Heine reyk

Vantandi úrslit og ein lívsstílur, sum víkir nakað frá tí seriøsa, sum helst skal eyðkenna ein venjara. Tað tykist vera blandingin, sum at enda fekk nevndina í HB at geva Heine Fernandez reyða kortið

HB-venjarin

Sum vit skrivaðu í blaðnum í gjár, so var tað ógvuliga sannlíkt, at HB fór at geva Heine Fernandez sekkin sum venjari hjá besta mansliði felagsins.
Svertan var neyvan starnað á prentaða blaðnum, tá verulig gongd kom á tíðindini um, at nýggjur venjari varð funnin. Boðini vóru, at spælararnir vóru boðsendir á fund við leiðsluna í felagnum undan venjingini mánakvøldið, og tað fekk illa havt fleiri enn tí einu niðurstøðuna við sær.

Proletarur
Alment vil eingin í felagnum siga meira enn tað, sum er nevnt í tíðindaskrivinum. Men tað er eingin loyna, at hóast greipuna, sum felagið vann í fjør, so hevur talan á fleiri frontum verið um ónøgd við leiðsluna hjá Heine Fernandez.
Sum spælari varð Heine av flestu donsku miðlunum í fleiri ár skýrdur at vera ein proletarur innan danskan fótbólt. Fleiri ferðir kom hann við útsagnum, sum ikki sampakkaðu serliga væl við hugburðin hjá venjarum og leiðslum, og ofta varð tikið til, at hann heldur ikki førdi tann lívsstíl, sum vanliga verður kravdur av einum yrkisleikara.
Fram um aðrar, so dugdi hann tó at skjóta mál, og øll árini tóktist hesin eginleikin at vinna á kritikkinum. Og partvíst, so tykist hetta sama eisini hava gjørt seg galdandi í HB.

Tá úrslitini ganga ímóti
Har vóru longu í fjør røddir frammi, sum vildu vera við, at lívsstílurin hjá venjaranum als ikki sampakkaði við støðuna hjá HB sum eitt av fremstu feløgunum í landinum. Ivaleyst hevur leiðslan eisini havt hetta í huga, men tá maðurin hinvegin framhaldandi leveraði vøruna - enntá við eini greipu sum úrsliti - bar illa til at siga, at venjarin ikki var nóg góður.
Men gribbarnir hava kanska bara bíða eftir rætta høvinum, og sum árið í ár hevur gingið, so er ágangurin vorðin alt hvassari. Hóast HB framhaldandi hevur havt fast sæti frammi í oddinum, so hava úrslitini í mangar mátar ikki verið eins góð. Í steypakappingini gjørdist talan um tap móti ÍF, og í landskappingini hava tað serliga verið avrikini á útivølli, sum ikki hava verið nóg góð.
Broytingar í liðuppstillingini - eisini hóast hesar hava verið avleiddar av skaðum og leikbannum - hava eisini skumpað eyka undir tosið móti venjaranum. Og tá úrslitini so eisini sviku, so var mest sum eingin bjarging hjá Heine.
At spælararnir eisini hava sæð skriftina á vegginum bar avrikið á Eiði leygardagin síni sjónligu boð um. Sjálvandi er tað ikki tilvitað, at spælararnir fara út at spæla ein vánaligan dyst, men ytru faktorarnir kunnu í nógvum førum ávirka motivatiónina hjá spælarunum.