Helt at tað var skemt

Tá ið eg hoyrdi skot, helt eg, at tað var onkur, sum spældi býtt.

Øll hildu, at tað var skemt.

Tað sigur ein av teimum, sum var á politisku ungdómsleguni á Utøya í Noregi í gjár.

Khamshajiny Gunaratnam, vanliga nevnd Kamzy, 23 ár, skrivar um hendingina á heimasíðu síni.

Hon er framvegis so skelkað, at hon hevur framvegis ilt við at trúgva tí, sum er hent, tí á tí, hon kallar ringasta degi í lívi henneara.

Tað fór sum ein skelkur ígjøgnum alla leguna, tá ið tey frættu um bumbuspreingina í Oslo.

Hon royndi at ringja til húsfólkið og hon hevðu akkurát fingið vissu fyri, at øll høvdu tað gott, tá ið tey hoyrdu skot.

- Hvør heitasta er tað, sum gongur og spælir býtt, hugsaðu vit øll.

Men brádliga varnaðist hon, at hetta var ikki skemt, tí fólk fóru at renna í allar ættir og bóðu tey um at halda til rýmingar.

Tey runnu fyri lívinum ígjøgnum runnar og duttu um stórar steinar og skurðslaðu seg illa.

Tað ringasta var, tá ið tey fingu at vita, at maðurin, sum skeyt, var í løgreglubúna, tí so tordu tey illani at ringja eftir løgregluni, men tað gjørdu tey kortini.

Tey hildu kortini høvdið so mikið kalt, at tey fingu skriva á Facebook um at biðja øll, sum áttu bát um at koma til hjálpar.

Tey sóu sær ongan annan møguleika uttan at leypa í havið og royna at svimja til lands.

Nógv vóru lopin út í, men vendu aftur, tí sjógvurin var ov kaldur.

- Eg vildi heldur drukna enn verða skotin, so eg lat meg úr blusuni og leyp út í og tók a svimja, skrivar hon.

- Tað var tungt at svimja, so eg lat meg úr buksunum eisini.

Tað var ísakalt, men ein, ið svam við henni, tosaði alla tíðina við hana og bað hana ikki hyggja aftureftir, men bara hyggja frameftir ímóti landi og svimja.

- Vit hoyrdu skot alla tíðina og eg undraðist á, at eg ikki varð rakt!

Seinni fekk eg at vita, at yvirgangsmaðurin stóð akkurát har, vit vóru lopin á sjógv og at hann hevði skotið eftir okkum.

Tað komu bátar ímóti teimum. Tann fyrsti báturin tveitti teimum bjargingarvestar, men mátti stima víðari.

Ein annar bátur tók tey upp og tá ið tey komu til lands, fingu tey handklæði og vórðu koyrt á eina Esso-støð, har løgregla og sjúkrabilar tóku ímóti.

Har fekk hon heit klæði og heitt a drekka. Hon fekk eisini ringt heim.

Øll, sum vóru á Utøya, vórðu flutt á eitt hotell beint við.

Kamzy spyr, hva kann fáa fólk til slíkt. Hvat hava vit gjørt, spyr hon.

Hon tekur undir við forsætisráðharranum, sum segði í gjár, at ongin skal bumba tey til tøgn