Einskiljingarlisti

   

Zakarias Wang
??????????????
Nógv bendir á, at tað verður neyðugt at gera ein uttanflokka lista til býráðs-valdið í Tórshavnar kommunu, ið hevur til endamáls at einskilja ta almennu jørðina.
Spurningurin er nevnliga, hvussu leingi vit skulu finna okkum í at lata teir politisku flokkarnir spæla sær við jørðina til størsta skaða fyri okkum øll.
Fyri at skilja hvussu ótrúligt tað er, sum fer fram, er kanska gagnligt at líta at, hvussu ber tað til, at ognarviðurskiftini til jørðina í Føroyum eru sum tey eru blivin.

Føroyar eins og Amerika
Í fyrstuni vóru Føroyar eins og Amerika. Eitt óbygt land, sum fólk settust í.
Her fóru kvinnur og menn til verka. Settust á berar steinar, men góvust ikki á hendur! Bygdu tak yvir høvdið og arbeiddu, so tey fingu bæði at bíta og brenna.

Óðalsjørð
Men hvør átti hetta land?
Áðrenn nakar setti búgv her, ber til at siga, at hesar oyggjar vóru felags ogn hjá allari mannaættini. Tá fólk settust her, samtyktu tey sínámillum, hvør ið átti hvat.
Tey gjørdu tí landið til sín óðal. Í hesum orði liggur tann áseting, at jørðin var ogn hjá tí ætt, sum hevði sett seg fyrst á hana og arbeitt hana.
Ognarrætturin til jørðina stavar frá tí rætti, sum hvør menniska hevur til at eiga seg sjálva. Hetta er tann grundleggjandi mannarætturin, sum øll hava, og tá ið tey nýta sína arbeiðsmegi til at byggja hús á jørð, sum er felags ogn hjá mannaættini, fáa tey rætt til at eiga jørðina, av tí at tey broyta hana við at leggja ein part av sær sjálvum, nevnliga sína arbeiðsmegi, í jørðina. Men hetta ger eingin einsamallur. Ættin var felags um hetta stóra tak, og tí var hugsunarhátturin, at tann sum átti jørðina bert var umboðsmaður fyri ættina. Hann hevði arvað jørðina frá sínum fedrum, og tá hann ikki var longur, so skuldi onkur annar í ættini halda fram.

Aðalsjørð
Men so við og við vaks hugsanin um, at tað skuldi bera til at lata jørð burtur úr ættini. Hetta vildi ikki siga, at jørðin helt uppat at vera óðalsjørð. Óðalsrætturin var nú hjá eigarnum, og eins og hann hevði havt fólk til at arbeiða fyri seg á garðinum, so fekk hann, tá talan var um uttanbíggjar-jørð, onkran sum búði í tí bygd, jørðin var í, til at arbeiða hana. Nú siga vit at talan er um uppsitarar, men í tí Føroyingasøgu, sum skrivað er í Íslandi um 1215, verður sagt at nøkur hundrað ár eftir landnámið hevði Tróndur í Gøtu leigu-lendingar. Hann sum hevði óðalsrættin til jørðina royndi sjálvsagt eins og Tróndur at fáa sum mest av landskuld burturúr jørðini, men var hann ov kravmikil, so var eingin sum vildi arbeiða hana, og so fekk hann einki!
Tað vóru ikki bert føroyingar, sum fingu uttanbíggjarjørð, men eisini norskar aðalsættir. So seint sum fyri góðum tvey hundrað árum síðani var t.d. jørðin í Sørvági aðalsjørð. Har høvdu teir norsku aðalsmenninir óðalsrættin. Síðan seldu teir jørðina til føroyingar, og óðalsrætturin er nú hjá teimum, sum hava útvegað sær hana.

