Vit í Miðlahúsinum ynskja sjálvandi, at so nógv fólk sum gjørligt lesa blaðið. Á tann hátt fáa vit gjørt eitt enn betur blað.
Samfelagsmenningin seinastu árini hevur broytt týdningin hjá bløðunum. Meðan bløðini fyrr vóru fremstu tíðindamiðlar, so eru tey fyri langari tíð síðani yvirhálað av øðrum miðlum. Fyrst var tað útvarp og sjónvarp, men seinni av ymsum netmiðlunum.
Hesa avbjóðing hava vit í Miðlahúsinum tikið í størsta álvara, og tí vóru vit tey fyrstu, sum longu í 1996 – sum var ár eitt hjá internetinum í Føroyum – fóru undir at bera tíðindi á internetinum. Henda gongd hevur hildið fram. Um aldaskiftið gjørdist Portalurin hjá Føroya Tele enn ein tíðindapallur hjá Miðlahúsinum, og í 2007 kom eisini Rás2 upp í tíðindastreymin úr Miðlahúsinum. Í 2011 keypti Miðlahúsið eisini VikuBlaðið, sum verður borið í hvørt hús mánadag.
Alt hetta er gjørt í teirri sannføring, at eitt blað kann illa standa einsamalt, tí trupult er at tryggja fíggjarliga grundarlagið, um tú skalt liva av bert at selja bløð.
Men hóast umstøðurnar hjá blaðmiðlinum er nógv broyttar, so er týdningurin hjá bløðunum tó framvegis stórur. Blaðið er framvegis fíggjarligi krumtappurin hjá okkum í Miðlahúsinum, og soleiðis vænta vit, at tað verður í rúma tíð enn. Men internetið og útvarpið eru tryggir og stuðlandi miðlapallar hjá blaðnum – og tilsamans trúgva vit, at fáa eitt sterkt miðlaumhvørvi í Miðlahúsinum, sum kann framleiða dygdargóðan journalistikk.
Við styrktu redaktiónini í Miðlahúsinum ætla vit at hvessa profilin soleiðis, at vit betur duga at brúka styrkina hjá hvørjum miðli sær: Skjótleikan hjá Portalinum, beinleiðis møguleikan við Rás2 og perspektiverandi møguleikanum við blaðnum, har vit kunnu fara eitt sindur djúpri í blaðnum.
Vit vilja eisini fegin hava meira viðkomandi kjak í blaðið. Tosað verður so nógv um demokratiskt undirskot – og at týdningarmikil mál verða skundað ígjøgnum í løgtinginum.
Her vilja vit eisini gera mun, og vit leggja fegin av teigapláss til konstruktivt kjak um samfelagsviðurskifti. Tíðargreinar og aðrar greinar, sum bara verða sendar Sosialinum, hava fyrsta rætt í mikudagsblaðnum.