ógreitt hvør vinnarin fór at verða. Tí hóast fleiri bólkar vóru heilt góðir, so var eingin veruliga framúrskarandi. Tó skal eg viðganga, at tá Heavy Mojo fór av pallinum eftir eina sera lívliga framførslu [...] umtóktan, var sera væl umboðaður á konsertini, hetta tykist at vera tað, sum rørir seg mest á tónleikapallinum kring allan heim. Men eingin bólkur hevði eitt so sannførandi boð uppá hesa tónleikagrein, sum [...] heilt egna blandi av rappi og rokki, so hugsaði eg, at tað skuldi ikki undra meg um hesin bólkur fór at vinna. Fyrra lagið hjá bólkinum var ok, kanska ikki besta lagið á kvøldinum, men rættiliga egið, meðan
átaluvert og ábyrgdarleyst at tað nú verður lagt eftir starvsfólkum. Tað verið seg leiðslu sum starvsfólk á gólvinum. Um nakar ivast um tað veruliga er spart inn á bein á LS, so er at spyrja starvsfólk sum [...] Hálvgjørt mestsum ógjørt Har vóru glottar at hóma við einari menningarætlan, men hon hevur lítið virði og fer ikki at muna stórvegis, um tað einasta ætlanin at fylgja er, at hava eina felags leiðslu fyri [...] millum tey trý sjúkrahúsini. Tað átti ikki at verið neyðugt við einum áramáli at framt hetta. Tað er sannlíkt, at tey trý sjúkrahúsini koma framvegis at hava úr at gera hvør sær, hóast ein umskipar hvat hvørt
ymiskum tiltøkum, sum hava til endamáls at fjálga um okkara kirkjulið. Inntil onkur heitti á meg um at gerast kirkjuráðslimur havi eg annars ikki gáað eftir, at kirkjan var serliga týdningarmikil [...] danskan teolog so vísiliga taka til herfyri. ##med3## Vit eru so sera ymisk sum menniskju og eru øll produkt av okkara uppaling og socialisering annars. Eg skilji væl, at mín máti at vera kirkjufólk [...] kirkjufólk uppá ein heilt annan máta. Innan føroysku fólkakirkjuna má tað tó vera eitt krav, at vit hvør í sær í frið og náðum sleppa at vera kirkjufólk uppá okkara egna máta. Uttan at vera hartað ella
Sjálvt tá áhoyrarnir høvdu svikið, helt hon uppá at fara á pallin, ofta so sjúk ella rúsað, at hon illa fekk staðið á beinunum. Primitiv og poetisk Í so máta var Piaf eisini sín egni ringasti fíggindi, [...] hendan leikin í Íslandi, og hon dylur ikki yvir, at hon er serliga fegin um at sleppa at royna tað aftur og so á føroyskum. Klassikt tema Sigrun ivast ikki í, at søgan um Edith Piaf framvegis hevur ein týd [...] Søgan um Piaf minnir meg ofta um okkara egnu íslendsku songkvinnu Bjørk. So skjótt hon hevði nomið okkara hjørtu, vóru boð eftir henni at gera alt møguligt annað enn tað, hon sjálv brendi fyri. Fólk uppførdu
hava eini hús at koma til, heldur at búgva hjá pápa mínum, sigur Teitur flennandi. - Eg eri mettaður av at ferðast so nógv, og í ár havi eg valt at skriva tónleik og nú eisini fokusera uppá at verða her í [...] Prátið fellur síðani inn á hvussu týdningarmikið tað er, at hava røttu fólkini rundan um seg. Teitur heldur, at í einum og hvørjum yrki eigur mann ikki at vera bangin fyri at samstarva við onnur, um ein [...] Teitur hart við at etablera seg í Bretlandi. Hóast hann hevur búð í Onglandi í seks ár, so er hann ikki so kendur á bretsku oynni. Hetta skal helst broytast, og konsertferðin hann er á í løtuni, er dømi
