Ein milliard til myndan av býrúmi í høvuðsstaðnum - kann gleppa okkum av hondum

Tit hava einans eitt skot í byrsuni, Føroya Landstýri og Tórshavnar býráð, og neyvan verður nakað annað at løða við hesa øldina!

Sum øllum kunnugt, sum búleikast í høvuðsstaðnum, so hevur menningin rakt miðbýin og gongugøtuna eins meint og nógvar aðrastaðni í størru býunum á fastlandinum, har okkara gongugøta stórt sæð er burtur og miðbýurin er deyður sum býrúm. Handilssentrini taka til sín stóran part av tí aktiviteti, sum fyrr var at síggja í gongugøtuni.

Hetta er rákið allastaðni, har alternativar loysnir ikki verða royndar. Vit skulu ikki seta forðingar fyri menningina, men tá vit kunnu hava bæði, handilssentur og vælvirkandi gongugøtur, um vit nýta loysnir, sum onnur kring okkum hava sera góðar royndir av, so er tað undrunarvert, at hesar loysnir ikki verða troyttar, og hugstoytt at tær ikki verða so frægt sum umrøddar.

Men er einans talan um at skapa býrúm í høvuðsstaðnum, so fólk síggjast aftur í gongugøtuni? Kann høvuðsstaðurin, miðbýurin og gongugøtan nýtast til nakað nógv størri og meira týdningarmikið, nakað sum er við at gerast eitt stórt vandamál fyri demografiska landslagið, har hagtøl vísa, at tey ungu undir víðari lestri uttanlands ikki venda heim aftur.

Skúlar og býrúm
Hetta at nýta størri skúlar sum aktivar komponentar í býarmenningini, sum verulig lokomotiv fyri menningini av býrúmum og gongugøtum, er roynt aðrastaðni við sera góðum úrslitum.

Hjá okkum hava myndugleikarnir lagt hægru lærustovnarnar fjart frá bygdum økjum, í andsøgn við tað sum hendir í londunum kring okkum. Vit hava Miðnámsskúlan í Kambsdali, Fiskivinnuskúlan í Vestmanna, og Miðnámsskúlan í Hovi. Felags fyri skúlarnar er, at bussur stendur við høvuðsdyrnar at koyra næmingin frá skúlanum, og síðani verður ljósið sløkt. Her fæst eingin akkumulerandi effekt frá skúlanum, sum stóra talið av næmingum annars kundi havt í nærumhvørvinum, um karmarnir vóru teir røttu.

Umframt at vit ikki fáa skapt eitt nøktandi lestrarumhvørvi, sum næmingar søkja til, so er annað vandamál við staðsetingini, sum kann hava álvarsligar avleiðingar fyri dygdina í undirvísingini, nevniliga, at vit fáa ikki væl útbúnar lærarar at trívast í og søkja til tílíkar útbúgvingarstovnar. Staðsetingin er tískil í sær sjálvum destruktiv fyri alt lestrarumhvørvið.

At staðseta miðnámsskúla í høvuðsstaðnum, sum ivaleyst skal nærkast milliardini tá samanum kemur, uttan at nýta hann til menning av býrúminum, er skelkandi. Markleys líkasæla fyri høvuðsstaði okkara og teimum lesandi!

Miðnámsskúlin við Marknagilsvegin skeivt staðsettur!
Eru skúlarnir staðsettir uttan eina størri ætlan, er ivaleyst spurningurin vit sum borgarar kunnu stilla landspolitikarum okkara, og kunnu vit loyva okkum at nýta hundraðtals milliónir á tílíkan hátt, uttan at nýta tílíkar glæsiligar bygningar, sum vit ikki hava so nógvar av á hesum, í allar mátar kørgu klettum, sum aktivar komponentar í myndan av býrúmum?

Nú gjørdist Miðnámsskúlin í Hovi partur av einum størri rumbulsmáli, men er hetta lítið av miklum, verður hildið áfram við verandi strukturleysu staðseting av størru skúlunum, m.a. staðseting av Miðnámsskúlanum við Marknagilsvegin, við útjaðaran av høvuðsstaðnum. Skulu vit enn einaferð vera vitni til, at skúlin ikki verður nýttur sum partur av menningini av býrúminum, hesaferð í høvuðsstaðnum, og sum partur av einari størri demografiskari ætlan, sum kann gerast dragkraftin heimaftur hjá teimum avlærdu?
Almenna og kommunala fyrisitingin hevur ikki eitt lokkandi skrivstovuumhvørvi, sum er kappingarført við tað londini rundan um okkum kunnu bjóða. Her verða ótíðarhóskandi bygningar leigaðir, ella bøtt verður um gamlar kroysur, heldur enn at byggja nýtt, nýtiligt og tíðarhóskandi.

