Á framsýningini verða sýnd fram umleið 180 grafisk bløð, ið eru prentað av prentstokkum, ið liggja eftir Elinborg Lützen.
Elinborg Lützen hevði verið 80 ár í ár, hevði hon livað. Hon andaðist í 1995. Í framsýningarskránni skrivar Bárður Jákupsson, leiðari í Listaskálanum, m.a. um Elinborg:
- Ellivu ára gomul varð hon send til Havnar í realskúla, og hon búði hjá fastrini, Ingeborg Lützen. Listafólk komu mangan inn á gólvið hjá Ingeborg, og Elinborg sat fyri bæði Mikines og Janusi Kamban. Sjálv fekk hon brell eftir at verða listafólk, og av tí at hon hevði gávur, beyð fastirnir sær til at gjalda uppihald og skúlagongd fyri hana í Keypmannahavn. Elinborg fór niður og varð næmingur á "Tegne- og Kunstindustriskolen for Kvinder" 1937-1940.
Sum so mong onnur listafólk varð hon innibyrgd í stórbýnum krígsárini og tók lut í felagslívinum har. Elinborg og Mikines vórðu meira enn væl, og tey giftust í 1944. Eftir kríggið fluttu tey heim til Føroya, men gliðu hvørt frá øðrum, og í 1952 vórðu tey skild.
Í Klaksvík arbeiddi Elinborg í klædnahandlinum hjá faðirinum, skrýddi handilsvindeygu, men hon teknaði eisini og málaði við vatnlitum. Í 1948 kom frálíka barnabókin "Í Skýmingini" við skjaldrum og ævintýrum. Við pennatekingum sínum tulkar Elinborg ta føroysku náttúruna við dýrum, plantum, menniskjum, gívrum og trøllum, og gomlum bygdarumhvørvum sum ævintýranna heimsstaður.
Listasavn Føroya hevur fingið allar stokkar, tað vil siga linoleumsklichéirnar, ið lógu eftir Elinborg Lüzen, tá ið hon var farin, frá arvingum hennara. Fyri Listasavnið hevur Jan Andersson, grafiskur tøkningur, prentað fýra eintøk av hesum stokkum á Grafiska Verkstaðnum í Listaskálanum. Prentini skulu brúkast til savnseintøk, til framsýningar og tílíkt. Jan Andersson hevur brúkt sama pappír og somu svertu sum Elinborg plagdi at brúka, og tað hevur eydnast honum at fáa prentini at líkjast hennara so væl, at til ber ikki at síggja mun. Men við stokkunum fylgja eyðvitað ongar upplýsingar, ein hópur av myndunum hevur ongantíð verið á framsýning, so í mongum førum ber ikki til at geva myndunum heiti, ella at tíðarfesta tær.
Elinborg hevur ríkað føroyska myndlist, men eisini uttan fyri landoddarnar hava tey givið henni gætur. Hon hevur sýnt fram nógva staðni. Framsýningin í Listaskálanum til minnis um Elinborg Lützen fer seinni út at ferðast, til Danmarkar, Íslands og Grønlands.