Fólkapensjónin og fyri­tíð­ar­pen­sjónin má dagførast

Lógin um javning av al­mann­a­veitingum hev­ur við sær, at al­mann­a­pen­sjón­ir­nar árliga hækka við á­vís­um prosenti.

At al­manna­pen­sjón­inir hækka við pro­sent­um er ein stór­ur vansi. Hækkingin av pen­sjón­u­num fylg­ir ikki við í krónum í mun til løn­ar­vøkst­ur­in, sum aðrir lønarbólkar hava fingið. Harumframt hava vit seinnu árini havt ein stór­an prísvøkstur, sum hevur mink­að mun­andi um keypiorkuna hjá pen­sjón­ist­um. Eft­ir­sleip­ið í pen­sjó­n­unum økist tískil ár eftir ár.

 

Javningin má verða í krón­um, hetta soleiðis at pen­sjónistar fáa pen­sjóns­hækk­an, ið sum minsta mark má verða sama krónu­upp­hædd, sum tann krónu­upp­hædd eftir skatt og gjøld, sum arbeiðaralønin hækk­ar við árliga.

 

Javningin/hækkingin av fólka­pen­sjónini og sam­halds­fasta eftir skatt og gjøld fyri ár 2025 liggur mill­um 346 kr. og 427 kr., um mán­að­in, meðan hækkingin av ar­beið­ara­løn­ini fyri árið 2025 er 905 kr. um mánaðin eftir skatt og gjøld. Eftirsleipið í fólk­a­pen­sjón­ini í mun til ar­beið­ar­a­løn er fyri árið 2025 í­mill­u­m 478 kr. og 559 kr. um mánaðin.

 

Meðan eftirsleipið í fólka­pen­sjónini seinastu 11 árini frá 2014 til 2025 í mun til ar­beiðaraløn eftir skatt og gjøld er 1.179 kr. um mánaðin til støk og 1.422 kr. um mán­aðin til gift og sam­liv­andi.

 

Pensjónirnar eru seinnu árini vorðnar púra aft­ur­út­sigld­ar – hetta m.a. eisini tí at í áru­num 2015, 2016, 2017, 2018, 2019, 2020 og í 2021 vórðu pensjónirnar als ikki javn­aðar/hækkaðar.

 

##med2##

 

Ongin skal liva í fátækradømi

 

Málið við væl­ferð­ar­sam­fela­g­num er, at ongin skal liva í fátækradømi. Hó­ast hetta eru tað fólk í Før­oy­um – herímillum fyri­tíð­ar­pensjónistar – sum alsamt mugu liva av al­mannaveiting, ið liggur rætt­i­liga langt undir fá­tækr­a­váð­a­markinum.

 

Fátækaváðin, á enskum “at-risk-of-poverty”, er eitt al­tjóða mát, ið lýsir borg­ar­ar­nar í samfelagnum við lut­falsliga fægstum nýtsl­u­møg­u­leikum. Grundarlagið und­ir hagtølunum er javn­virð­is­inn­tøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvør­jum borgara eitt heilt ár. Fátækaváðin sig­ur, hvussu stórur part­ur av borgarunum í sam­fel­ag­num hava eina javn­virð­is­inntøku, sum er lægri enn 60% av javn­virð­is­miðinntøkuni í sam­fel­agnum. Kelda Hagstova Før­oya

 

Fátækraváðamarkið er 161.129 kr. (fyri ár 2022). Ein stakur hægstu fyri­tíð­ar­pen­sjón­ist­ur hevur nærum einki rest­ar­beiðsevni og fær tí ikki havt arbeiðsinntøku aft­ur­at fyritíðarpensjónini, ið er 188.746 kr., ið er ov lág upp­hædd at liva av. Ein stakur miðal fyritíðarpensjónistur hev­ur 155.751 kr. árliga í pen­sjóns­intøku og liggur tískil undir fá­tækr­a­váð­a­markinum. Með­an ein stakur lægstu fyri­tíð­ar­pensjónistur hevur eina pen­sjó­nsinntøku 155.209 kr. árliga og liggur har­við som­uleiðis undir fá­tækr­a­váða­mark­inum. Hesir hava nakað av restarbeiðsevni og kunnu harvið arbeiða eitt sind­ur (um arbeiði er at fáa).

 

Hagtøl viðvíkjandi fá­tækr­a­váða finnast hjá Hags­tovu Føroya frá 2022. Hó­ast eingi tøl finnast fyri fátækraváða hjá fyri­tíð­ar­pensjónistar, framgongur, at 13,6% av persónum 67+ liva í fátækraváða.

 

Tískil má staðfestast at nógv­ir pensjónistar liva í støð­ugum fátækradømi í væl­ferð­ar­samfelagnum Før­oyum. Landsstýrið og Løgtingið mugu bein­an­veg­i­n koma við einari loysn og hækka okkara aft­ur­út­sigldu almannapensjónir.                                                                                  

 

Tórshavn hin 11. februar 2025