tíðindini um, at nýggjur venjari varð funnin. Boðini vóru, at spælararnir vóru boðsendir á fund við leiðsluna í felagnum undan venjingini mánakvøldið, og tað fekk illa havt fleiri enn tí einu niðurstøðuna við [...] venjaranum. Og tá úrslitini so eisini sviku, so var mest sum eingin bjarging hjá Heine. At spælararnir eisini hava sæð skriftina á vegginum bar avrikið á Eiði leygardagin síni sjónligu boð um. Sjálvandi er tað [...] blaðnum í gjár, so var tað ógvuliga sannlíkt, at HB fór at geva Heine Fernandez sekkin sum venjari hjá besta mansliði felagsins. Svertan var neyvan starnað á prentaða blaðnum, tá verulig gongd kom á tíðindini
Teir søgdu, at henni nýttist bert at siga ja, so var leyst og liðugt, men hon megnaði at standa ímóti trýstinum og avvísti illgitingunum, sigur Steinolvur. Seinni vísti tað seg, at pápin at barninum hjá [...] okkum, at vit vóru í stórari kreppu. Til hvørja nyttu hevði tað verið, at eg gav skarvin yvir, spyr kona John Petersen hugsunarsom, og leggur afturat, at eingin eigur at vera í iva um, at tá ið dyrnar eru [...] skilti Guggan, at okkurt var spinnandi galið. Sjónligt var, at dótturin var púra forfard, men mamman fekk drigið úr henni, at leiðarin á kriminaldeildini sjálvur annar hevði noytt hana á støðina og avhoyrt
fingu at vita, at maðurin, sum skeyt, var í løgreglubúna, tí so tordu tey illani at ringja eftir løgregluni, men tað gjørdu tey kortini. Tey hildu kortini høvdið so mikið kalt, at tey fingu skriva á Facebook [...] skot alla tíðina og eg undraðist á, at eg ikki varð rakt! Seinni fekk eg at vita, at yvirgangsmaðurin stóð akkurát har, vit vóru lopin á sjógv og at hann hevði skotið eftir okkum. Tað komu bátar ímóti teimum [...] vanliga nevnd Kamzy, 23 ár, skrivar um hendingina á heimasíðu síni. Hon er framvegis so skelkað, at hon hevur framvegis ilt við at trúgva tí, sum er hent, tí á tí, hon kallar ringasta degi í lívi henneara.
tarvur, sum hevði hug til at gera seg inn á langommu. Men hon ræddist ongan tarv. Hon tók í halan á tarvinum, og hálaði hann runt, so tarvurin at enda gjørdist mestsum í ørviti. So sparkaði hon tarvin í [...] Teir fæstu menn vóru tryggjaðir. Fimm av monnunum vóru giftir, og eftir sótu einkjur við 13 ómyndigum børnum, og sótu tey eftir í ringum korum. Jógvan á Langasandi svam við soninum á rygginum eina langa [...] tað, eg minnist. Húsini vóru ikki stór, men tey vóru so hugnalig. Tað var ein durur, so kom man inn í køkin. So var eitt kamar beint inn av køkinum, restin var stova. Har vóru tvær koyggjusengur inni
Teir vóru á heimveg úr Íslandi og vóru komnir so langt, at teir sóu land. Hans Jacob gleddi seg, sum rímiligt er, at hitta sína ungu konu aftur. Tá biður motorpassarin Hans Jacob um at koma at hjálpa [...] er Hans Jacob so illa farin, at hann doyði. Konan var komin til Havnar at taka ímóti manninum. Hon sær, at skipið flaggar við hálvari stong. Men tað kom henni sjálvandi ikki til hugs, at hetta kundi vera [...] børnum. Johan koyrdi á oman gjøgnum brekkuna. Hann hálaði so sletuna niðan aftur á heyggin, og so skreiddu vit oman aftur. Teir vóru sera fittir báðir tveir. Eg minnist einaferð, at eg hevði tikið pípuna