skiftur út, og eystfallið var komið aftur um fimm-tíðina, ætlaðu teir sær avstað aftur í somu ørindum. Nátarnir, teir fingu í gjár, eru sjálvandi fleiri, enn hvat teir báðir kunnu eta. Tá teir hava fingið nóg [...] nátar, verður eftir ætlan farið suður til Havnar at selja nátarnar í Vágsbotni. - Tað plagar ikki at standa á at sleppa av við teir har suðuri, siga teir báðir við ein munn. [...] Teir løgdu frá landi longu klokkan 7, og vóru aftur á landi í Hvannasundi um døgurðaleitið, tí okkurt var galið við stýringini. Við sær aftur at landi høvdu teir umleið 150 nátar. So skjótt sum kápilin
Samstundis sum fleiri statir har suðuri í USA eru illa herjaðir av ógvusligum meldurhvirlum og vatnflóð, stríðast tey í Texas við tann ringasta turkin tey seinastu 40 árini. Bøndur, sum hava neyt, hava [...] bata, sigur veðurmaðurin Brian Fuchs við fjølmiðlarnar. Serkøn siga, at turkurin nú er tann ringasti í Texas síðani 1967.
Í næstu viku hækkar hitin munandi í pørtum av Europa. Hitin í august hevur verið heldur lægri enn vanligt, men tað broytist næstu dagarnar. TV2 skrivar, at heit luft fer at streyma av suðuri upp ígjøgnum [...] hitastigum meira, enn vanligt er hesa ársins tíð. Seinni í vikuni verða helst um 25 stig í Danmark. Í Føroyum verða millum 10 og 12 hitastig í næstu viku.
Aftur í gjár vóru fráboðanir til løgregluna um, at seyður gongur leysur inni í bygdini í Trongisvági. Sambært vaktleiðaranum hjá løgregluni er trupulleikin serliga stórur í Torngisvági, tí tey fáa at kalla [...] samdøgrið vóru tríggjar fráboðanir um leysan seyð í Trongisvági. Tað var klokkan 7:20, aftur klokkan 19:15 og aftur í morgun. Vaktleiðarin sigur, at tað er onkur í Trongisvági, sum ikki heldur sína hegnskyldu [...] kalla dagliga fráboðanir frá fólki um, at seyður gongur inni í urtagørðum og etur. Løgreglan sendir aktingarmanninum boðini, sum síðani eigur at taka sær av tí – og eigarin eigur so at fáa eina rokning
starvsfeløgum í Sankta Frans Skúla, og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, handaði Gunvør á Lava heiðursmerkið fyri trúgva tænastu í forskúlanum í samfull 40 ár. Gunvør byrjaði í forskúlanum [...] uttanlands. - Starvsfelagarnir siga um teg, at tú ert ein fyrimynd í forskúlanum, og at tú ert ein mentanarberi av nonnusiðvenjunum – og tað haldi eg, tú eigur at taka sum eitt stórt herðaklapp. Tí har eru [...] vælgjørd og skapandi. Tú ert sera góð við børnini og hevur barnatekki sum fáur, sagt verður, at børnini elska teg yvir alt, hóast tú eisini kann vera bæði strang og striks. ##med2## - Tú ert gift Bent og eigur
umráðandi at ansa sær í ferðsluni. Tað er bæði nógvur vindur kring landið eins og tað er hálkufráboðan fleiri støð kring landið. Hetta videobrotið hevur ein lesari hjá in.fo sent okkum í dag. Hetta er tikið [...] tikið á Streymnesi. Hevur tú myndir ella videobrot, sum lýsa veðrið har tú ert, so ert tú vælkomin at senda okkum tað á post@sosialurin.fo ella á Facebook síðuna In.fo.
Í kvøld klokkan 22:00 verður høvi at uppliva føroyskan dans á Reinsarínum. Stigtakararnir siga: – Tú ert hjartaliga vælkomin at luttaka í sjálvum dansinum. Tað er líkamikið, um tú ongantíð hevur roynt [...] hetta áður, ella um tú hevur gingið til føroyskan dans í 100 ár. Øll eru vælkomin. – Hevur tú hug til at standa á síðulinjuni og njóta upplivingina, so ert tú eisini vælkomin til tað. Tað týdningarmesta er
við at byrja, og leygardagin verður føroyska undankappingin hildin á torginum í SMS Øll kunnu vera við. Dugir tú at rappa? Ert tú akrobatur á rennifjøl? Dugir hundurin hjá tær at dansa? Dugir tú at ganga [...] á eldi ella spæla jo-jo undir vatnskorpuni? Klárar tú at eta 50 egg? Dugir tú at steppa á styltum? Ert tú búktalari, barrvørður, ella dugir tú bara væl at syngja? Við øðrum orðum ? hevur tú eitt talent [...] talent, ið tú heldur er nakað serstak, so kanst tú verða við til casting-showið, sum verður á torginum í SMS leygardagin 14. mars frá kl. 14.00 til 20.00. Luttakararnir fáa neyvt tveir minuttir á pallinum, so
sildakanningar har suðuri í føroyskum sjógvi. Aftur í mai mánaða er Jan toktleiðari, tá ið sildakanningar verða gjørdar norðanfyri, bæði í føroyskum og altjóða sjógvi. Skiparin vísir á, at í juni verður [...] uppi í juni/juli, fer Magnus Heinason út at gera árligu yngulkanningarnar. Dánjal sigur, at tá ið fortoyningarnar hjá Boga eru lagdar útaftur, verður farið í summarfrí í fýra vikur. - Í september [...] á hávetri í 1967. Hann hevur siglt flestu árini við trolara, og í 1980 fór hann umborð á Magnus Heinason, sum landið tá hevði keypt til rannsóknarskip. - Vit vóru tveir, sum komu umborð í senn – eg
er til av svartkjafti í føroyskum øki í ár í mun til í fjør. Meginparturin av svartkjaftinum í kanningini í ár eru 2013 og 2014 árgangirnir. Tað skrivar Havstovan á heimasíðuni. Í einum av hálinum á Wyville [...] Hini skipini hava kannað gýtingarøkini longri suðuri. Samlaða nøgdin av svartkjafti, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum eru við, verður roknað á fundi í Keypmannahavn 24-26 apríl. [...] smáur svartkjaftur, hetta er helst 2016 árgangurin. Tað hevur ikki verið nógv at sæð til henda árgangin í kanningunum higartil, og hann verður tí mettur at vera undir miðal. Kanningin er skipað sum altjóða