Pávi og kongur
Men størsti óðalseigarin í Føroyum gjørdist tó kirkjan. Tá trúbótin kom í 1537, var størsti eigarin í Føroyum pávin í Rómaborg! Ikki mundi tað tó vera nógv landskuld, sum kom fram til Pæturs stól, tí meginparturin av henni varð nýtt til kirkjuna her. Jørðin varð býtt sundur í rættiliga stórar garðar, sum leigulendingar arbeiddu.
Trúbótin bar við sær, at vit fingu ein nýggjan óðalsmann í Føroyum, tí norski kongur okkara tók jørðina frá kirkjuni. Men skipanin við leigulendingum helt fram. Nú fór landskuldin tó ikki til kirkjuna í Føroyum, men til kongsins húsarhald, har tað so var.
Tá var hetta hildin vera ein góð skipan, tí illa gekst hjá kongum at fáa inn skatt, og við at eiga jørðina kundu teir leggja tyngri byrðar á leigulendingarnar enn á nakran annan samfelagsbólk. Skjótt komu stjórnmálamenn tó eftir, at hetta var ein óheppin skattaskipan, og í seytjandu øld byrjaðu sviar at ganga nýggjar leiðir og einskildu jørðina.
Hetta var ein partur av tí umskiping, sum førdi við sær at Svøríki vann á Noreg/Danmark og tók stórar og virðismiklar partar av hesum ríkjum. Hjá norðmonnum og dønum var tí einki annað at gera, um teir skuldu standa seg í kappingini, at ganga somu leið og einskilja kongsins jørð, og hetta varð gjørt.

Arvurin frá gablunum
Men tá vóru Føroyar komnar í klørnar á gablunum, sum fingu alla landskuld av oyggjunum, Teir vildu ikki sleppa hesi inntøku og tískil fór eingin einskiljing fram í Føroyum. Tá gablarnir fóru í søguna, tóku kongsins embætismenn við eftir teir. Fyri teir var tað ógvuliga høgligt at ráða yvir jørðini, tí tað gav teimum nógv meir vald enn teir annars høvdu havt.
Tá vit fyri hálvtannaðhundrað árum síðani fingu fólkaræði í Danmark, kravdu teir fáu kongsleigulendingar, sum har vóru eftir, at teir beinan vegin skuldu fáa jørðina til keyps. Hetta varð sett í verk. Men í Føroyum hendi einki. Her helt gablatíðin fram!

Eingin demokratisering av ognarrættinum
Beint við gøtuna inn til Havnar kirkju stendur ein gravsteinur. Á honum verður sagt, at har er í 1857 grivin ein kongsleigulendingur í Hoyvík, og at 10 børn syrgja hann. Hevði kongsins jørð í Føroyum verið einskild samstundis sum hon varð tað í Danmark, so høvdu teir 850 eftirkomararnir hjá hesum leigulendingi nú átt ein part av hesum garði, sum hevði verið um 6500 fermetrar. Sama hevði gongdin verið øllum øðrum kongsleigulendingaættum viðvíkjandi.
Eina slíka demokratisering av ognarrættinum fingu vit ikki, tí umboðsmenn óðalseigarans, embætismenninir, sýtti fyri hesum. Í staðin varð tvíhildið um, at bert ein av arvingunum skuldi taka við leigumálinum.
Síðstu tvey hundrað árini er fólkatalið vaksið nógv. Í teimum bygdum, har fólkini sjálvi áttu óðalsjørðina var hetta einki vandamál, tí jørðin varð býtt enn meir sundur enn fyrr, so talið av húskjum kundi vaksa. Men har leigulendingar sótu við jørðini, sýtti eigarin, tað almenna, fyri at býta so nógv sundur millum arvingarnar, sum gjørt hevði verið, um fólk sjálv áttu jørðina.

Garðsleigulendingar og traðarleigulendingar
Fyri at bøta eitt sindur um henda mismun móti systkjunum hjá leigulendingunum - og øðrum sum høvdu tørv á jørð fyri at seta búgv - varð ein skipan við leigutraðum fingin í lag. Embætismenn fingu enn ein bólk av leigulendingum at ráða yvir, og hesir nýggju fingu ikki somu treytir sum teir fyrru. Sjálvt orðið leigulendingur varð tikið úr málinum, og garðsleigulendingarnar vórðu kallaðir kongsbøndur fyri líkasum at vera eitt sindur fínari enn hinir, sum itu traðarmenn. Fyri at fáa uppaftur meir split í varð ásett, at traðarmenn sluppu at arbeiða jørðina, men ikki at ráða yvir henni um veturin, tí jarðareigarin segði, at upprunaligi leigulendingurin skuldi hava rætt til vetrarbit.
Skjótt fingu traðarleigulendingar ein fyrimun fram um garðsleigulendingar, tí teir sluppu at keypa jørðina. Henda rætt fingu teir við at velta hana, men uttan mun til hvussu nógv teir garosleigulendingarnir veltu, so fingu teir ikki loyvi til at keypa nakran snøkil.

