Teir løgdu frá landi longu klokkan 7, og vóru aftur á landi í Hvannasundi um døgurðaleitið, tí okkurt var galið við stýringini. Við sær aftur at landi høvdu teir umleið 150 nátar.
So skjótt sum kápilin var skiftur út, og eystfallið var komið aftur um fimm-tíðina, ætlaðu teir sær avstað aftur í somu ørindum.
Nátarnir, teir fingu í gjár, eru sjálvandi fleiri, enn hvat teir báðir kunnu eta. Tá teir hava fingið nóg nógvar nátar, verður eftir ætlan farið suður til Havnar at selja nátarnar í Vágsbotni.
- Tað plagar ikki at standa á at sleppa av við teir har suðuri, siga teir báðir við ein munn.