Heimskendi sangleikurin Piaf í sjónleikarahúsinum

Hon var poetisk og primitiv, skroypilig og sterk og brendi sítt ljós í báðum endum. Hóast tað eru meir enn 50 ár síðani ein av heimsins størstu songstjørnum, Edith Piaf, var í hæddini, hevur hon framvegis ein týðandi boðskap at bera okkum, heldur Sigrun Valbergsdóttir, sum skal leikstjórna sangleikin Piaf, sum Havnar Sjónleikarfelag framførir í heyst

Spenningurin er stórur, nú tey í Havnar Sjónleikarafelag so smátt eru farin undir sítt kanska mest ambitiøsa leikverk nakrantíð. Í heyst fara tey at framføra onki minni enn heimskenda sangleikin Piaf eftir Pat Gems um fronsku songstjørnuna Edith Piaf, sum rúnarbant heimin við sínum sermerkta sangi. Hans Tórgarð hevur týtt leikin til føroyskt, og tað verður íslendski leikstjórin Sigrun Valbergsdóttir, sum skal leikstjórna. Fyri 20 árum síðani leikstjórnaði Sigrun hendan leikin í Íslandi, og hon dylur ikki yvir, at hon er serliga fegin um at sleppa at royna tað aftur  og so á føroyskum.
Klassikt tema
Sigrun ivast ikki í, at søgan um Edith Piaf framvegis hevur ein týdningarmiklan boðskap, hóast tað eru meir enn 50 ár síðani franska songstjørnan hevði sína stórleikatíð.
 Í eini tíð, har øll vilja verða stjørnur, er tað kanska meir viðkomandi enn nakrantíð at fortelja, hvørjum veruligar stjørnur eru gjørdar av, sigur Sigrun, og leggur afturat, at hóast søgan um Piaf er óvanlig, er tvídrátturin, hon stríddist við, samstundis eitt ævinligt tema, sum nettup ger søguna klassiska.
 Kjarnin í hesi søguni er pínu­­fulla stríðið hjá Piaf at vera trúføst móti sær sjálvari í einum heimi og umhvørvi, ið áhaldandi royndi at gera hana til nakað, hon ikki er. Hetta er tann æviga and­søgnin  at eitt listafólk er ein, sum gevur og gevur, men heldur enn at vera takksom fyri tað vit fáa, byrja vit sum áhoyrarar ella áskoðarar at krevja nakað annað og meir, sigur Sigrun og leggur afturat, at sjálvt um tað er langt ímillum listafólk sum Piaf, er evnið ikki fremmant fyri okkum.
 Søgan um Piaf minnir meg ofta um okkara egnu íslendsku songkvinnu Bjørk. So skjótt hon hevði nomið okkara hjørtu, vóru boð eftir henni at gera alt møguligt annað enn tað, hon sjálv brendi fyri. Fólk uppførdu seg, sum tey áttu hana og gjørd­ust vónbrotin, um hon valdi at royna okkurt nýtt innan tónleikin heldur enn halda fram í sama stíli, sigur Sigrun.
Ein annar týðandi táttur í hes­um tema er, at fyri eitt listafólk býr sjálv lívsins meining í at hava eitt ørindi í heiminum, eina missión, tú brennur fyri, og sum tú vilt røkka, kosta hvat tað kosta vil.
 Piaf brendi fyri sanginum, so inniliga at hon brendi út alt ov tíð­liga. Tað ger hana kort­ini ikki til ein tragiskan persón, heldur hinvegin. Tað tragiska hevði jú verið, um hon gav eftir, og setti seg sjálva til sølu. Líka til tað síðsta visti hon, hvat hon var verd, sum vit til dømis eisini síggja tað í henn­ara endur­minningum, sum hon tilognaði monnunum, sum høvdu verið góðir við seg. Hinar nevndi hon ikki við einum orði, tí sum hon segði: Teir skulu ikki sleppa at pynta seg við mínum navni.
Forelskað í kærleikanum
Eins og lívið hjá Piaf, er leikritið alt annað enn eitt glansbílæt. Vit fáa eina eirindaleysa mynd av hennara ússaliga uppvøkstri, har hon mest sum heimleys stóð og sang á gøtuni og fylgja henni síðani í eini endaleysari røð av upp- og niðurtúrum, har missurin og einsemið er ein lívstreyt, sum bíðar á hvørjum horni. Sigrun ásannar, at dramaturgiskt er hetta ein rættiliga øðrvísi uppgáva, tí hon sum leikstjóri ikki hevur ein siðbundna søgugongd at halda seg til, har tú m.a savnar teg um at byggja søguna upp móti einum hæddarpunkti.
