Róðrarsambandið avvísir kæru

Kappróður: Manningin á Húsavíkingi sendi kæru til RSF um róðurin á ólavsøku, men Róðrarsambandið hevur svarað, at avgerð høvuðsdómarans er endalig

So hendi tað aftur. Enn einaferð er kært um ein róður, har manningar meta, at alt ikki var, sum tað skuldi. Orsøkin til kæruna hjá Húsavíkingi er, at sýnið var so mikið vánaligt, at róðursmenninir høvdu einki stavnhald at stýra eftir, og av hesi orsøk vóru summir av bátunum fleiri ferðir um at rógva saman.

Sóu bert Argjalandið

Í kæruskrivinum sigur manningin á Húsavíkingi, at tá ið løgdu bátarnar á startmálinum, sóu teir ikki annað land enn Argjalandið. Ikki hómaðu teir nakað sum helst stavnhald.

Tað er einki dulsmál, at beint tá ið 8-mannaførini skuldu fara at rógva, køvdi hann av í mjørka, og sýnið bleiv av tí allarringasta.

Teir halda, at umstøðurnar vóru ikki til at rógva, og tískil krevja teir umróður.


Ávirkaði fleiri

av bátunum

Manningin á Húsavíkingi sigur í kæruskrivinum, at teir óviljað komu at gera øðrum bátum ónáðir. Teir siga millum annað, at eftir startin »helt okkara stýrimaður, sum var vorðin rættiliga ørkymlaður av umstøðunum, alt ov nógv vesturyvir við teirri fylgju, at vit mundu rent inn í Ørv. Snaraði hann so eysturyvir aftur, men við ongum stavnhaldi komu vit aftur út av kós og alt ov tætt Argjabátinum. Nú var rættiligur fjáltur komin á. Fyri aðru ferð vóru vit aftur yviri og troðkaðu Ørv út av kósini, róðrið í borðið og so aftur yvir til Argjabátin. Í sjálvum endaspurtinum róðu vit mest at kalla á kósini hjá Ørvi.«


Umstøðurnar vóru

ikki til kappróður

Sambært kæruskrivinum, so metir manningin á Húsavíkingi, at umstøður vóru ikki til líkinda kappróður, tá ið róð var. Teir halda, at dómarabáturin átti heldur at hugsa um tær manningar, sum í fleiri mánaðar hava nýtt hvørja fríløtu til venjing enn hugsa um tey túsundatals fólkini, sum í spenningi bíðaðu inni á keiini.


Ørvamaður samdur

Ein av manningini á Ørvi, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at hann er samdur við manningini á Húsavíkingi í tí, at róðurin ikki fór rætt fram, og at umstøðurnar vóru ikki til at rógva í ta løtuna. Hann leggur tó aftrat, at hann metir ikki, at man kann krevja umróður, tí, sum hann sigur, so eru allar manningarnar greiðar yvir, at avgerð høvuðsdómarans er endalig.

Ørvamaðurin sigur, at tað einu ferðina tá Húsavíkingur kom inn á kósina hjá teimum, noyddust teir at sneiða av og mundu rent á boyuna, sum er á Havnarvág. Hetta kostaði teimum nógva tíð, og tað, sum eftir var av róðrinum, lógu teir í kjalarvørrinum hjá Húsavíkingi.

Onkur vil eisini verða við, at bátarnir, sum lógu nærmast molanum, høvdu bestar umstøður, tí at teir kundu stýra eftir molanum. Tað er eisini undrunarvert, at báturin, sum vann ólavsøkuróðurin, Gullbrandur, hevur ligið í aftara enda alt róðrarárið annars, men brádliga vinnur á ólavsøku.


Róðrarsambandið hevur avvíst kæruna

Í skrivi til Húsavíkar Kappróðrarfelag sigur RSF, at teir ikki hava heimild til at viðgerða kæruskrivi sum kæru, og teir vísa á, at góðkenning høvuðsdómarans í róðrinum er at meta sum endalig. Tað er eisini torført at hugsa sær, at ólavsøkuróðurin skuldi verið strikaður, og at róð skuldi verið av nýggjum. Men væntandi hevur RSF skrivið í huga til komandi ár.