í Føroyum – fóru undir at bera tíðindi á internetinum. Henda gongd hevur hildið fram. Um aldaskiftið gjørdist Portalurin hjá Føroya Tele enn ein tíðindapallur hjá Miðlahúsinum [...] gjørligt lesa blaðið. Á tann hátt fáa vit gjørt eitt enn betur blað. Samfelagsmenningin seinastu árini hevur broytt týdningin hjá bløðunum. Meðan bløðini fyrr vóru fremstu tíðindamiðlar, so eru [...] teigapláss til konstruktivt kjak um samfelagsviðurskifti. Tíðargreinar og aðrar greinar, sum bara verða sendar Sosialinum, hava fyrsta rætt í mikudagsblaðnum.
próvtilfarið, sum ákæruvaldið hevur lagt fram, hevur til endamáls at tryggja, at tann tikni kann haldast í varðhaldinum í óásetta tíð. Sjálv ætlar hon sær at royna próvtilfarið í rættinum, tí hon ivast ikki í [...] hjá Jose Padilla, Donna Newman. Amerikansku myndugleikarnir halda uppá, at Jose Padilla ella Abdullah al-Mujahir, sum hann nú kallar seg, ætlaði at gera eina geiðslavirkna bumbu og at spreingja hana í hø
ALS skipanini á hesum sinni. Tað kann staðfestast eftir tingfundin í gjár, sum var tann seinasti í hesum árinum. Tann 4 november legði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, uppskot fyri løgtingið [...] eina tíð. Málið var til umrøðu í løgtinginum hálvan november og tá reistu løgtingslimir fleiri spurningar. Eitt, løgtingsmenn staðfestu, var, at tey vildu ikki bara vera eitt blátt stempul hjá AlS skipanina
Danish World Awards fór fram 11. november og bólkurin Afenginn fekk heiðurin Beste world album fyri fløguna Retrograd. Hetta fegnast føroyska plátufelagið Tutl um í tíðindaskrivi, tí tað er Tutl, ið [...] fyri at geva fløguna út. Fløgan er hin fyrsta hjá bólkinum, sum sá dagsins ljós í 2002. Sagt verður í tíðindaskrivinum frá Tutl, at Afenginn spælir blandaðan tónleik: balkan, norðurlendskt, klezmer og [...] næstum á ferð í Svøríki, Belgia og Sveis og síðsta konsertin á ferðini er á Café Bartof á Frederiksberg tann 9. desember.
var so tann, at eitt tíðindaskriv kom frá Tórbjørn Jacobsen – sent umvegis telefaxið hjá Høgna Hoydal, har hann avsannaði alt, hann varð endurgivin fyri at siga. Alt var íspinn hjá Sosialinum [...] , segði hann: »Undirritaði hevur ongantíð brúkt hetta orðið um løgmann og kundi eiheldur nakrantíð funnið upp á tað. Harumframt eru í greinini ein røð av øðrum viðurskiftum og ákærum [...] sjónvarpið bandupptøkuna – og Tórbjørn stóð sum hevði hann bitið í lort – avdúkaður fyri at lúgva alment fyri opnum skíggja. Seinni hevur Tórbjørn Jacobsen sagt, at tíðindaskrivið, hann sendi, varð
herímillum fyritíðarpensjónistar – sum alsamt mugu liva av almannaveiting, ið liggur rættiliga langt undir fátækraváðamarkinum. Fátækaváðin, á enskum “at-risk-of-poverty”, er eitt altjóða mát, ið [...] At almannapensjóninir hækka við prosentum er ein stórur vansi. Hækkingin av pensjónunum fylgir ikki við í krónum í mun til lønarvøksturin, sum aðrir lønarbólkar hava fingið. Harumframt hava [...] soleiðis at pensjónistar fáa pensjónshækkan, ið sum minsta mark má verða sama krónuupphædd, sum tann krónuupphædd eftir skatt og gjøld, sum arbeiðaralønin hækkar við árliga. Javningin/hækkingin av
tað er væl skiljandi al tann tíð hetta mál hevur sera stóran áhuga hjá øllum borgarum. Tann samgonga, sum tekur við eftir tann 19. januar má taka hetta mál í størsta álvara, og tann haldgóða og varandi
styggja fólk frá kristnari trúgv. Hinvegin eiga vit í miðlunum at taka í egnan barm: Hví skulu vit altíð biðja tey mest rabiatu siga sína hugsan, sum til dømis í hesum máli, tá ein samkyndur stjórnarleiðari [...] at fornokta veður og vind. Nøkur menniskju hava altíð livað soleiðis, og nøkur menniskju fara altíð at liva soleiðis. Intoleransa og sjálvsøkni hevur altíð eyðkent menniskjað, og sjálvgjørdir Guds [...] sjálvgjørdum Guds dómarum vóru søgd - ofta av seksuellum livihátti - at vera óverdug og skitin. »Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana!« segði Jesus við teir skriftlærdu og
var InternetSosialurin, sum longu hevur 13 ár á baki. Sum ein víðarimenning av skjótum tíðindum á internetinum fóru vit í samstarv við Føroya Tele um Portalin, sum man verða ein [...] seg við internetinum. Men hóast broyttar fortreytir, so skal blaðdeyðin ikki skiljast sum tann totali deyðadómurin yvir bløðini. Vit varðveita sjálvsagt prentað bløð í øllum førum í mong [...] ein av heimsins mest vitjaðu tíðindamiðlum sæð í mun til fólkatalið. Vikuliga vitjunartalið liggur um 70.000. Triðja stigið var útvarpsstøðin Rás2, sum Sosialurin keypti fyri trimum árum síðani. Slíkt
úr hvørjari krónu, teir privatu ella tann almenni miðilin. Men at tvinga fólk at gjalda kringvarpsskatt, tá sponsorar stýra innihaldinum, og tá prime-time tíð í Degi & Viku verður brúkt til at tatovera [...] døpurhuga. Almennu pengarnir hjá stóru ítróttarsambondunum skulu nú brúkast til at stuðla almenna kringvarpinum, sum frammanundan við pantifúta kann krevja inn kringvarpsskatt. Eitt [...] órættvísa í tí, at FSF og ÍSF fremja slíkan mismun og kappingaravlaging millum privata miðilin og tann alemnna miðilin. Annað er, hvussu djúpt almenna kringvarpið kann søkka í stríðnum fyri pengar. Tí