Ólavsøkudag byrjaði framleiðslan frá tí næsta oljufeltinum millum Hetland og Føroyar. Talan er um stóra Schiehallion oljukelduna, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Schiehallion er væl størri enn Foinaven oljufeltið, sum fór undir framleiðslu í fjør sum fyrsta framleiðandi oljukeldan nakrantíð vestan fyri Hetland.
Í oljuhøpi verður hendingin ólavsøkudag mett sum ein stórhending, tí nú verður oljuframleiðslan frá hesum nýggja økinum í Atlantshavi fleirfaldað.
BP operatørur
Oljufeløgini, sum standa fyri Schiehallionfeltinum, eru BP, sum er operatørur, Shell, Statoil, Amerada Hess, Murphy og OMV.
Í øllum Schiehallionøkinum eru 29 brunnar í fýra ymiskum boriøkjum. Tann nýggjasta tøknin innan oljuframleiðslu er tikin í brúk og fer mesta av arbeiðinum fram á sjálvum havbotninum. Haðani ganga oljuleiðingar upp til tað risastóra framleiðslu- og goymsluskipið, ?Schiehallion?. Hetta slagið av skipum er avloysarin til gomlu framleiðslupallarnar. Skipið er tað størsta nýbygda av sínum slag í heiminum. Tað er bygt í Belfast í Norðurírlandi. Tvey tangaskip skulu føra oljuna frá framleiðslu- og goymsluskipinum til oljuhavnina Sullom Voe í Hetlandi.
BP-stjórin fyri hesi verkætlanini, Pat McHugh, er sera fegin um, at tað hevur eydnast at fara undir framleiðslu einans 27 mánaðir eftir, at avgerð varð tikin um at fara undir verkætlanina og minni enn fimm ár eftir, at oljufeltið varð funnið.
11 millardir krónur
Kostnaðurin fyri alla verkætlanina er nærum 11 milliardir krónur. Umleið 80% av øllum arbeiðinum er gjørt av fyritøkum í Bretlandi. Ikki færri enn 3000 fólk hava havt tilknýti til verkætlanina.
Umstøðurnar vestan fyri Hetland eru rættiliga nógv øðrvísi enn tær í Norðsjónum, og tí hava oljuserfrøðingar útviklað eina heilt nýggja tøkni, tann sokallaða flótandi framleiðslutøknin, sum í høvuðsheitum fevnir um sera framkomnan útbúnað á havbotninum og eitt framleiðslu- og goymsluskip. Henda tøknin varð tikin í brúk á Foinaven feltinum í fjør og verður nú førd víðari á Schiehallionøkinum.
Shiehallion-oljukeldan varð funnin á heysti í 1993 av boripallinum Ocean Valiant. Keldan liggur á 375 metra dýpi í teigunum 204 og 205., ikki so langt frá føroyska fiskimarkinum.
Mett verður, at oljukeldan goymir 340 milliónir tunnur av olju. Haraftrat kom 85 mill. tunnur, sum liggja í grannakelduni Loyal.
Ætlanin er at framleiða 154.000 tunnur av olju um dagin. Framleiðsluskipið, sum kemur at liggja á feltinum alla tíðina, kann goyma 900.000 tunnur av olju.
BP hevur gjørt sær stóran ómak at liva upp til nútíðar umhvørviskrøvini við eitt nú at koyra gassið niður aftur í undirgrundina.
Umframt stóra framleiðslu- og goymsluskipið hevur BP eisini latið byggja ein serútgjørdan tangabát, Lord Rannoch, sum skal føra oljuna frá feltinum og til Sulllom Voe oljuterminalin umleið eina ferð um vikuna. Hesin verður liðugur í heyst og til ta tíð skal tangbáturin Nordic Savonita flyta oljuna til lands.
Býtið millum feløgini er annars hetta; BP og Shell eiga 33,35% hvør, Amerada Hess 15,6% og Statoil, OMV og Murphy 5,8% hvør. Grannakelduna Loyal eiga BP og Shell helvt um helvt.









