Tá teir sunnudagin vóru í Hvalba var tað fjórða ferðin á rað, at ein av spælarunum hjá FS Vágar varð rikin av vølli. Jóhan á Mýrini fekk reytt kort, tá seinna umfarið var fimm minuttir gamalt. Málverjin [...] besta Jákup Mikkelsen stíli ? at snýta ein mótstøðumann í staðin fyri at sparka burtur, og tað sá út til at eydnast væl, men málverjin hevði ikki lagt uppfyri, at ein annar mótstøðumaður var í nánd, og so [...] sum var væl upplagdur í álopinum og setti hol á, tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Hann fekk eina fína sending inn um verjuna, tamdi og setti framvið Gunnari á Steig, ið var góður málverji hjá
tilsamans 959,5 kilo ov nógv av hýsu. Afturfyri fekk Vesturvón eitt sektaruppskot uppá tilsamans 160.000 kr. Skiparin fekk 30.000 kr. í bót, reiðarin fekk 120.000 kr. í bót og harafturat skuldu 10.000 kr [...] heim av túri í Barentshavinum. Men hann er longu farin avstað aftur til Grimsby at selja. Hetta bleiv ein brúkiligur túrur hjá flakatrolaranum í Sørvági, hóast tað leingi ikki sá út til at blíva nakað serligt [...] at nú er kvotan í norskum sjógvi uppi, so tá ið Vesturvón hevur landað, fara teir tí í russiskan sjógv og upp til Svalbard at fiska, har teir tilsamans hava eina kvotu uppá 1.800 tons av rundum fiski.
myndugleikum og einstaklingum. Umframt heiðurin at vera Føroya reinasta og best hildna bygd, fekk Eiðis Kommuna eisini ein kekk áljóðandi 30.000 krónur frá Føroya Sparikassa. Og eitt vegskilti at seta oman fyri [...] reint og ruddiligt. Fríðka um í bygdini við vegkantar o.a. Eru í gongd við at leggja kloakkir út á sjógv. Minnisvarði er settur upp, teimum fyrstu niðursetufólkunum til minnis. Nummar trý gjørdist Kvívík [...] Vesturdal, formaður í Teknisku Nevnd, sum tók í móti kekki og blómutyssi. Umframt fær Eiði eitt listaverk. Ein glasfugl á eini høgari stong, sum Tróndur Patursson hevur gjørt. Eisini Æðuvík og Kvívík fingu viðurkenning
ójøvn til fisk, so kom ein maður vanliga upp á einar 1500 vælvaksnar toskar ein várróður. Tá fyrstu trolararnir komu og løgdu seg á innastu sandgrunnar, hildu teir seg vita, at ein víkarmaður legði teimum [...] nýggjastu veiðiamboðini sýnd fram við jøvnum millumbilum. Men hetta var líkasum ein annar heimur, sum onki hevði við føroyskan sjógv at gera, og troling og føroyskur sjógvur hóskaðu ikki saman, var staðfest [...] tað hevði minni at týða, varð ofta ført fram. Hugskotið, at brúka okkurt plátuskapilsi í sjógnum eins og ein leikutoysdreka gjøgnum luftina fyri at fáa trolið at gapa, var eftirhondini eini tjúgu, tredivu
kríaturum. Leiðini eru grasgrógvin, men síggjast væl. Ein einsamallur steinur stendur á garðinum, og er hann reistur bóndanum, Ole Jacob Jensen, sum fekk ein stein í høvdið, meðan hann greiddi ferðafólki frá [...] fyrsti, sum fegin kemur at heilsa ferðamanninum vælkomnum, er ein blíður hundur. Men bóndin er skjótur og ynskir vælkomin. Eitt handatak, ein stutt samrøða, og so er at hyggja seg um á oynni. Hesi lítlu [...] halgidómin. Og friðurin er sum til andakt. Veggirnir standa heilir og væl hildnir. Ein stari eigur í eini holu frammi í kóri. Ein mýrisnípa letur einastaðni uttanfyri. Uttan iva órógvað av onkrum av teimum mongu
