ODDAGREIN: Ókeypis blað frá Sosialinum

Við postinum í kvøld fær hvørt húski í landi­num nýggja ó­keyp­is blað­ið, Mán­að­ar­blað­ið, sum Sos­i­al­ur­in gev­ur út.

Tað er einki dulsmál, at kapp­ing­in á miðla­øki­num í Før­oy­um er og hev­ur ver­ið hørð sein­astu ár­ini. Hug­takið »blað­deyði« kom fram úti í heimi fyri nógv­um ár­um síð­ani, tá aðr­ir miðl­ar fóru at kapp­ast við sið­bundnu bløð­ini. Hend­an kapp­ingin tók dik á seg við int­er­net­i­num. Men hó­ast broytt­ar for­treyt­ir, so skal blað­deyð­in ikki skiljast sum tann to­tali deyð­a­dóm­ur­in yvir bløð­ini. Vit varð­veita sjálv­sagt prent­að bløð í øll­um førum í mong ár framyvir.

Men tað verður sjálvandi við broytt­um for­treyt­um. Tí er tað, at vit í Miðl­a­hús­i­num hava lagt so stór­an dent á at vinna okkum út á aðrar miðl­a­pallar. Fyrsta stig­ið var Int­er­net­Sos­i­al­ur­in, sum longu hev­ur 13 ár á baki. Sum ein víð­ar­i­menn­ing av skjót­um tíð­ind­um á int­er­net­i­num fóru vit í sam­starv við Før­oya Tele um Port­al­in, sum man verða ein av heimsins mest vitj­aðu tíð­ind­amiðl­um sæð í mun til fólk­a­talið. Vikuliga vitjunartalið liggur um 70.000.

Triðja stigið var útvarpsstøðin Rás2, sum Sosialurin keypti fyri trim­um árum síðani.

Slíkt fjølbroytni er fyritreytin, um eitt miðla­hús skal rek­ast á vinn­u­lig­um grund­ar­lag. Tað hevur tó stór­ar broytingar við sær fyri starvs­fólk, sum skulu venja seg við at ar­beiða við fleiri miðlum í senn, og tað krev­ur øðrvísi planlegging.
Við nýggja Mánaðarblaðnum, sum verð­ur borið út við Posta í kvøld, hev­ur Sos­i­al­ur­in eisini sítt egna lýs­­ing­­ar­blað - og so­leið­is kunnu vit bjóða kundum okk­ara ta tænastuna - at koma í hvørt hús í landinum.

Seinastu árini eru fleiri royndir gjørd­ar við slíkum ókeypis bløðum, eins og Dimmalætting í fleiri ár hev­ur bor­ið eitt blað um vikuna í hvørt hús. Tað er kanska ringt at siga, at hetta eru væl­eydn­að­ar roynd­ir, tí úrslitini hjá hesum fyritøkum hava ikki verið góð. Men við mán­að­ar­blað­num hava vit valt eitt øðrvísi kon­sept, sum fyri­bils kemur eina ferð um mán­að­in í hvørt hús. Broyt­ist tørvurin, so broytist eisini kon­septið.

Størsti trupulleikin hjá privatu miðlu­num er tó, at vit kappast móti lands­kassanum. Vit bíða tí spent eft­ir tí menta­málaráðharranum, sum hevur rygg til at taka avgerð um, at ann­að­hvørt missir Kringvarpið rætt­in til lýs­ing­ar­peng­ar­nar, ella má kring­varps­gjald­ið - og public ser­vice sátt­mál­ar - lut­ast út til aðrar miðl­ar eisini.

Eitt fólkaræði eigur at hava fría kapp­ing - eisini á miðlaøkinum.