Oljuhavn
Tað var ikki minst havnalagið á Drelnesi, sum var orsøkin til, at Nordserv ikki slapp at bjóða seg fram at gera oljuhavn á Drelnesi.
Hetta fekk Nordserv at vita á fundi við Statoil mánadagin.
Tað var Statoil, sum hevði fingið uppgávuna frá oljufeløgunum at gera av, hvør skuldi sleppa at bjóða uppá at gera eina oljuútgerðarhavn í Føroyum. Og sum kunnugt, var Nordserv ikki millum teirra, sum sluppu at bjóða.
Men sum tað sæst í grein aðrastaðni í blaðnum, hevur Nordserv langt frá givið skarvin yvir enn.
Henrik Thomsen, sum er føroyskur nevndarlimur í Nordserv, sigur, at fyrsta stigið í royndini at koma víðari, var at fáa eina frágreiðing um, hví Nordserv ikki slapp at bjóða uppá oljuhavnina.
? Tí bað Nordserv um fund við Statoil fyri at fáa staðfest, hví Drelnes-ætlanin varð vrakað og hesin fundurin var, sum sagt, mánadagin
? Vit fingu at vita, at tvær týðandi orsøkir vóru, at havnin á Drelnesi er hvørki nóg djúp ella nóg sterk til at hýsa eini oljuhavn. Vit stóðu okkum eisini illa á onkrum øðrum økjum, men tað kann alt gera tað sama, tá ið sjálv havnin ikki kundi verða góðkend.
? Hinvegin fingu vit besta skoðsmál á øðrum økjum, men tilsamans var tað ikki nóg mikið til at koma upp í part.
Sandheyggur elvdi til trupulleikar
Henrik Thomsen sigur, at eftir botnkortum, sum vórðu gjørd, tá ið Norrøna røkti suðuroyarsiglingina á páskum í 1998, var havnin á Drelnesi ímillum sjey og átta metrar djúp. Men á einum heilt ávísum stað var hon bara 6,70 metrar.
? Og tað er hetta ávísa staðið, sum elvdi til trupulleikar, tí oljufeløgini krevja, at havnin skal vera minst sjey metrar djúp.
? Landsverkfrøðingurin hevur eisini upplýst, at havnin á Drelnesi tolir eitt trýst upp á fýra tons fyri hvønn fermetur. Men oljufeløgini siga nú, at tey krevja , at havnin skal tola eitt trýst uppá fimm tons.
? Serliga spurningurin um dýpið kemur illa við, tí talan er bert um ein lítlan sandheyggj, sum hevur rúgvað seg upp á botninum á einum heilt ávísum stað, niðurvið bryggjukantinum.
? Annars er havnin yvir sjey metrar djúp. Men tað hjálpir alt onki nú, tí Statoil hevur gingið út frá teimum upplýsingum, teir fingu tá og kolldømdi havnina orsakað av áðurnevnda sandheyggi.
Henrik Thomsen sigur, at oljufeløgini hava frammanundan ikki boðað frá, hvat tey krevja av havnunum.
? Tí hava vit alla tíðina mett okkum eftir umstøðunum í Esbjerg, har Danbor hevur havt oljuhavn nú í 22 ár, og tí hava vit gingið út frá tí. Umstøðurnar á Drelnesi eru í so máta líka góðar sum í Esbjerg og tí kom tað framvegis fullkomiliga óvart á okkum, at vit ikki sluppu upp í part.
Havnin í Esbjerg tolir eitt trýst upp á fýra tons fyri hvønn fermetur. Og hon er heldur ikki meiri enn 6,7 metrar djúp og tað er nóg mikið til at ganga oljufeløgunum á møti har niðri.
? Tí ivaðust vit heldur ikki í, at tað var nóg mikið til at ganga oljufeløgunum á møti í Føroyum, og at umstøðurnar á Drelnesi vóru í lagi, sigur hann.
Annars hevur verið frammi, at samferðsluviðurskiftini vóru ein orsøk til, at Drelnes ikki varð góðkent at geva boð upp á oljuhavnina.
? Á fundinum spurdi eg umboðið fyri Statoil, hvat teir sipaðu til, tá ið teir søgdu, at samferðslan var ein trupulleiki á Drelnesi. Teir søgdu, at tað eru sjálv havnaviðurskiftini, teir hugsa um, sigur Henrik Thomsen.
Truplari í Vági
Vit spurdu eisini Henrik Thomsen, um hann helt, at tað hevði verið eitt mistak, at teir bara høvdu Drelnes at vísa á og um hann heldur, at teir høvdu staðið sterkari um teir eisini høvdu havt Vágsfjørð sum ein møguleika?
? Tað veit eg ikki. Eg frætti, at sagt verður, at oljufólk hava ongantíð verið í Vági og kanna umstøðurnar har. Men tað er ikki rætt. Eg havi sjálvur verið í Vági við nógvum oljufólki. Og niðurstøðan av teimum vitjanunum er, at Vágsfjørður og Vágs Havn eru bæði trygg og vælhóskandi til oljuhavn. Trupulleikin er, at har bryggjukantur er í Vági, er onki uppland og har nóg mikið av upplandi er, er ongin bryggjukantur. ?? Og tað er dýrt at gera bryggjukant. Tí hevði Vágur ikki so stóran áhuga hjá oljufeløgunum. Av tí sama er tað nógv bíligari at vísa á Drelnes, tí har skulu ongar íløgur gerast fyri at kunna brúka havnina til oljuhavn.
Tað hevur eisini verið nevnt, at tyrlupallurin í Froðba er ov lítil?
? Tað er eisini eitt, sum bøtast kann um. Men boðini úr landsstýrinum vóru júst, at tað var ikki skilagott at gera íløgur í oljuhavnir, fyrrenn vit vitstu, akkurát, hvar hon skal vera. Hetta, fyri ikki at brúka nógvan pening til onga nyttu, um ongin oljuhavn verður.
? Men um Vágur nú skal koma inn í myndina í tí víðari arbeiðnum, tað er ein heilt annar spurningur, leggur Henrik Thomsen afturat.