limir. So tað er eingin ivi um, at málið er viðgjørt politiskt í landsstýrinum, áðrenn tað er farið út til samgongutinglimir. Í brævinum verður eisini klárt undirstrikað, at talan er um at málið skal aftur [...] samgonguna. Tað skal eingin ivi vera um, at undirritaði er fullsamdur við løgmann um, at tað ikki er arbeiðsháttur, sum eigur at verða góðtikin, um ein landsstýrismaður fer út um samgonguna við málum, sum hann [...] tí er hann koyrdur frá. Grundgevingarnar fyri hesum eru í brævinum til landsstýrismannin«. Hesi orð er løgmaður Edmund Joensen endurgivin fyri at siga í Sosialinum leygardagin 6. desember. Hvat er fullgott
Og tað er bara ein løta, so er hon aftur. Tekur næsta slengið og er burtur við tað sama. Vit, sum eftir er, hava nú tíð at práta eitt sindur. Mest um seyð. Eitt sindur spyrja fremmanamenninir um landið [...] tá klárt er at flyta. Nýggj tíð er komin. Men samband er einki í Barmi, so maðurin má ganga nakað langt, áðrenn hann fær samband um fartelefonina. Hetta dregur út, og vit halda so at enda, at nú man vera [...] fáa fjallboð á redaktiónini í Vágum um middagsleitið. Eru bodnir á fjall Eysturi í Barmi á Borðoynni. Tað man so vera í morgin, verður hildið. ?Nei, nei Tað er nú um ein hálvan tíma. Tit fúgva við tyrlu
. Hon verður í hvussu er ein stjórnmálafrøðingur, sum veit, hvussu tað er at vera á sjónum. Hetta er ikki tann ringasti førningur at hava! Kann seta 22 segl Statsraad Lehmkuhl er 1.516 bruttotons. Tað [...] september. Farið var fyrst til Lerwick í Hetlandi, har tað var ein stuttur støðgur. Síðan varð siglt til Havnar, har støðgurin var eitt samdøgur, og ferðafólkið slapp í land. Her er ikki talan um nakra Norrønu [...] arbeiði umborð. Tey ganga allar vaktir og kunnu eisini fara upp í rigningin, um tey tora! Tey gjalda umleið kr. 800 um dagin, men tá er kostur íroknaður. Hetta kann sigast at vera ein ”virkin frítíð”, sum nógv
fær tað at hugsa eitt sindur! Tey syngja helst um fisk Leygardagin fóru vit á føtur í góðari tíð og fingu morgunmat. Mjørkin hekk yvir bygdini, og tað er trupult at greiða frá hesum. Eg hevði gloymt fototólið [...] verið so at siga allastaðni, er tað serliga spennandi fyri teg at fara til eitt nýtt stað fyri fyrstu ferð. Áðrenn konsertin í Føroyum kom upp á tal, minnist eg meg at hava hoyrt um Føroyar í veðurtíðindunum [...] Tað er líka leingi, sum tað tekur at koma úr London til Los Angeles, men tann samanberingin kann neyvan brúkast til nakað. Útsýnið úr bilinum og av ferjuni var sera gott, stilt og blankt hav (tað er ikki
Eftir tað bleiv farið yvir til Grýluvíkina, har sigldu vit runt og tóku myndir, síðan bleiv farið yvir til hylin. Vit høvdu toskatráður við, so vit løgdu stilt við Grønanes, at prøva um nakað livandi var [...] havnirnar vestur yvir, fóru vit fyrst í Kapphavnina og tóku túrin eystur yvir og so vestur yvir, gjøgnum sundið. Vit komu so í Kapphavnina, tað var stilli og bakandi sól. Tað bleiv farið í land har, sum [...] r við, so vit prøvaðu eisini. Jú, nú bar til, vit fingu eisini væl. So var farið inn í bygdina, vit fóru í land at taka myndir og hyggja okkum um. Sum altíð var farið inn í kirkjuna at hyggja. Hon var
