Í næstu viku hækkar hitin munandi í pørtum av Europa. Hitin í august hevur verið heldur lægri enn vanligt, men tað broytist næstu dagarnar.
TV2 skrivar, at heit luft fer at streyma av suðuri upp ígjøgnum Europa, og fleiri lond fara at fáa hita um 30 stig, og tað er millum 8 og 12 stig hægri en vanligt hesa ársins tíð.
Tað verða lond sum Frakland, Týskland, Holland, Belgia og sunnari partur av Stórabretland, ið fáa um 30 hitastig frá mánadegnum.
Eisini norðurlond fáa eitt sindur av hitabylgjuni, og heilt upp til Finnlands verður roknað við millum 6 og 8 hitastigum meira, enn vanligt er hesa ársins tíð. Seinni í vikuni verða helst um 25 stig í Danmark.
Í Føroyum verða millum 10 og 12 hitastig í næstu viku.