teir umborð á Eysturoyingi komu á áralagið, tað var skjótt at teir løgdu sjógv millum seg og hinar bátarnar, og so var tað bara ein spurningur um, hvussu nógvar bátslongdir teir fóru at megna at hølva hinar [...] í tali, síðani nýggja Eysturoyingurin sá dagsins ljós. Eingin nýttist at fara svagnur til hús, tí ein rúgva av øllum góðum var so at siga av sær sjálvum komið í NSÍ hølini, og Jákup Lamhauge, býráðsformaður [...] hevur verið tosað nógv aftur og fram um, hvussu tað fór at ganga hjá Eysturoyinginum, um hann ikki fekk tann rúkandi startin, sum hann hevur fingið á øllum stevnum. Á vestanstevnu var starturin ikki so
hvørjum fólki vit vóru av. Ein dagin minnist eg, at nakrir av okkum nýkomnu bygdardreingjunum vóru komnir saman niðri í Vágsbotni. Har stóðu eisini nógvir gamlir havnarmenn. Ein teirra var Rubek, eitt væl [...] okkara egna sjógv. Stevnurnar eru eitt frálíkt høvi hjá ætt og kenningum at møtast, og at koma til kenslu og kunnleika um ættarfólk, og til at fáa nýggjar vinir. Einaferð í gjárkvøldið kom ein ungur avb [...] men mest til spæl. Eitt gott dømi er beint her norðanfyri. Her var ein magnet, sum ið hvussu er dró okkum smádreingir til sín, eins væl og tilkomnar menn. Her smíðaðu teir bátar. Og mangir eru teir seymir
Popczynski, hevði ein meiri lítillætnan leiklut á vinstra vongverja, enn hann hevur havt fyrr í ár, og at hann hevur lagt nakrar av sínum uppgávum á vøllinum á aðrar á liðnum er kanska ein av frágreiðingunum [...] eftirmeta aftur og aftur, samstundis sum teir fara at iðra seg um, at teir ikki megnaðu at leggja meiri sjógv millum seg og B36. Ódnarveðrið VB var aftanfyri 1-0, tá tað var hálvleikt, og frá fyrsta bríksli eftir [...] hevur bjargað KÍ fleiri stig í ár, men tað er lítið takksamt at vera málverji. Hesa ferð gjørdi hann ein stóran brølara, og tað sektaði VB. Harley Bertholdsen legði úr 20 metrum aftur til málverjan, sum klossaði
Lützen. Listafólk komu mangan inn á gólvið hjá Ingeborg, og Elinborg sat fyri bæði Mikines og Janusi Kamban. Sjálv fekk hon brell eftir at verða listafólk, og av tí at hon hevði gávur, beyð fastirnir sær [...] listafólk varð hon innibyrgd í stórbýnum krígsárini og tók lut í felagslívinum har. Elinborg og Mikines vórðu meira enn væl, og tey giftust í 1944. Eftir kríggið fluttu tey heim til Føroya, men gliðu hvørt [...] hennara so væl, at til ber ikki at síggja mun. Men við stokkunum fylgja eyðvitað ongar upplýsingar, ein hópur av myndunum hevur ongantíð verið á framsýning, so í mongum førum ber ikki til at geva myndunum
serligt plantu- ella djóraslag er í økinum, skal ein møgulig útbygging ikki fara fram. Ein planta er mist Hetta er kortini hent við Eiðisvatn, tí har var ein planta funnin, sum er heilt serlig. Orsakað av [...] verður sagt, at tað er gott og neyðugt at gera tingini á ein demokratiskan hátt, men í veruleikanum verður hetta ikki gjørt. Tað átti at verið hildin - ein hoyring - fyri fólkini á staðnum, og øðrum áhugaðum [...] at teir fara at gera hetta, og at tað hevur nøkur árin. Tá kundi talan verið um ein uppbyggjandi dialog, ið møguliga fekk undirtøku millum fólkini á staðnum. SEV kundi soleiðis møguliga eisini havt spart