Óðalsrætturin afturvunnin ? partvíst
Men við hesi áseting kom ein partur av tí óðalsrætti, sum hevði verið hjá embætismonnunum, aftur á hendur fólksins. Henda ein-skiljing av jørðini hevur havt heilt ómetaligan týdning fyri framburðin í landi okkara, tí harvið sleppa fólk sjálvi at gera av, hvat ið jørðin skal verða nýtt til.
Eitt er tað, at tað ber til at nýta hana til tað vit vanliga kalla jarðarbrúk. Men eingin jørð hevur givið meir av sær enn tann, sum verður nýtt til at seta hús á. Hetta hevur verið galdandi síðan landnámstíð, og nú tjóð okkara er vaksin so nógv, er hesin eftirspurningurin øktur munandi. Tí eru tað alt fleiri traðarmenn, ið halda tað loysa seg at nýta jørðina til bygging, og hevur hetta gjørt, at vit hava fingið meir burtur úr jørðini enn frammanundan.

Eingin veðmøguleiki
Tað eru tó ikki allir traðarmenn, ið hava verið so hepnir, at teir hava fingið ræði á síni egnu jørð. Summir eru framvegis leigulendingar, og kunnu ikki ráða yvir tí jørð teir arbeiða. Teir eru í so máta í somu støðu sum garðsleigulendingarnir.
Felags fyri hesar báðar bólkar er, at av tí at teir ikki eiga jørðina, so kunnu teir ikki seta hana í veð fyri lán. Hetta forðar fyri, at menn kunnu reisa kapital, sum teir kunnu nýta sum trygd fyri nýggjum fyritøkum.
Hetta ber hin vegin til hjá teimum, sum hava fingið traðir ella grundstykki til keyps. Tíverri hevur tað almenna ofta lagt tungar treytir við tá ið traðirnar eru seldar. Ein traðarmaður í Havn kann koma út fyri, at vegur verður gjørdur á trøð hansara uttan at hann fær endurgjald, og tað ger at virði á trøðni er minni enn tað annars hevði verið, og at kapitalur er lítil, sum kann reisast við veð í henni.

Framstig eru tó hend
Tann sum stendur uppi við Hotel Føroyar og hyggur út yvir Havnina, sær ein heilan bý, sum er bygdur á einskildari jørð, sum hevur stórt virði, og kann vera rekmátturin í framburði í landi okkara.
Men samstundis eru stór øki, sum ikki eru í somu hepnu støðu, og sum høvdu kunnað latið upp fyri ótaldum møguleikum um tey vórðu einskild so sum byrjað var uppá í Svøríki, Noreg og Danmark fyri fýra hundrað árum síðani.

Politisku flokkarnir forða fyri skilaráðum
Nú hava vit havt løgting og kommunur í smáar tvær øldir, men hvussu ber tað til at hesir stovnar ikki hava megnað at einskilt jørðina?
Hetta er ein spurningur um politikk. Fyri at koma nakra leið mugu vit hava politikarar, sum vita hvat teir vilja, og prioritera loysn av hesum máli fram um annað, teir kunnu nýta sína tíð til.
Hetta hava vit ikki sæð nógv til.
Fara vit á fund hjá teimum politisku flokkunum, so vísir tað seg, at í øllum teirra eru fólk, sum halda hetta vera eitt týdningarmikið mál at loysa. Men samstundis eru í øllum flokkum fólk, sum siga seg venda flokkinum bakið, um so er at hann ger nakað sum helst við einskiljing av jørðini. Úrslitið er, at einki hendir.

Hvat er at gera?
Ein gongd leið hevði verið at tey, sum halda at hetta mál er umráðandi at fáa loyst, taka seg saman um at gera eina fylking, ið hevur til endamáls at fáa gongd á í hesum máli.

Nær er rætta høvið at byrja?
Í veruleikanum er mótstøðan størst í kommununum. Manga staðni eru politiskir flokkar í kommunustýrun-um, og frá teimum kemur einki. Skal nakað broytast, er tí helst neyðugt hjá teimum, sum vilja broytingar, at stilla upp til kommunuval.
Størst er mótstøðan móti einskiljing í Tórshavnar kommunu. Her er tí eisini mest at vinna við einum politiskum tiltaki, sum hevur til endamáls at leigulendingar gerast óðalsmenn, sum allir eru undir somu lógarreglum sum verandi óðalsmenn.
Man rætta løtan til eitt slíkt tiltak ikki vera beint nú?