Nú um dagarnar kom Vesturvón heim av túri í Barentshavinum.
Men hann er longu farin avstað aftur til Grimsby at selja.
Hetta bleiv ein brúkiligur túrur hjá flakatrolaranum í Sørvági, hóast tað leingi ikki sá út til at blíva nakað serligt, tí fiskiskapurin var so vánaligur, sigur Ólavur Petersen, reiðari.
Hann sigur, at prísurin á flaki er hampiliga góður og hartil støðugur. Og harafturat hjálpir tað væl uppá støðuna, at enska pundið er so sterkt.
Akkurát, hvussu góður prísurin er, vil hann siga.
Vesturvón hevði 522 tons av flaki tá ið avtornaði og tað er brúkiligur fiskiskapur, sigur hann.
Men tað vóru hesir seinastu 14 dagarnir, sum bjargaðu túrinum, tí bara hesa tíðina fingu teir 135 tons av flaki í lastina
Annars hava teir verið burtur í fýra mánaðir og alla tað fyrstu tíðin var fiskiskapurin smáligur.
Hendan túrin hava teir fiskað í norska partinum av Barentshavinum. Men Ólavur Petersen sigur, at nú er kvotan í norskum sjógvi uppi, so tá ið Vesturvón hevur landað, fara teir tí í russiskan sjógv og upp til Svalbard at fiska, har teir tilsamans hava eina kvotu uppá 1.800 tons av rundum fiski. Tá ið tað er uppi, væntar hann, at tað er so mikið langt útliðið, at stórt meiri gerst ikki í ár.
Eru lagaligari nú
Seinastu tíðina hevur verið nógv frammi um, at føroysk skip føla seg forfylgd av norska fiskiveiðieftirlitum Og ikki minst hevur Vesturvón fingið tað stranga eftirlitið av følt, tí tað er eitt av teimum føroysku skipunum, sum hevur eina ringastu royndir av norðmonnum í so máta.
Fyrst í mai mánaða var Vesturvón nevniliga tikin fyri ólógligan fiskiskap.
Vesturvón hevur eina kvotu uppá yvir 200 tons av hýsu í norska partinum av Barentshavinum.
Tó mátti hon í mesta lagi hava 49% av hýsu í hvørjum háli.
Men norsku fiskivinnumyndugleikarnir funnu útav, at hon hevði brotið hesa reglu í fimm førum.
Og í teimum fimm hálunum hevði hon havt tilsamans 959,5 kilo ov nógv av hýsu.
Afturfyri fekk Vesturvón eitt sektaruppskot uppá tilsamans 160.000 kr. Skiparin fekk 30.000 kr. í bót, reiðarin fekk 120.000 kr. í bót og harafturat skuldu 10.000 kr. betalast í sakarmálskostnaði.
Vildu teir ikki taka av uppskotinum, fór málið í rættin.
Ólavur Petersen, reiðari, sigur, at eftir at hava umhugað støðuna, gjørdu at enda av at taka av uppskotinum, fyri at fáa tað av vegnum sum skjótast, tí teir hildu, at tað loysti seg ikki fara í rættin við málinum.
Annars heldur Ólavur Petersen, at viðurskiftini við norðmenn eru blivin frægari síðani Vesturvón varð tikin.
Hann sigur, at eitt nú hevur norska eftirlitið ikki verið so ofta umborð á Versturvón í seinastuni, sum teir vóru í fyrstuni.
Sostatt hevur Vesturvón fingið betri frið at fiska í seinastuni, enn teir høvdu í fyrstuni.
Tá ið teir eru umborð, fara teir kortini fram sum teir plagdu, tí teir hava sinar reglur at ganga eftir.