Samstundis sum fleiri statir har suðuri í USA eru illa herjaðir av ógvusligum meldurhvirlum og vatnflóð, stríðast tey í Texas við tann ringasta turkin tey seinastu 40 árini. Bøndur, sum hava neyt, hava ilt við at fáa nóg mikið av fóðuri til neytini, og aðrir bøndur standa púra hjálparleysir at hyggja at, meðan jørðin tornar upp, og allur gróður doyr. Serfrøðingar siga, at umleið 70 prosent av grøðini kann fara fyri bakka orsakað av turkinum.
-Hetta er sera ræðandi, og fyribils bendir einki á nakran bata, sigur veðurmaðurin Brian Fuchs við fjølmiðlarnar.
Serkøn siga, at turkurin nú er tann ringasti í Texas síðani 1967.