Video: Sí standin á Streymnesi í dag

- Ein lesari hevur sent okkum hetta brotið í dag.

So eru Føroyar aftur raktar av illveðrið og hesaferð kunnu vit vænta, at illveðrið varðar fram til á midnátt ella har á leið. 

 

Koyrilíkindini eru út av lagi vánalig og Landsverk sigur, at tað verður verri út á kvøldið. 

 

Tískil er umráðandi at ansa sær í ferðsluni. Tað er bæði nógvur vindur kring landið eins og tað er hálkufráboðan fleiri støð kring landið. 

 

Hetta videobrotið hevur ein lesari hjá in.fo sent okkum í dag. Hetta er tikið á Streymnesi. 

 

Hevur tú myndir ella videobrot, sum lýsa veðrið har tú ert, so ert tú vælkomin at senda okkum tað á post@sosialurin.fo ella á Facebook síðuna In.fo.