 Leikurin er bygdur kring løtur í lívinum hjá Piaf, oftast stokkutar og tess meir intensar. Mín uppgáva er fyrst og fremst at fáa vakurleikan í hennara sterku kenslum fram, tann vakurleikan, Piaf alt sítt lív longdist og leitaði eftir.
Í leikinum kemur hendan leitanin eitt nú fram í áhaldandi røðini av elskarum, sum koma og fara í lívinum hjá Piaf. Hóast hon hvørja ferð vónaði, at hetta var riddarin á hvíta hestinum, sum kundi bjarga henni og verja hana, lat hon teir kortini hvørja ferð glíða út úr sínum lívi fyrr ella seinni.
 Eg eri rættiliga sannførd um, at tá saman um kom, var Piaf meir forelskað í sjálvum for­elskilisinum enn í hesum monn­unum. Og tó, har var ein, sum hevði ein heilt serligan týdning, men hann doyði frá henni. Men innast inni trúgvi eg, tað var kær­leikanum og sjálvum lívinum hon var forelskað í. Tí fekk hon heldur ikki handlað øðrvísi, sigur Sigrun og sipar til, at Piaf ong­antíð av álvara royndi at broyta nakað í sínum lívi, hóast tað hevði gjørt nógv lættari fyri hana.
 Fólk flokkaðust jú um hana at bjóða henni lættar loysnir, men hon var fullkomiliga kom­promisleys. Sjálvt tá áhoyrarnir høvdu svikið, helt hon uppá at fara á pallin, ofta so sjúk ella rúsað, at hon illa fekk staðið á beinunum.
Primitiv og poetisk
 Í so máta var Piaf eisini sín egni ringasti fíggindi, heldur Sigrun fram og kemur í tankar um eina senu í leikinum, tá karrieran hjá Piaf er í hæddini. Piaf og ein vinkona koma spákandi eftir gøtuni, tá Piaf knapppliga steðgar og byrjar at syngja. Tá vinkonan spyr, hvat hon ger, svarar Piaf.  Eg vildi bara minna meg á, hvussu tað var.
Tað er, sum ræðist Piaf suk­sésina og at missa pínuna, sum gjørdu sangin og kenslurnar í honum ektaðar. Onkursvegna er tað í pínuni, hon finnur vakur­leikan og styrkina at geva seg fult út í sanginum. Tí vóru pínan og eydnan tvær síður av somu søk í lívinum hjá Piaf, og tí ber tað heldur ikki rættiliga til at taka synd í henni.
 Eitt mennskja, sum tvíheldur um at fylgja sínum hjarta, verður ongantíð offur. Piaf var fullgreið yvir, at hon ikki hóskaði inni í myndina av eini stjørnu. Og heldur enn at royna, avdúkaði hon snobbarnar kring seg ein fyri og annan eftir fyri teirra innan­tóma skvaldur á ein hátt, so fólk nærum ræddust hana, sigur Sigrun og sipar millum annað til óvanliga bersøgna málburðin hjá Piaf.
 Í løtum kundi hon tykast ófati­liga primitiv. Samstundis var hon nakað av tí mest poetiska, tú kanst ímynda tær. Við einum so ekstremum figuri er allatíðina vandi fyri, at tú fert yvir í hina gjónna, so tað gerst ov nógv av tí góða. Tí verður ein av heilt stóru avbjóðingunum hjá mær og leikararnum uttan iva finna stevið í fótasporunum hjá einum menniskja, sum allatíðina livdi á markinum.
Ambitiøsur áhugaleikur
Hóast Havnar sjónleikarafelag fær nógva professionella hjálp, verður leikhópurin í størstan mun settur saman av áhugaleikararum. Hetta fær tó ikki fjáltur á leik­stjóran, sjálv um leikverkið er óvanliga ambitiøst fyri eitt áhugafelag.
 Tað hevur sínar avgjørdu fyrimunir at arbeiða við áhuga­leikararum. Tey hava sum oftast sera nógvar og ymiskar royndir og eru serliga fús at læra nakað nýtt. Í fyrstuni fari eg fyri tað mesta at sita og eygleiða, so eg kann finna fram til styrkina hjá tí einstaka leikaranum, áðrenn eg byrji at geva ordrar og fylla meir brennievni á, sigur Sigrun og leggur afturat, hon kennir seg hepna at skula arbeiða saman við einum so dugnaligum og fjølbroyttum framleiðslutoymi.
Leikarahópurin er ikki enda­liga mannaður enn, men okkurt liggur tó fast.
 Eg kann í øllum førum av­dúka so mikið, at høvuðs­leik­arin er funnin  og at eg í løtuni leiti eftir eini tíggju vøkrum føroyskum mannfólkum, smílist Sigrun og hyggur skim­andi út gjøgnum vindeyga ...