Ein milliard tøk til myndan av býrúmi í høvuðsstaðnum. Fyri Tórshavnar býráð skuldi hetta verið eitt upplagt høvi til at ment miðbýin, ja ivaleyst einasta høvi sum býðst hesa øldina. “Ein nýggj byrjan”.

Vit hava veruliga tørv á at skapa eitt umhvørvi, har tey ungu, eftir lestur í útlondum, hava hug at venda aftur til. Verður skúlin staðsettur við Marknagilsvegin, tá verður arbeitt eins og higartil uttan eina miðvísa ætlan, og vit fara frá einum rumbulsmáli í Hovi til eina gølu í høvuðsstaðnum.

Har Esbjerg en fremtid som studieby?
Á Internetinum kann lesast grein har Esbjerg býur stillar sær spurningin, um býurin hevur eina framtíð sum lestrarbýur. Hetta er spurningur sum teir leiðandi í størri býunum í londunum rundan um okkum stilla sær. Her heima verður hetta ikki viðgjørt sum eitt viðkomandi evni, hvørki í menningini av høvuðsstaðnum, ella sum eitt demografiskt orðaskifti, í kapping við útheimin.
Millum størru býirnar í londunum rundan um okkum er stór kapping um tey lesandi, tí tað er almenn vitan, at trívast tey lesandi í býnum, so gongst býnum væl. Í Norra vísti kanning, at Trondheim var millum best umtóktu býir, og komst hetta m.a. av einum góðum lestrarumhvørvi.

Men eins og í Esbjerg kunnu vit spyrja:
Hevur Kambsdalur, Vestmanna og Hov eina framtíð sum lestrarbýir?
Hevur Klaksvík eina framtíð sum lestrarbýur?
Hevur høvuðstaður okkara eina framtíð sum lestrarbýur?

Kambsdalur, Vestmanna og Hov kunnu ikki nýtast sum lestrarbýir, tá teir ikki hava karmarnar rundan um skúlan, sum eru altavgerandi, og ikki kunnu skapa teir heldur. Teir koma tí ongantíð at lúka hesi krøv.
Klaksvík hevur ikki karmarnar, fær teir neyvan, og sum menningin á undirvísingarøkinum er í løtuni, so er neyðugt at Føroyar hevur eitt vælvirkandi og kappingarført umhvørvi, sum liggur savnað á einum stað, og liggur tað best í høvuðsstaðnum. Størri eru vit heldur ikki. Trupulleikin er bert, at høvuðsstaður okkara eigur ongan góðan innan tinggátt, og verður lýstur sum veruliga orsøkin til, at bygdirnar ikki mennast. Veruleikin er tó júst hin øvuti, at ein sterkur høvuðsstaður er borganin fyri at vit kunnu varðveita bygdirnar. Verður høvuðstaðurin álaður sundur, og fellur, so sum verandi politikkur á tingi vil borga fyri, tá fella bygdirnar við.
Heldur enn at stríðast saman við høvuðsstaðnum um at menna karmar sum kunnu vera við til at kappast við londini úti í heimi, sum draga tey ungu burtur frá okkum, so er uppgávan vorðin hon, at roynt verður at draga tey ungu úr høvuðsstaðnum út til útjaðaran, fyri at bjarga hesum undan vaksandi fráflytingini. Úrslitið gerst sjálvsagt júst tað øvuta.

Skúlin og umhvørvið rundan um skúlan
Skúlin vit byggja í dag, skal vera ein annar enn hann vit bygdu fyri bert fáum árum síðani. Internetið hevur broytt skúlagongd radikalt. Nørre Nissum seminar hevur í dag fleiri næmingar sum eru knýttir at skúlanum umvegis fjarlestur enn næmingar eru á sjálvum skúlanum. Hetta er gongdin, har umhvørvið gerst óviðkomandi. Tí er staðseting av skúlum ein sera viðkomandi spurningur. Er ikki eitt fangandi umhvørvi rundan um skúlan, so fáa vit ikki skapt eitt lestrarumhvørvi sum lýkur nútíðar tørv. Umhvørvið rundan um skúlan er altavgerandi. Umhvørvið á sjálvum skúlanum er sekundert. Næmingarnir blíva burtur sum tíðin líður, og teir bestu lærararnir søkja ikki inn í umhvørvið. Og vandamálið, teir næmingar sum gera seg lidnar í útlondum, hava einki frá lestrartíðini her heima, sum dregur teir aftur til økið. Ringrásin verður slitin.

Ung kvinna: Eg kundi ikki hugsað mær at sitið í fjøllunum í Hovi og lisið til Heilsurøktara. Tá fari eg heldur til Danmarkar, ella eg lesi í Norra umvegis Internetið, tó eg har skal gjalda fyri útbúgvingina.

