Talent í SMS

Talent 2009 er so smátt við at byrja, og leygardagin verður føroyska undankappingin hildin á torginum í SMS Øll kunnu vera við. Dugir tú at rappa? Ert tú akrobatur á rennifjøl? Dugir hundurin hjá tær at dansa? Dugir tú at ganga á eldi ella spæla jo-jo undir vatnskorpuni? Klárar tú at eta 50 egg? Dugir tú at steppa á styltum? Ert tú búktalari, barrvørður, ella dugir tú bara væl at syngja? Við øðrum orðum ? hevur tú eitt talent, ið tú heldur er nakað serstak, so kanst tú verða við til casting-showið, sum verður á torginum í SMS leygardagin 14. mars frá kl. 14.00 til 20.00.

 

Luttakararnir fáa neyvt tveir minuttir á pallinum, so tú mást hugsa um, hvussu tú brúkar tíðina best fyri at vísa títt talent.

Tú hevur møguliga útgerð, rekvisittir, ljóðføri ella hjálparar við tær, um tú hevur brúk fyri tí til tína framførslu.

 

Ljóðanlegg er á staðnum, men hevur tú brúk fyri tónleiki til tína framførslu, hevur tú hann við tær á fløgu. Ætlar tú at syngja afturvið tónleiki, skalt tú hava hann við sum sing back track.

 

Ert tú undir 18 ár, skalt tú hava eina undirskrift við frá foreldrum/verja.

 

Meira kann lesast um tiltakið á heimasíðuni hjá SMS www.sms.fo, og tilmelding fer eisini fram á heimasíðuni.