Privatu miðlarnir eru í døpurhuga. Almennu pengarnir hjá stóru ítróttarsambondunum skulu nú brúkast til at stuðla almenna kringvarpinum, sum frammanundan við pantifúta kann krevja inn kringvarpsskatt.
Eitt er tað órættvísa í tí, at FSF og ÍSF fremja slíkan mismun og kappingaravlaging millum privata miðilin og tann alemnna miðilin. Annað er, hvussu djúpt almenna kringvarpið kann søkka í stríðnum fyri pengar.
Tí tað kostar sanniliga eisini at reka privatar miðlar – og fólk kunnu so sjálvi meta um, hvør fær meira burtur úr hvørjari krónu, teir privatu ella tann almenni miðilin.
Men at tvinga fólk at gjalda kringvarpsskatt, tá sponsorar stýra innihaldinum, og tá prime-time tíð í Degi & Viku verður brúkt til at tatovera ovurfegnum sjónvarpsvertum, tá eru vit komin har til, at politikarar mugu grundgeva fyri Føroya fólki, hví vit skulu gjalda kringvarpsskatt yvirhøvur.
Vit kunnu bara vóna, at bjørnin í Mentamálaráðnum skjótt vaknar.