Føroyskir politikarar taka sær um reiggj

Føroysku fólkatingsmenninir Jóannes Eidesgaard og Óli Breckmann hava hvør fyri seg heitt á danskar og franskar myndugleikar um at fáa málið hjá Sigmundi Andreasen loyst. Løgmaður, Anfinn Kalsberg, sum í landsstýrinum umsitur uttanríkismál, hevur gjørt tað sama. Men hava teir handlað skjótt nokk og gjørt nóg mikið?

Vágbingurin Sigmundur Andreasen hevði í gjár sitið »fangi« á fronsku oynni Reunion í fimm mánaðir. Um møguleikarnir hjá honum at sleppa av oynni aftur eru betri nú enn tær hava verið, er ilt at siga. At bíða, bíða og aftur bíða til málið kemur fyri hevur verið hansara leiklutur. Og hjálpin og stuðulin, hann hevur fingið, hevur heldur ikki verið tann heilt nógvi.

Frá føroyskari síðu hevur heldur ikki verið gjørt nógv fyri at fáa føroyingin av oynni aftur. í hvussu er virkar tað, sum at tað ikki er fyrr enn nú, at tey, sum hava møguleika at gera sína ávirkan galdandi í málinum, eru raknað við.


Uttanríkisráðið

Føroysku fólkatingsumboðini royna nú bæði at gera sína ávirkan galdandi.

Jóannes Eidesgaard hevur tó longu fyri tveimum mánaðum síðani sent bræv bæði til statsministaran, Poul Nyrup Rasmussen og til danska uttanríkisráðharran, Niels Helveg Petersen. Í brævinum greiðir Jóannes frá støðuni hjá Sigmundi, og heitir á teir, um at gera teirra ávirkan galdandi, so Sigmundur kann fáa passið aftur og sleppa heim til familjuna aftur.

Frá statsministerinum fekk Jóannes svarið, at tað var eitt mál hjá uttanríkisráðnum. Nakað seinni kom svar frá uttanríkisráðnum, har teir søgdu, at danska sendistovan í París arbeiddi við málinum. Tað var tó ikki lætt hjá teimum at ávirka, tí skipanin á Reunion er heilt øðrvísi, enn tað vit kenna til. Tey søgdu seg tó royna at gera, hvat tey kunnu í málinum.


Hava pappírini sum pant

Nú Golden Eagle (fyrrv. Borðoyarnes) eisini varð tikin, og passið varð tikið frá skiparanum, Jógvani Vilhelm, hevur Skipara- & Navigatørfelagið eisini heitt á Jóannes um at gera sína ávirkan galdandi. Skipara- & Navigatørfelagið kennir eina aðra ábyrgd yvirfyri Jógvan Vilhhelm, tí hann er limur hjá teimum.

Teir leggja eisini upp til, at um myndugleikarnir á Reunion vilja hava trygd fyri, at menninir eru á oynni, tá ið málið verður tikið upp í rættinum, kunnu teir ístaðin fyri at taka passið frá persónunum, heldur hava pappírini hjá monnunum sum pant, og um menninir ikki møta upp, tá ið málið verður tikið upp í rættinum, so kunnu teir inndraga pappírini.


Móti altjóða reglum

Nú franski uttanríkisráðharrin í hesum døgum eisini er á vitjan í Danmark, hevur Jóannes aftur sent bræv til Poul Nyrup og Niels Helveg Petersen um at taka hetta málið um Sigmund Andreasen og Jógvan Vilhelm upp við franska uttanríkisráðharran. Eisini hevur hann skrivað til fronsku sendistovuna í Keypmannahavn.

Grundgevingin hjá Jóannes fyri at leggja seg út í hesi bæði málini er greið.

? Hetta er ímóti vanligari mannagongd, sum vit kenna til. Um eitt útlendsk skip verður tikið her við Føroyar, so kemur málið fyri innan 24 tímar. Soleiðis eru altjóða reglur. Men í hesum førinum við Sigmundi og Jógvani verða hesar reglur als ikki fylgdar, sigur Jóannes.


Óli við hvassorðaðum skrivi

Hin føroyski fólkatingsmaðurin, Óli Breckmann hevur eisini sent hvassorðað skriv bæði til franska og danska uttanríkisráðharran, nú teir fundast saman í Danmark og Grønlandi. Hann metir, at tað als ikki hóskar seg fyri eitt demokratiskt land sum Frankaríki at handla, sum teir hava gjørt. Menninir hava ikki fingið eina rættvísa rættargongd, og tað hava teir krav uppá at fáa. Óli sigur, at her í Føroyum tekur tað hægst 36 tímar til eitt tílíkt mál er avgreitt. Støðan, Sigmundur er í, líkist tí svartasta ongum. Í brævinum heitir Óli á uttanríkisráðharrarnar um at fáa málið loyst beinavegin.


Løgmaður við einari áheitan

Anfinn Kalsberg, løgmaður, sum eisini umsitur uttanríkismál í landsstýrinum, hevur eisini sent danska uttanríkismálaráðharranum Niels Helveg Petersen bræv tann 5. juni 1998 við áheitan um at gera sítt besta til tess at finna eina skjóta loysn á málinum um afturhildna føroyingin á Reunion.

Fyrisitingin hevur fylgt málinum og havt fleiri samtalur við uttanríkismálaráðið, har sagt verður, at trupult er at koma ígjøgnum til myndugleikarnar har niðri, men at teir gera alt, hvat teir kunnu fyri, at loysa málið.

Um Anfinn ætlar at gera meir í hesum málinum ógreitt.



v