hav, tað var ikki akkurát je, so har slapp hann at vera einsamallur fyri mær. Pabba elskaði havið, og havið var hansara arbeiðspláss alt lívið. Hann fór fyrsta túrin, sum 13 ára gamal til Grønlands við [...] ganginum og nøkur stóðu úti í tún. Sangkóri Ljómur sang eisini ein sang undir jaðarferðini. Ferðin yvir um Vágsfjørð var ein vakur túrur, og tað fylgdu nógv fólk honum til hansara seinasta hvíldarstað. [...] onkur, at nú hevði Pauli lagt kollin á skrá og arbeitt víðari. Hann man hava fingið so mangt ælið yvir seg. Til seinast vil je takka mammu fyri alt tað hon hevur verið fyri pabba og alla familjuna. Hon
farvæl Karl Anton, tí tú var so góður við ungdómin og vildi honum so væl. Vil við hesum lýsa frið yvir minni um Karl Anton Klein, eitt minnið, sum fer at liva víðari í nógvum av tí góða sum tú hevur lagt [...] honum er at vera við til at gera henda hansara dreym til veruleika. Eins og Ove vígdi lív sítt til havið og sjógvin, vígdi Karl Anton sítt lív til tónleikin. Báðir vóru tey einarar. Báðir doyðu ungir. Báðir
høvdu sum so mangan fingið okkum eitt gott prát um lívsins viðurskifti. Stutt fyri leggingartíð fór eg yvir aftur til mín sjálvs, men tá vardi tað meg ikki, at hetta skuldi verða seinasta samrøðan okkara millum [...] á rókini og bíða, til hann kom aftur eftir okkum. Nakrar hundrað metrar dygst niðurfyri var bláa havið, og vit smádreingir lærdu, at hetta var ikki spæl, men lívsins álvara. Frá barnsbeini av lærdu vit [...] hansara hvílir nú í okkara fedranna jørð millum Oyrar og Gerðar. Fari við hesum orðum at lýsa frið yvir minnið um mín góða bróður, lagsbróður, granna og vinmann. Christian
ferðina úr Karahandar – fyri ein stóran part til gongu – um Tashkent til Karatnjovolsk við Kaspiska havið, haðani teir fóru við skipið vesturum til oljubýin Baku, har allir aftur endaðu í fangatippi; men [...] síðani handfarnir sum landsins gestir, til teir við skipi vórðu sendir í persiska havn “við Kaspiska havið, á fløtunum har”, sum skaldið kvað, og har eg sjálvur 14 ár seinni byrjaði mítt fyrsta starv sum nýklaktur [...] Sibiriuferðini, so av og á vitjaðu aftur. Við samkenslu við teirra avvarðandi vil eg við hesum lýsa frið yvir minnið um hjúnini Hannu og Petur. Heini
Hann varð kanska bangin fyri at at gera okkurt skeivt, men tað hevði onki upp á seg; ongan feil havið eg sæð enn, sum Homm hevur gjørt, tvørtur ímóti: hann dugdi væl til hendurnar, sjálvt um hann kanska [...] gleddi seg eins og smábarn til jóla; hann varð glaður um hesa høgtíð, og kundi hansara gleði smittað yvir á okkum onnur, sum kanska hugsaðu um okkurt annað. Tað varð altíð hugnaligt at verða saman við Homm [...] og børnini, sum upplivdu hesa syrgiligu hending so nær upp á lívið; mega tit fáa megi til at koma yvir hesa hending. Mega vit øll varðveita tey góðu minni, Homm hevur givið okkum; tómrúmið eftir hann er
góðan tjans á skipi. Góði sonur, tað bleiv so endin á tínum lívi, og fekst eina váta grøv. Havið gevur, men havið tekur. Í hesum føri tók tað nógv. Góða Sigga og Hilbert, tað bleiv unt tykkum bara 5 mánaðir [...] Sjóborgini. Ærað verður minnið um manningina. Takk til Una Næs, prest, fyri minningarhaldið í kirkjuni yvir Hilbert her í Vestmanna. Takk til Jónfinn og Fríðgerð, fyri tann góða døgurða til okkum øll aftaná
góðar møguleikar at vísa í tínum starvi sum tænari og flogskarvur, sum tú sjálvur nevndi teg, tá tú fleyg við Atlantic Airways. Tað er ofta soleiðis, at fólk verða mest róst tá tey eru farin, og tað hevur [...] hjálpir okkum øllum í okkara stóra sakni og sorg, sum vit sita eftir við. Eg vil hervið lýsa frið yvir minnið um mín elskaða systirson Gunnar Berg. Margrith mostir
innan fjarfiskiskap, vestmenningurin John Dam, í 1969 legði lunnar undir rækjuveiðu á opnum havið í Norðuratlantshavinum, gekk ikki long tíð til at eisini aðrir avgjørdu at royna seg í hesi [...] tó rógvin, og Atli legði árarnar inn, umgyrdur av sínum nærmastu. Við hesum orðum lýsi eg frið yvir minni á svágrinum og dugnaliga úrmælinginum, Atla á Plógv. 9. apríl 2025 JEH
heima í sanginum »Langt burtur frá tær við Noregs køldu strendur«, kvøður: »Eg sendi tær nú heilsu yvir havið og til tey børn, tú hevur givið mær Eg elski tykkum, nú og allar ævir so víst eg lata vil mítt [...] ferðast um himmal og hav. Ella tá hann sá mánan fyri sær í koyggjuni og syngur, »Mánin hann skein, skein yvir Føroyaland«. Men serliga nógvar yrkingar venda sær beinleiðis til konuna og børnini, sum áttu allan [...] nú meg«. Eg og míni fara at bera fram eina tøkk fyri tað, sum hann var fyri okkum og lýsa vit frið yvir minnið um Bjarna Wiberg Joensen. Jóannes
Tú elskaði havið; tú elskaði tað, sum havið gav. Tíni bestu ár brúkti tú á sjónum; at enda tók sjógvurin teg. Tín síðsta túr við Sjóborgini fór tú týsdagin tann 31. mars, og av honum komst tú ongantíð [...] ikki lata onnur áhugamál forða mær í at skilja, hvat veruliga hevur virði. Babba elskaði ikki einans havið; hann elskaði eisini familjuna. Vit hava øll brúk fyri mati og drekka fyri at kunna halda áfram, og [...] hildu, at vit fóru at hava tykkum hjá okkum í nógv ár afturat, men hesum gjørdust vit ikki harrar yvir. Saknurin kenst svárur hjá okkum øllum, sum eftir sita; kanska serliga hjá tær, mamma, sum hevur mist