roynt allar ítróttargreinar, sum eru í Føroyum. Serliga rógving og flogbólt dámdi mær væl, men tað var ikki fyrr enn seinni, at eg fekk eyguni upp fyri Ironman, greiðir Karina frá.

Nú hevur hon vant í 5 ár, og í summar megnaði hon at kvalifisera seg til HM í ironman - fyri aðru ferð. Hon hevur tó ikki ráð at luttaka, og tí venur hon nú ístaðin til eina vanliga ironmankapping, sum verður í november.


Alsamt meiri venjing

Tað var, meðan Karina var guide á La Santa Sport, ið er eitt stað, har sera nógv ítróttarfólk koma at venja, at hon fyrstuferð upplivdi eina ironman-kapping.

- Eg varð bergtikin av tí beinanvegin, og eg byrjaði í smáum. Var við í onkrum smærri kappingum, eins og venjingin spakuliga gjørdist størri og størri partur av lívinum.

- Tá eg fór undir at útbúgva meg til fysioterapeut í Keypmannahavn vóru 20 km millum skúlan og íbúðina. Tá keypti eg mær eina ordiliga súkklu og súkklaði altíð báðar vegir. Og so var eg við í onkrum styttri kappingum. Men tað var ikki fyrr enn í 2005, at eg byrjaði at kappast av álvara.


Yvirtala seg sjálva

Nú, fimm ár eftir, at hon byrjaði, hevur Karina verið við á trimum heilum Ironman kappingum, umframt fleiri hálvum. Hon hevur eisini kappast í triathlon og í OL-distansuni av ironman, sum er ein styttri útgáva. Og tað gongur strúkandi hjá henni. Seinasta ironman kappingin var í juli, og tá gjørdist hon nummar tvey millum professionellu kvinnurnar.

- Tað skal sera nógv venjing til og sum er, venji eg millum 20 og 35 tímar um vikuna. So tað krevur bæði tíð og orku. Onkuntíð kemur tað tó fyri, at eg ikki tími út at venja, til dømis um veðrið er keðiligt, ella um eg havi nógv annað at gera.

- Men óansæð hvussu nógv talar ímóti, so fari eg altíð út. Tað gevur eina góða kenslu, tá eg klári at yvirtala meg sjálva. Eg hugsi, at ”akkurát hendan venjingin er tað, sum ger, at eg fari at vinna á teimum, sum ikki tíma út at venja í kvøld”, greiðir Karina frá.

Hóast teinarnir kunnu tykjast svakliga langir fyri vanlig fólk, so sigur Karina seg einans hava havt positivar upplivingar við kappingunum.

- Sjálvandi sníkja onkrir negativir tankar seg inn, meðan man er til kapping. Tá man hevur svomið 4 km, hevur súkklað í 3 tímar, og man veit, at man framvegis hevur 2 tímar eftir á súkkluni, umframt eitt heilt maraton, tá kann man viðhvørt seta spurnaðartekin við, hvat tað er, man er farin í holt við.

- Men tað lættasta er at gevast. Tað er so lætt at steðga og bara fara heim. Men tá tann tankin kemur sníkjandi, so verði eg treisk. Eg skal so aldrin taka lættastu loysnina, tí eg havi vant so nógv. Eg SKAL gjøgnumføra. Og tá man klárar at pressa seg forbí teir uppgevandi tankarnar, so vendist hugburðurin til, at ”hetta klári eg saktans”.

Karina leggur dent á, at tað eisini hevur stóran týdning, hvørji mál man setur sær sjálvari.

- Tað týdningarmesta fyri meg er at gjøgnumføra og at hava tað stuttligt. Tey, sum vilja hava eina ávísa tíð, gera tað ofta verri fyri seg sjálvi og økja bara trýstið.


Venjing, venjing, venjing

Karina greiðir frá, at hon altíð fyrireikar seg sera væl, áðrenn hon fer til eina kapping.

- Eg havi gjørt hetta í tilsamans 5 ár. Summi, sum melda seg til kappingarnar, venja í 4 mánaðir, og so halda tey seg vera í góðari venjing. Men tað tekur minst eitt ár at venja til eitt ironman, og tað vísir seg eisini, at tey, sum noyðast at steðga ella ganga undir marathoninum, ikki hava vant nóg leingi og nóg miðvíst.

- Hetta er ikki ein ítróttargrein, sum man íðkar til stuttleika, men ein lívsstílur. Eg brúki so mikið nógva tíð til hetta, at bæði familja, vinir og sjeikur mugu verða ein partur av tí, og tey mugu verða innstillað uppá, at eg nýti tað mesta av míni frítíð til venjing. Ger man hetta, so má man satsa alt.

- Til dømis eri eg altíð tann fyrsta, sum fer heim úr veitslum, tí eg skal út at súkkla í fimm tímar dagin eftir. Eg kann heldur ikki fara heim til Føroyar at ferðast, tá eg havi hug, tí eg eri noydd at hava súkkluna við, og tað ber ikki altíð til, sigur Karina -bara fyri at nevna tvey dømi.

