Tað, sum fyrr tók eitt sjóvarfall at fáa til hús, tekur nú umleið ein hálvan tíma soleiðis alt í alt. 
Vit tosa um skurðin  Eysturi í Barmi á Borðoynni, sum fyrr skuldi rekast um fjøll, men í dag veðru flogin við tyrlu at húsum. 
Vit fáa fjallboð á redaktiónini í Vágum um middagsleitið. Eru bodnir á fjall Eysturi í Barmi á Borðoynni. Tað man so vera í morgin, verður hildið. 
?Nei, nei Tað er nú um ein hálvan tíma. Tit fúgva við tyrlu av flogvøllinum. Skulu vera við til at flúgva seyðin heim aftur til Klaksvikar, verður sagt í hinum endanum.
Tað er alt í einum, at vit eru á flogvøllinum og so við tyrlu á fjall. Høvdu gomlumenninir vitað.
Fyrst verður farið til Klaskvíkar eftir búrunum, sum seyðurin skal flytast í. Bíða eina løtu á tyrlupallinum, tí teir, fjallmenninir skulu ringja og siga frá, tá klárt er at flyta. Nýggj tíð er komin.
Men samband er einki í Barmi, so maðurin má ganga nakað langt, áðrenn hann fær samband um fartelefonina. Hetta dregur út, og vit halda so at enda, at nú man vera so væl áleiðis komið hjá teimum, at vit fara at royna.
Og rætt er. Tá vit koma eystur, er maðurin farin at ringja, og hinir gera klárt at taka úr.
Tað er skjótt, at teir hava felt so mikið, sum tyrlan tekur hvørja ferð. Alt verður lagt niður í búrini,og tyrlan fer við fyrsta slenginum. Teir gera skjótt av og fella restina, so ikki skal bíðast eftir tí, tá tyrlan kemur aftur. Og tað er bara ein løta, so er hon aftur. Tekur næsta slengið og er burtur við tað sama.
Vit, sum eftir er, hava nú tíð at práta eitt sindur. Mest um seyð. Eitt sindur spyrja fremmanamenninir um landið, vit síggja, og um hvussu nógv skorið verður. Her verður alt tikið í einum. Skurður og klipping. Lítil gonga er. 49 seyðir verða fluttir heim.
Vit fara inn í húsið, teir hava her eysturi. Barmslon. Og her liggur gestabók, sum ikki ber til at ganga frá soleiðis uttan at hava skrivað í. Tað veðru so løgd ein heilsa frá Sosialinum eftir her í Barmi.
So er tyrlan aftur, og seinastu seyðirnir og tað mesta av fjallskipanini sleppa heim við. Tríggir verða teir eftir, sum skulu ganga heim. Men tað gongur skjótt í fjallið hjá teimum. Samgongumaðurin er longu farin. Hann fór hinveg móti Árnafirði. Hesir halda móti Norðoyri.
Vit koma aftur til Klaksvíkar og seta seyðin frá okkum við tyrlupallin. Har eru menn við bilum og taka frá. Gamli bóndin er komin at síggja gonguna. Her er okkurt at minnast afturá, og meta um, hvussu stór broytingin er.
Teir fara við gonguni. Brennievni verður fylt á tryluna, og vit halda leiðini aftur móti flogvøllinum.
Hetta hevði ikki nógv upp á seg, at fara úr Vágum á fjall eystantil á Borðoynni. Tó vit ikki vóru við til raksturin. Fýra tímar tók hetta alt í alt.










