útbúnað á havbotninum og eitt framleiðslu- og goymsluskip. Henda tøknin varð tikin í brúk á Foinaven feltinum í fjør og verður nú førd víðari á Schiehallionøkinum. Shiehallion-oljukeldan varð funnin á heysti [...] boriøkjum. Tann nýggjasta tøknin innan oljuframleiðslu er tikin í brúk og fer mesta av arbeiðinum fram á sjálvum havbotninum. Haðani ganga oljuleiðingar upp til tað risastóra framleiðslu- og goymsluskipið [...] heysti í 1993 av boripallinum Ocean Valiant. Keldan liggur á 375 metra dýpi í teigunum 204 og 205., ikki so langt frá føroyska fiskimarkinum. Mett verður, at oljukeldan goymir 340 milliónir tunnur av olju
lærugrein, men nærum allar lærubøkur annars vóru á donskum máli. Tíbetur eru stórar broytingar hendar á hesum øki til tað betra, men enn eru vit ikki komin á mál. So hvørt sum eitt mál er nátt, eiga eisini [...] ikki so nógv um fremmandaorðorð, men at orðini verða bend á rættan hátt. Um ikki, gera vit okkum inn á beinagrindina í máli okkara, og tá er vandi á ferð. Tað nýggja - ein avbjóðing Føroyar eru og vera altíð [...] og skaldskapin á tí. Takkað verið hesum ráki, var skaldskapur av manna munni niðurskrivaður og ansurin fyri móðurmálinum kveiktur her á landi. Her finna vit eisini kærleikan til land og fólk, natúr og
august stevnir Norrøna út av Havnini, sum hon so ofta hevur gjørt tað í summar. Men væntandi dansa aldurnar lættari á vágni, enn vanligt er, tí rættuligur sjómanstónleikur ljómar óivað um land og hav, tá Norrøna [...] Norrøna leggur frá landi og harmonikumenn, sum vant, spæla á dekkinum. Skipið er henda túrin nevniliga mannað við dugnaligum harmonikusnillingum. Tann tiltikni harmonikutúrurin er á skránni, og hann hava [...] bólkarnir spæla. Eisini er felagssangur á skránni og hann gongur vanliga ómetaliga væl, sigur Fimmboði. - Í mun til undanfarin ár, so er gestatónleikarin í ár við á øllum túrinum. Bæði aftur og fram. Hini
saman. Sóu bert Argjalandið Í kæruskrivinum sigur manningin á Húsavíkingi, at tá ið løgdu bátarnar á startmálinum, sóu teir ikki annað land enn Argjalandið. Ikki hómaðu teir nakað sum helst stavnhald. [...] fólkini, sum í spenningi bíðaðu inni á keiini. Ørvamaður samdur Ein av manningini á Ørvi, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at hann er samdur við manningini á Húsavíkingi í tí, at róðurin ikki fór [...] Ørvamaðurin sigur, at tað einu ferðina tá Húsavíkingur kom inn á kósina hjá teimum, noyddust teir at sneiða av og mundu rent á boyuna, sum er á Havnarvág. Hetta kostaði teimum nógva tíð, og tað, sum eftir
tey ætla sær til Føroya á vetri. Norrøna fer í vetur at sigla eftir somu ætlan, sum hon ger í summarskránni, t.v.s. at farið verður úr Føroyum fríggjadag klokkan 08.30. Norrøna er í Hanstholm leygardag [...] mánaða. Seinastu árini hevur Norrøna verið einsamøll á ferðafólkarutuni sjóvegis um summarið, og Smyril Line hevur spakuliga roynt at gera summarhálvárið hjá Norrønu longri. Í ár varð summarsiglingin longd [...] Hanstholm klokkan 20. Hon verður so aftur á Havnini mánamorgun, klokkan 06.00. ? Tað skal roynast Vit hava spurt Óla Hammer, um hvussu tað ber til, at Norrøna nú fer undir heilárssigling millum Føroyar
