Oddagrein· Eftirlønarmálið - eitt kjarnuøki í valstríðnum

Valfundurin í Skopun var bæði lívligur og viðkomandi við sakligum orðaskifti millum valevnini og týdningarmiklum spurningum frá áhoyrarunum. Sum vera man snúi ein stórur partur av fundinum seg um fasta sambandið millum Sandoy og Streymoy, har orðaskiftið ikki gav nakað nýtt – her var lítil munur á sjónarmiðum. Øll ynskja fast samband – munurin er bert á sjónarmiðum viðvíkjandi fíggingarhátti og tíðarkarmum.

Hitt stóra málið á fundinum snúði seg um eftirlønarmálið. Spurningurin, hvussu vit í framtíðini skulu skipa okkum við hesum máli, er ein hin størsti politiski spurningurin ikki bert her hjá okkum men í øllum vesturheiminum. Trupulleikin er greiður – tað gerast alt færri og færri at uppihalda fleiri og fleiri. Bólkurin av gomlum og eldri borgarum økist støðugt, meðan tey, sum skulu bera samfelagið víðari og tryggja vælferðina hjá øllum, eisini hjá teimum mongu, sum eru farin av arbeiðsmarknaðinum vegna aldur, gerst minni og minni.

 

Tað, sum kann staðfestast eftir fundin í Skopun í gjár, er, at Føroyar, hvat eftirlønarspurninginum viðvíkur, eru við at gerast eftirbátur, um vit samanbera okkum við grannalondini. Vit hava heilt einfalt ikki megnað at skapa ta ella tær skipanir, ið skulu tryggja einum vaksandi liði av eldri og gomlum. Grannalondini hava megnað hetta við at eggja ella noyða løntakararnar at hava privatar ella fakfelagsgrundaðar eftirlønarskipanir sum ískoyti til fólkapensiónina. Vit komu alt ov seint í gongd, og skipaninar eru alt ov veikar. Tað er ikki ov seint at finna haldgóðar loysnir, og politisku útmeldingarnar á fundinum í Skopun vóru bæði áhugaverdar og realistiskar. Hvør endin verður er enn óvist. Tað kann tó staðfestast, at allir flokkar ásanna álvaran í hesum máli. Eftirlønarmálið verður ivaleyst eitt kjarnuøki í valstríðnum, og tað er væl skiljandi al tann tíð hetta mál hevur sera stóran áhuga hjá øllum borgarum. Tann samgonga, sum tekur við eftir tann 19. januar má taka hetta mál í størsta álvara, og tann haldgóða og varandi loysnin má og skal finnast í komandi valskeiði, og hon má byggja á eitt breitt politiskt grundarlag. Hetta mál kann ikki bíða longur.

 

Sosialurin