Tað er av týdningi at hava í huga, at kappingin framyvir ikki einans verður at fáa fatur á tí lesandi og læraranum, men eins týdningarmikið tí avlærda, við einum lokkandi umhvørvi sum viðkomandi ynskir at venda aftur til fyri at bjóða sínum egnu børnum. Tvs. umhvørvið um skúlan skal vera partur av konseptinum. Tað fáa vit ikki við Marknagilsvegin.

Skúlaætlanin við Marknagilsvegin eigur at verða slept, og skúlin lagdur inni í miðbýnum í høvuðsstaðnum, skulu Føroyar hava eitt einasta stað sum lýkur treytirnar, sum settar verða til ein lestrarbý. Um ikki, lýkur høvuðsstaðurin heldur ikki treytirnar, og vit hava einki tílíkt at bjóða okkara ungdómi í kappingini við londini rundan um okkum.

Til ber við einum pennastroki at flyta útbúgvingar úr einum býi í annan, av einari oyggj í aðra, men næmingar, lærarakreftir og demografiska rákið letur seg ikki kúga á henda hátt
Hvar aðrastaðni í heiminum hevur flokkur havt ætlanir um at lóggeva leikvøllin hjá landsliðnum úr høvuðsstaðnum? Sjálvt landsdystir og steypadystir kunnu vit ikki semjast um at hava í høvuðsstaði okkara.

Landspolitikarar hava byrjað eina niðurbræðing av høvuðsstaði okkara, sum er einasta bulvirki ímóti tí totalu fráflytingini. At halda at Føroyar sleppa undan tí ráki, sum fer fram um allan vesturheimin, og tvíhalda um eina loysn, sum í øllum sínum facettum er degenererandi fyri samfelagið, er ilt at skilja.

Matadorministarar, høvuðsstaður og lestrarbýur
Í fjølmiðlunum verður tíðum kunnað um Jobmatch átøk uttanlands, har roynt verður at lýsa fyri lesandi hvat vit her heima hava at bjóða teimum avlærdu. Men her hava vit, við stórum avleiðingum fyri tey avlærdu, væl stuðlað av nýggju vallógini, fingið eitt nýtt fyribrigdi. Landsstýrismenn, sum síggja møguleikan í at keypa sær sæti á tingi alt lívsskeiði, um teir taka ein størri almennan stovn úr høvuðsstaðnum, og flyta hann út í annað øki. Landsstýrismenn sum soleiðis spæla matador við stórum málsøkjum. Matadorministarar.

Avleiðingarnar eru, umframt at máa støðið undan okkara høvuðsstaði, at hetta stuðlar beinleiðis undir ta fráflyting, sum somu politikarar tosa um at steðga. Tí, fáa vit avlærd at flyta úr Madrid, Bryssels, London, Stockholm ella Keypmannahavn til almennar stovnar á bygd?
50 út av hvørjum 100 lesandi uttanlands venda ikki heim aftur, samstundis sum 150 útbúgvin flyta av landinum hvørt ár!
Partur av mótspælinum hjá politiska mynduleikanum er matadorspæl við læristovnum, almennum arbeiðsplássum og høvuðsstaði okkara.

Og hvussu við skikkaðum umsøkjarum til størvini á lítlu plássunum, og dygdin í tænastuni tey kunnu veita? Kann tað halda ung vælútbúgvin frá at flyta heim aftur? Kann tað vera orsøk til at vælútbúgvin flyta av landinum?

Spurningur má veruliga verða settur við hvørt Jobmatch tiltøkini eru til nakað gagn, heldur “matadorpolitikkurin” áfram. Hvat skal skapa okkara høvuðsstað komandi, um tað ikki eru almennir stovnar, og tænastuvinnur avleiddar av teimum. Hvat er okkara høvuðsstaður uttan nógvir sterkir almennir stovnar? Hvussu fáa vit eitt sterkt lestrarumhvørvi uttan ein sterkan høvuðsstað, og hvat eru Føroyar uttan eitt sterkt lestrarumhvørvi og ein sterkan høvuðsstað?

Lógarsmíðið er alt ov seinført, og ikki tíðarhóskandi einum framkomnum samfelag á fleiri økjum. Grunnleggjandi tænastur kunnu ikki veitast, m.a. ber ikki til at veita borgaratænastur um Internetið, og alternativar bústaðarmøguleikar. Krøv sum avlærd stilla, skulu tey búleikast her.

Landstýrismenn og býráðspolitikarar, uppgávan beint nú er at fáa flutt Miðnámsskúlan frá Marknagilsvegi til miðbýin. Tit hava einans eitt skot í byrsuni, og neyvan verður nakað annað at løða við hesa øldina! Uppgávan og ábyrgdin er langt størri enn vit sum borgarar meta tit geva tykkum far um.