Próvtilfarið ímóti amerikanaranum Jose Padilla, sum sambært myndugleikunum ætlaði at gera eina geiðslavirkna bumbu, er ógvuliga veikt, og skjalatilfarið hjá ákæruvaldinum er í stríð við amerikansku grundlógina.
Tað sigur verjin hjá Jose Padilla, Donna Newman.
Amerikansku myndugleikarnir halda uppá, at Jose Padilla ella Abdullah al-Mujahir, sum hann nú kallar seg, ætlaði at gera eina geiðslavirkna bumbu og at spreingja hana í høvuðsstaðnum Washington.
Ákæruvaldið sigur, at Jose Padilla er ein fíggindi hjá USA, og at hann tí ikki hevur tey vanligu rættindini, sum rættarskipanin annars tryggjar fólki. Ákæruvaldið er tó gingið við til, at maðurin kann fáa løgfrøðiliga hjálp.
Donna Newman, sakførari sigur, at próvtilfarið, sum ákæruvaldið hevur lagt fram, hevur til endamáls at tryggja, at tann tikni kann haldast í varðhaldinum í óásetta tíð. Sjálv ætlar hon sær at royna próvtilfarið í rættinum, tí hon ivast ikki í, at tað stríðir ímóti grundlógini.