Men nógva venjingin og offrini á vegnum hava givið úrslit. Einaferð hevur hon luttikið í Heimsmeistarakappingini, sum altíð verður hildin á Hawaii, og tá fekk hon eitt 6. pláss í sínum aldursbólki. Nú er hon vorðin eldri og er farin at kappast við teimum professionellu.

- Allar ironman kappingarnar, sum eru ígjøgnum árið, eru kvalifikatiónskappingar til HM. Nr 1 og 2 kvalifisera seg, og av tí, at eg gjørdist nr 2 í Eysturríki í juli, eri eg kvalifiserað til HM aftur í ár. Men tað er sera dýrt at fara til Hawaii at kappast, og tí havi eg gjørt av ikki at fara hesuferð, greiðir Karina frá.

Hon sigur, at hon arbeiðir við at skaffa sær onkrar stuðlar, sum kunnu hjálpa henni við tí fíggjarliga partinum, so hon ikki verður eins bundin av at arbeiða við síðunar av.

- Útgerðin hjá mær er sera dýr. Eg slíti eini 6 pør av renniskóm árliga, súkklan kostar 50.000 kr, og hon skuldi langt síðani verið skift út, umframt at eg havi vátdrakt fyri fleiri túsund krónur. Harafturat koma hjálmur, súkkluskógvar og annað.

Higartil hevur Karina goldið alt sjálv, og hon hevur arbeitt sum fysioterapeutur við síðunar av allari venjingini. Men tað er krevjandi, tá tey, hon kappast ímóti, einans hava venjingina at hugsa um.

- Eg vil fegin arbeiða eitt sindur, so alt lívið ikki bara snýr seg um venjing, og so eg fái hildið meg ajour við starvinum. Men tað hevði gjørt tað munandi lættari, um eg fekk nakrar stuðlar afturat.


Miðjar eftir toppinum

Karina hevur greið mál við síni venjing.

- Eftir fáum árum havi eg flutt meg frá at vera nummar 47 á kappingarlistanum til at kunna kappast í toppinum. Og eg kenni á mær, at eg havi enn meiri at geva, og at eg kann gerast betri. Tí er málið, at eg um eitt til tvey ár skal vera so mikið góð, at eg byrji at vinna pengar uppá kappingarnar. Men tað er eitt langtíðar mál, sum eg má arbeiða hart fyri at náa, greiðir Karina frá.

Sum er, hevur Karina, saman við danska venjaranum, sett fleiri krossar í kalendaran, har Karina skal luttaka í kappingum. Í november verður tað fyrst ironman í Florida, og síðani skal hon vera við í trimum ironman kappingum í 2011.

- Tað er øgiliga nógv, tí man plagar at siga, at man hægst skal luttaka í tveimum ironman árliga. Men vit miðja ímóti trimum. Eg vil gerast enn betur og veruliga gera meg galdandi í HM kappingini í oktober 2011.


Føroysk konubrot

Karina er ein av trimum føroyskum kvinnum, sum klára seg sera væl í ironmankappingum. Eisini Joan Bláfoss og Súsanna Skylv venja miðvíst og hava sligið nøvn síni føst.

- Vit eru kanska gjørdar úr onkrum serligum –ella hava ein hugsunarhátt og ein mentalitet, sum egnar seg væl til júst ironman. Eftirhondini eru tað næstan bara vit tríggjar í Danmark, sum luttaka í heilum ironmankappingum. Tað er rættiliga stuttligt, at vit allar eru føroyskar, men eg veit ikki hvat tað er sum ger tað. Um tað er tað føroyska treiskni ella hvat.

Karina leggur tó dent á, at øll fólk kunnu meiri, enn tey geva sær far um, og at øll, sum seta sær tað fyri, kunnu gjøgnumføra ironman, um tey venja til tað. Men skalt tú kappast, krevst ein greið ambitión við ítróttinum.

- Mín ambitión er at gerast so góð, at eg kann forvinna mær pengar av hesum. Flestu kvinnur toppa, tá tær eru fyrst í 30’unum, so eg havi nøkur góð ár eftir enn, um eg ikki verði skadd. Fyrsta málið er at klára meg væl í november, meðan langtíðarmálið er at kvalifisera meg og klára meg væl til HM kappingina, sum verður um eitt ár.


--------------------------



Fakta:

* Anna Karina Ottosen

* Ùr Hoyvík, búsitandi í Keypmannahavn

* 29 ár

* Byrjaði við ironman í 2005

* Fyrstuferð hon var við til HM, gjørdist hon nummar 6 í sínum aldursbólki og nr 47 samanlagt.

* Vann silvur í ironman fyri professionell í Eysturríki í juli 2010

* Hevur kvalifiserað seg til HM, men hevur ikki ráð at fara við

* Fer í staðin til eina ironmankapping í november

* Persónligt met á ironman er 9 tímar 34 minuttir og 50 sekund

* Styrkin er, at hon er góð til at kombinera svimjing, súkkling og renning, og ikki hevur nakra yndisgrein.

* Saman við Joan Bláfoss og Súsannu Skylv er Karina Ottosen ein av bestu kvinnuligu ironman íðkarunum í Danmark.

* Venur millum 20 og 35 tímar um vikuna

* Útbúgvin fysioterapeut, og starvast hálva tíð á eini privatari viðgerarstovu