Minningarorð um Honnu og Petur Jacobsen á Eiði

Á hesum myndabrotinum frá 1945 stendir brúðarparið, Mari systir og Christian svágur, høgrumegin, og aftan fyri tey stendir Florenca – Ressa – Christofferesen, sum seinni giftist við morbróðuri okkara, Óla Hellu.

Ressu undir lið stendir Jóhanna – Hanna – Dorthea Jacobsen, sum hesa føgru sólskinsløtuna 17. juli 2008 varð løgd til hvíldar norðuri á Eiði 94 ára gomul. Prestur dugdi sera væl at lýsa hendingar, ið fóru fram í aðrari øld og øðrum túsundáratali, sum kortini fyri okkum gomlu tykist hava verið her fyri stuttum.

Mari systir, Hanna og Ressa hildu saman øll krígsárini í útlegd, og er tað Honnu og Peturi – uttast vinstrumegin – her í stuttum skal sigast frá. Myndin er tikin ikki langt eftir, at tey aftur hittust.

Peturi dámdi lítið at tosa um tilgongdini undir krígnum; men okkurt er fest á blað, m.a. í bókunum “Teir sigldu úti” hjá Niels Juel Arge, sála.

Petur Wilhelm Jacobsen, systkinabarn okkara, uppi í Geil í Hvalvík var sjómaður burturav og staddur í Danmark, tá landið var hertikið. Her hittust tey bæði, Petur og Hanna, og gjørdust væl.

Í juni 1941 var Petur við sum annar stýrimaður á “Axel Carl” við stykkjagóðsi úr Hamburg til Leningrad, har teir løgdu at bryggju 20. juni.

Morgunin eftir frættist, at Týskland hevði lopið á Sovjetsamveldið, og russisku myndugleikarnir komu, sum vera man, umborð at kanna hetta skip úr fíggindalandi.

Liðugt var at uppskipa 1. juli, og manningin varð sitandi sum fangi umborð, til teir 9. juli vórðu fluttir á eina gamla borg 45 kilometrar frá Leningrad.

23. juli vórð teir eftir jarbreyt fluttir til fangatippið Oranski nærhendis býnum Gorki, hagar teir komu 1. aug.

Fyrst í november vórðu teir riknir upp í neytavognar og koyrdir 14 dagar eftir jarnbreyt um Volga og Ural-fjøllini til aðra fangalegu í Aktjubinsk, har tað tann veturin frysti niður í 46 stig.

2. mars 1942 vórðu teir aftur fluttir eystureftir, og tók henda ferðin teimum 31 samdøgur til fangalegu í Karahandar í Sibiriu, har tríggir teirra doyðu eftir ferðina, og har teir liggja grivnir.

10. desember 1942 sluppu teir leysir aftur, um teir vildu fara við sameindum skipum, og tað kundu allir havt skrivað undir beinavegin, um tað hevði staðið teimum í boði, áðrenn líðingarferðina. Teir fingu passini aftur og nakað av mati til longu ferðina úr Karahandar – fyri ein stóran part til gongu – um Tashkent til Karatnjovolsk við Kaspiska havið, haðani teir fóru við skipið vesturum til oljubýin Baku, har allir aftur endaðu í fangatippi; men komst hetta av einum mistaki, og vórðu teir síðani handfarnir sum landsins gestir, til teir við skipi vórðu sendir í persiska havn “við Kaspiska havið, á fløtunum har”, sum skaldið kvað, og har eg sjálvur 14 ár seinni byrjaði mítt fyrsta starv sum nýklaktur verkfrøðingur.

Hagani komu teir um Elburs fjallarøðina 23. januar 1943 til høvuðstaðin Teheran, og kendu teir seg har mest sum á heimavølli í blíðskapinum millum bæði danir og bretar, og allarhelst eisini millum persar, kenni eg teirra gestablídni rætt.

Eitt harmuligt bakkast fingu teir tó afturat, tá maskinmeistari teirra, Niels Oskar Andersson, sum hevði klárað alla ferðina, so meiningsleyst at enda varð yvirkoyrdur har í býnum.

Nakað inn í februar hildu Petur og hinir fimtan, sum enn vóru á lívi, fram leiðina úr Teheran um Bagdad í Irak til Palestina – ein túrur m.a. gjøgnum oyðimørkina, sum eg júst 20 ár seinni sjálvur koyrdi gjøgnum og kendi sviðan av – og haðani til Cairo í Egyptalandi við framhaldi til havnabýin Alexandria.

Tveir mánaðir seinni fekk Petur tjans við skipi hjá teimum sameindu og sigldi úti, til kríggið í mai 1945 var av – heili fýra ár eftir, at hann og Hanna høvdu sæð hvørt annað. Danmark var jú hersett, so hon visti ikki, hvørt hann var livandi ella deyður.

Tá Petur at enda steig fótin aftur á danska jørð, visti hann helst ikki, hvørji ráðini vóru til at taka, tí hann leitaði upp Mari systir, og spurdi hana varisliga, um hon visti nakað um Honnu at siga.

“Jú” – segði Mari “Hanna hevur livað í vónini og bíðað eftir tær, hóast mangur til fánýtis hevur roynt at ligið framvið.”

Hanna og Petur giftust árið eftir og fingu trý børn, Lis, Leif og Ivan, sum øll búgva í Danmark.

Petur andaðist í 1993, 81 ára gamal og fingu tey sostatt eftir tey fyrstu hørðu árini hóast alt 47 góð ár saman í hjúnarlag, og var Hanna Peturi tryggasti stuðul og besta heilsubót, tá tvørleikar, sum stavaðu frá Sibiriuferðini, so av og á vitjaðu aftur.

Við samkenslu við teirra avvarðandi vil eg við hesum lýsa frið yvir minnið um hjúnini Hannu og Petur.

 

Heini