hann er limur hjá teimum. Teir leggja eisini upp til, at um myndugleikarnir á Reunion vilja hava trygd fyri, at menninir eru á oynni, tá ið málið verður tikið upp í rættinum, kunnu teir ístaðin fyri at [...] juni 1998 við áheitan um at gera sítt besta til tess at finna eina skjóta loysn á málinum um afturhildna føroyingin á Reunion. Fyrisitingin hevur fylgt málinum og havt fleiri samtalur við uttanríkismálaráðið [...] Vágbingurin Sigmundur Andreasen hevði í gjár sitið »fangi« á fronsku oynni Reunion í fimm mánaðir. Um møguleikarnir hjá honum at sleppa av oynni aftur eru betri nú enn tær hava verið, er ilt at siga. At
avgerandi dystinum á Skála megnaði Kyndil at vinna á StÍF og sostatt ogna sær føroyameistaraheitið hjá kvinnunum fyri fyrstu ferð síðani 1981. Neistin vann steypakappingina eftir finalusigur á Kyndli. VÍF nógv [...] annað árið á rað. Hóast hoyvíkingar gjørdust ov stuttir í landskappingini, høvdu teir kortini eitt sera gott kappingarár, og í steypakappingini endaðu teir á ovastu rók eftir finalusigur á Kyndli, sum [...] ár. Kvinnurnar hjá StíF, sum í fjør blakaðu eitt upplagt FM-heiti burtur á næstseinasta spælidegi, ætla sær óivað at fáa hendur á gullinum í ár. Hópurin hjá StíF-kvinnunum er so at siga óbroyttur, og í
Í løtuni eru 24 fastbúgvandi fólk á norðastu bygd á Kalsoynni, Trøllanesi. Og ikki færri enn 10 av teimum eru 12 ár og yngri. ? Tað hevur altíð verið upp og niður, hvussu nógv børn hava verið í bygdini [...] enn landbrúk, sum fólkið livir av á Trøllanesi. Teir eru tríggir bøndur í bygdini. Okkurt lítið annað arbeiðið er eisini. Ein koyrir post út, ein ansar eftir vitanum á Kallinum, onkur hevur nakrar tímar [...] eisini havt fleiri mjólkineyt. Men tað er soleiðis, at kvota er sett á, og vit sleppa ikki at hava meir. Allir tríggir bøndurnir á Trøllanesi hava mjólkineyt - eini 20 tilsaman. Mjólkineytini í Trøllanesi
embætismannaveldi. Slíkt er óverdugt, einki samfelag kann sleppa borgarum sínum so upp á fjall, onkur má hava ábyrgd á hesum øki, um ikki, so vísir tað best, at broytingar eru bráneyðugar. Marknaðartrætan [...] við bretar kom á skránna, at higartil úrslitaleysu samráðingarnar við hesar byrjaðu fyri 7 árum síðani, og at ongin fundur hevur verið síðani septembur 1997. Hendan er støðan nú vit standa á gáttini til hesa [...] sjónarring á hesum týdningarmikla økinum- samstarv og samhandil við onnur lond. Arbeiðsloysið minkar, verður sagt í løgmansrøðuni. Ikki er langt síðani, einaferð tíðliga í vár, at serkønir á økinum, í
av Skotlandssiglingini. Vit mugu ansa okkum Á fundi við uttanlandsnevndina upplýsti fíggjarmálaráðharrin, at av yvirskotinum á fíggjarlógini fyri 1997 upp á 150 mió. kr. stavaðu tær 134 mió. kr. frá Føroya [...] lin upp á næstan 1 mia. kr. Búskaparráðið sigur eisini í síni frágreiðing, at gongdin er ikki haldgóð av serliga trimum orsøkum: 1. Avkastið í stórum pørtum av fiskivinnuni bæði á sjógvi og á landi er [...] Sum vera man var tað við stórum spenningi, at stórur partur av Føroya fólki setti seg at lýða á løgmansrøðuna á ólavsøku. Hetta var fyrsta løgmansrøðan hjá nývalda løgmanni, og hetta var fyrsta politiska