Teirra nøvn eru Brian Tawney og Jill Saltzman. Brian er 39 ára gamal og er “test engineer fyri eitt medical imaging virki “. Jill er 41 ára gomul og er “paramedic working on a mobile intensive care unit” [...] at vita um NASA og líknandi. Næsti steðgur var í Disney Land. Vit fingu ein heilan dag í høvuðsparkini, The Magic Kingdom, sum er ein útav 4 Disney World høvuðsparkum í Orlando. Av tí at tað er so stórt [...] gistingarhús. Tá ið ein koyrir á einum høvuðsvegi, so er tað stutt ímillum skeltini hjá gistingarhúsunum, og tey eru í óvæntaðum góðum støði, um ein hugsar um, hvat tey kosta í mun til heima í Føroyum. Men tað
tá komið var fram á hana í 1922. Hesir lutir verða nú sýndir fram í stóra fornaminnisavninum í Keiro. Savnið er rættiliga fallið í órøkt, men farið er undir at byggja eitt nýtt savn í nánd av slættanum [...] 00 egyptisk pund er uml. 0,95 d.dk. Veðurlag: Heitt og turt. Regnar ongantíð. Kalt um náttina. Politiskt: Hosni Mubarak er forsætisráðharri. Landið varð lýst í undantaksstøðu í 1981 og er hetta framvegis [...] orkar at vera leingi sum ferðafólk, tí alt er snøgt sagt ein stórur ruðuleiki. Men púra trygt, tí kriminalitetur er so at siga ikki í Egyptalandi, har ferðavinnan er ein hin størsta vinnan. Alt samalt ómetaliga
verður tosað um agn, hvalagarnar er gott hýsuagn og tú kann nýta tað í nógvar dagar, so seigt er tað, men ringt at avegna. Her er nógv fólk komið saman og skjótt verður atborið. Løgmaður er eisini á fótum [...] eisini, langt síðan nøkur grind hevði langt beinini í Funningsfirði. Og teir stjala so illa har norðuri, har er einki skil á nøkrum. Tað gongur skjótt norðureftir. Landið liggur í summarlýðku, tað er stoytt [...] blívi teknaður, so er sloppið. Nú opnar dalurin Millum Fjarða seg prúður fyri mær og vegurin er tómur. Stúranin var til onga nyttu. Eg síggi tveir bilar á Funningsfjarðavegnum og annar er ein hvítur løgreglubilur
tunnilsmunnan. Hetta er myrkasta vegastrekkið í heiminum, og nú Havnin er komin upp í Kollafjørð, skuldi tað ikki undrað, um teir ikki fara lýsa hetta vandamikla strekkið við gøtuljósum. Tað er ikki bara eg sum [...] av. Ternan er 22 og motorarnir eru bara tvey ára gamlir, hvat skulu teir nú nýtast til? Vit eru nostalgisk, føroyingar eru afturtráandi, vit leingjast eftir farnum tíðum. Ongantíð aftur um Vestmannasund [...] húsarhaldinum, hvør spardur túrur, og hetta hóast ein er fulltíðar kommunulækni og fulltíðar tingmaður og hevur eina inntøku langt omanfyri 100.000 krónur um mánaðin. Mange bække små, ella alt ger mun, sum
høvdu ætlanir um at lata blásararnar koma longur fram í ljóðmyndina. Konsertin hjá Swinging Link fór ein góðan hálvan tíma útyvir ásettu tíðina, og hóast hon soleiðis gjørdist nokkso lang, so fóru áhoyrararnir [...] bóli við eini rødd, sum næstan fekk Stevie Wonder til eitt blikna. Tað tyktist næstan, sum var einki mark fyri hvat hesin lítli maðurin kundi syngja og annars fáa í mikrofonina av ymiskum ljóðum. Men aftur [...] sindur keðiligt. ? Nu går vi over til noget med lidt mere sving i, segði Jens Nørholm við ljómborðið og nú byrjaði bassurin at ganga. Blásararnir spældu sínar fyrstu soloir, og gittaristurin vísti sítt virði